Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BUMMGJALD ER TAÐ RINGASTA SUM ER Avleiðingin av bummgjaldinum er, at vit fáa ov lítla nyttu burtur úr undirsjóvartunlunum Áki Bertholdsen Bummgjald er tann ringasti mátin yvirhøvur at fíggja eina íløgu í undirstøðukervið uppá. Tað staðfestir Jan Jo­ hanne­sen, búskaparfrøð­ing­ ur. Á almennum fundi í Vág­ um í farnu viku, útgrein-aði hann, hvussu íløgur í undir­ sjóvartunlar, og annað undir­ støðukervið, kunnu fíggjast, og hvørjir fyrimunir og vans­ ar eru við teimum ymsu fígg­ ingarhættunum. – Tað, sum gevur størstu samfelagsnyttuna, er at fíggja undirstøðukervið við skatti, bæði beinleiðis skatti og við avgjøldum, tí tá eru møgu­leikarnir at koyra óav­ markaðir. – Hetta er eisini tann van­ ligasti hátturin, og so­leið­is verða allir omansjóvartunl- arnir í Føroyum fíggjaðir. Undirstøðukervið kann eisini fíggjast við veg­skatti, men í Føroyum er veg­skatt­ urin mest at samabera við skatt, tí hann fer allur í stóra­ pott, og verður ikki brúktur til ávís endamál. Tað ber eisini til at leggja avgjøld á bensin og diesel, og so rinda øll sín part, alt eftir, hvussu nógv, tey koyra. Men eisini avgjøldini á bensin og diesel mugu eisini metast at vera ein vanligur skattur, tey tey fara øll í stórapott og verða ikki brúkt til ávís endamál. Búskaparfrøðingurin sig­ur, at fjórði møguleikin er so at fíggja íløgurnar við bumm­gjaldið, sum er brúkt í Vága­tunlinum og í Norð­oya­ tunli­num. – Íløgurnar kunnu eisini fíggjast við eini saman­renn­ ing av tveimum, ella fleiri av hesum fíggingarhættum. Vánaligasta loysnin Jan Johannesen sigur, at av hesum fýra fígg­ingar­ hætt­unum, er tað bumm­ gjaldið, sum er tann vána­ ligasta loysnin, tí tað gevur samfelagnum minstu nytt­ una burtur úr íløguni. – Undirsjóvartunlarnir eru at meta sum monopol og sluppu privatfólk at keypa teir kundu tey sett bumm­ gjaldið eftir vanliga markn­ aðinum. Og tá kundu sett so stór gjøld á, at vinningurin var sum mest. Men búskaparfrøðingurin sigur, at undirsjóvartunlarnir eru almennar farleiðir, sum tæna almenninginum, og tí eigur at verða hugsað um, at samfelagsnyttan av teim­ um, skal vera so stór, sum gjørligt. – Og tað er greitt, at bumm­gjald avmarkar sam­ felags­ligu nyttuna av tunl­ un­um, og jú hægri bumm­ gjaldið er, tess lægri er sam­felags­nyttan, tí meiri verð­ur ferðslan avmarkað. Og harafturat kemur, at tess lægri bummgjaldið er, tess størri partur av inn­ tøkunum fer til umsiting, og upp aftur minni lønar tað seg. – Var tað ókeypis at koyra, var samfelagsnyttan til­svarandi størri, sigur Jan Jo­hannesen. Hann sigur, at í 2013 vóru lønar­útreiðslurnar í báðum undirsjóvartunlunum, átta prosent av inntøkunum. Taka vit lønir og viðlíka­ hald undir einum, eru løn­ ir­nar 23 prosent av út­reiðsl­ unum til viðlíkahald, so talan er um lutfalsliga dýran rakstur. – Skulu inntøkurnar bara svara til viðlíkahaldið, hevði tað borið til at lækka tað munandi, sigur Jan Jo­hanne­ sen. Perur og bananir Búskaparfrøðingurin vísir á, at summi politikarar tosa um eina samferðsluætlan, har undirsjóvartunlar og Strand­ ferðslan skulu knýtast sam­a­n. – Tað merkir, at undir­ sjóvartunlarnir skulu vera inn­tøkukelda hjá øðrum enda­málum, men tað er ein løgin hugsunarháttur, heldur hann. – Tað er sum at samanbera perur og bananir, leggur hann afturat. – Tað kostar einki at koyra ígjøgnum omansjóvartunlar og eftir brúm, men koyr­ ir tú ígjøgnum ein undir­ sjóvartunnil, skal tað knapp­ liga kosta. Harafturat kemur, at kapasiteturin í tunlunum er óavmarkaður og tað kost­ar at kalla púra onki at flyta nakrar bilar afturat ígjøgnum teir. – Men skal Smyril sigla ein túr afturat, kostar tað stórar upphæddir til olju, manning og aðrar út­reiðsl­ ur, tí inntøkurnar av ferða­ seðlum er verri enn so nokk til útreiðslurnar. – So búskaparliga hevði tað loyst seg betri at bund­ ið hann við bryggju, sigur Jan Johannesen. Men hann skundar sær at leggja aft­ urat, hetta er bara fyri at samanbera viðurskiftini, og ikki fyri at siga, at Smyril ikki skal sigla. Tað ber væl til Jan Johannesen vísir eisini á, at politikarar stúra fyri, hvussu tað skal bera til fíggja tað, sum tað kostar at halda vegir og tunlar, og at gera neyðugar ábøtur. – Er politiskur vilji til tað, er eingin trupulleiki í tí, men at gera tað við bumm­ gjøldum, er tað tann vána­ ligasta loysnin sigur Jan Jo­ hannesen. – Tá hevði verið skilabetri at hækka vegskattin og av­ gjaldið á brennievni, og so samstundis at marka peng­ arnar til Landserk at brúka at halda vegir, byrgingar, brýr og tunlar fyri, leggur hann afturat. Hetta er ikki ókent í Før­ oyum, sum hetta er sama prin­sipp, sum verður búkt í Als, í Samhaldsfasta, í Bar­ sils­skipanini og í Heilsu­ trygd, og tað kann eisini brúk­ast í sam­bandi við undir­støðu­kervið. Jan Johannesen vísir eis­ini á, at ein kanning í Dan­mark vísir, at tað hevði loyst seg fyri samfelagið at avtikið bummgjaldið um Stórabelt, hóast brúgvin ikki er skuldarfrí. BUMMGJALD ONGIN TRUPULLEIKI – Er politiskur vilji, er ongin trupulleiki at fíggja tað, sum tað kostar at halda vegir og tunlar, uttan at leggja bummgjald á undirsjóvartunlarnar, sigur Jan Johannesen, búskaparfrøðingur Bummgjald avmarkar sam­felags­ ligu nyttuna av tunlunum