Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 BUMMGJALD Ferðafólk skulu rinda fyri at koma til Føroya Áki Bertholdsen – Er tað rætt, at útlendingar sleppa at brúka okkara veg­ir og tunlar, uttan at rinda nakað afturfyri? Tað er spurningurin, Henrik Old, lands­stýris­ mað­ur, hevur sett sær sjálv­um. Tað er ikki so frægt sum at teir rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Sjálvur heldur Henrik Old ikki, at tað er rætt og tí hevur hann sett eina kanning í verk at vita um tað ikki ber til at finna eina skipan, har útlendsk ferðafólk skulu rinda eitt serligt avgjald fyri at koma til Føroya. Hann vísir á, at Løg­ tingið hevur ikki verið ser­ liga sinnað at játta Lands­ verki pening at halda vegir og tunlar fyri. Hann nevnir, at í 2007 fekk Landsverk 57 milli­ ónir til endamálið, men hesi seinastu árini hevur játt­anin ligið um 42 - 44 milli­ónir, samstundis sum fleiri kilometrar eru kom­ nir afturat at røkja. Og av hesi upphæddini fer ein fjórð­ingur til salt og kava- rudd­ing. Men samstundis sum at játtanin er minkað, er krav sett um at avtaka bumm­gjaldið fyri at koyra ígjøgnum undir­ sjóvar­tunlarnar. Og í kjalar­vørrinum á tí, hava politik­arar eisini tosað um at gera eina sam­halds­fasta sam­ferðslu­skipan, sum ger tað bíligari at ferðast, eisini hjá ferða­fólki við Strand­ ferðsluni Henrik Old vísir á, at tað eru fleiri hundrað­tús­ und ferðafólk í Føroy­um um árið, men tey rinda púra onki fyri at ferð­ast í Føroyum, uttan ferða­ seðlar við bussum og bil­ um, sjálvandi. Hann vísir á, at í øðrum londum, skulu útlendsk ferðafólk keypa eitt serligt koyripass, tá ið tey koma til landið, og so kunnu tey koyra sum teimum lystir. – Tað er ein skipan, sum verður brúkt í øðrum londum, og tí eri eg farin at kanna um tað ikki ber til at fáa eina skipan, har útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, eisini rinda fyri at brúka vegir og tunlar, og samfersluna annars, sigur hann. Henrik Old kannar nú møguleikan fyri at lata útlendingar rinda eitt serligt avgjald fyri at brúka vegir, tunlar og brýr í Føroyum Hin møguleikin er at halda fram við óbroyttum bumm­gjaldi nakað út á árið, til ein politisk semja er funnin. – Og hann væntar eisini fyri vist, at tað verður hetta, sum verður úrslitið á aðal­ fundinum í næstum. Hann sigur, at tað verður neyðugt at finna eina lang­ tíðarsemju um hendan trupul­leikan og tí skal tað helst vera ein semja, sum so nógvir flokkar sum gjørligt, taka undir við. – Vit mugu hava eina lang­tíðarsemju, tí tá ið Norð­oya­tunnilin er goldin, fer trupul­leikin at stinga seg upp aftur, fyri ikki um at tala, tá ið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin koma fyri. – Men vit mugu hava inn­ tøkur onkustaðni frá at røkja landsvegakervið fyri. Í 2007 var játtanin til Landsverk 57 milliónir, men hesi seinastu árini hevur hon verið 42 - 44 milliónir, samstundis sum fleiri kilometrar eru komnir afturat at røkja. – Harafturat fer ein fjórð­ ingur av játtanini til salt og kava­rudding, so játtanin til røkt og ábøtur er lækka ómetaliga nógv og tí verður neyðugt at finna fíggingina til røkt og ábøtur onkustaðni frá, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum. ÓSKILJANDI – Tað er óskiljandi, at Jørgen Niclasen ikki avgreiddi málið, tá ið hann hevði allar møguleikarnar fyri at gera tað, tí hann er einasti landsstýrismaður nakrantíð, sum bæði hevur umsitið fíggjarmál og tunlamál, sigur Henrik Old