mánadagur 4. apríl 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
TAÐ ER
EITT STÓRT
VÓNBROT
Vit eru nógv, sum eru flutt í Vágar við teirri
fortreyt at koyringin skuldi vera ókeypis
Áki Bertholdsen
– Tað er sjálvandi eitt øgiliga
stórt vónbrot.
Tað sigur Eyðdis Niclasen
í Miðvági.
Sjálv er hon av Tvøroyri,
men er gift við miðvinginum,
Marneri Hansen.
Tey búgva í Miðvági, men
arbeiða bæði í Havn
Tey hava búð niðri í fleiri
ár, men ætlaðu sær at flyta
heim aftur til Føroya.
Á
almenna
fundinum
í Vágum í farnu viku um
bummgjaldið, fortaldu tey,
at tá ið tey tóku avgerð um
at flyta heim aftur, skuldi
avgerð sjálvandi eisini takast
um, hvagar í Føroyum, tey
skuldu búseta seg.
– Vit vigaðu ymsar møgu
leikar fyri og ímóti, og eitt
skifti var eisini talan um
at flyta á Tvøroyri, ella til
Havnar.
– Eitt, sum fekk okkum at
himprast við at flyta í Vágar,
var bummgjaldið fyri at
koyra ígjøgnum undirsjóvar
tunnilin, søgdu tey bæði.
Men tey søgdu, at øll, tey
tosaðu við, høvdu vissað tey
um, at bummgjaldið fór at
verða avtikið, so tað skuldu
vit yvirhøvur ikki hugsa um.
Tey søgdu eisini, at tey
vita, at nógv av teimum, sum
eru flutt í Vágar, hava gjørt
tað við teirri fortreyt, at
bummgjaldið fór at verða av
tikið, í hvussu so er tey, sum
arbeiða í Havn.
Men nú vísir tað seg sum
um, at tað ikki heldur.
– Tað er eitt øgiliga stórt
vónbrot, og tað kundu vit
hugsað okkum at fingið eina
forkláring upp á, søgdu tey.
BUMMGJALD
Vit mugu
fáa eitt
greitt svar
Áki Bertholdsen
– Vit avtaka ikki bumm
gjaldið, og handa land
inum undirsjóvartunlar
nar, fyrrenn øll viðurskifti
eru púra greið.
Tað sigur Uni Daniel
sen, stjóri í felagnum,
sum eigur og rekur Vága
tunnilin og Norðoyatunn
ilin.
Og hetta sigur hann nú
krav er sett fram um, at
nú lánið í Vágatunlinum
er goldið, skal tað vera
ókeypis at koyra.
Hinvegin er ósemja
um, hvussu lógin skal
tulkast, og Uni Danielsen
ger greitt, at tey fara ikki
at taka nøkur stig fram
ímóti at avtaka bumm
gjaldið, ella at avhenda
tunnilin, fyrrenn greiða
er fingin á øllum viður
skiftum.
– Skulu vit avhenda
tunnilin, mugu vit hava
onkran at avhenda hann
til, tí onkur almennur
myndugleiki skal vera at
taka ímóti honum, stað
festir Uni Danielsen.
Hann vísir á, at und
anfarni landsstýrismað
urin í fíggjarmálum og
tunlamálum boðaði frá,
at fyri at tryggja seg, fór
hann at leggja uppskot
fyri Løgtingið, sum beindi
allan iva burtur.
Stjórin
í
felagnum
sigur, at samstundis varð
avgørt, at miðast skuldi
eftir at avhenda Vága
tunnilin 10, desember í ár,
sama dag, hann fylti 14 ár.
– Men vit gjørdu greitt,
at vit vildu tryggja okkum,
at lógargrundarlagið var
púra greitt, men tað er
einki hent á tí økinum,
staðfesti
Uni
Daniel
sen á almennum fundi í
Vágum í farnu viku um
bummgjaldið í Vágatunli
num.
– Tí vendi vit okkum
eisini til Henrik Old fyri
einum mánað síðani til
Henrik Old um sama mál.
Uni Danielsen sigur, at
endaligt svar er ikki kom
ið.
– Men vit hava fingið
ábendingar um, at ætlan
in er, at bummgjaldið skal
halda fram, leggur hann
afturat.
Vit avtaka ikki bummgjaldið í
undirsjóvartunlunum, fyrrenn
lógargrundarlagið er púra
greitt, sigur Uni Danielsen,
stjóri tunlafelagnum
EIN FORTREYT
Ein fortreyt fyri at vit búsettust í Miðvági, var, at bummgjaldið varð avtikið, søgdu
Eyðdis Niclasen og Marner Hansen, sum bæði arbeiða í Havn
– Vit hava fingið ábendingar um, at bummgjaldið skal
halda fram, sigur Uni Danielsen, stjóri í felagnum,
sum eigur og rekur undirsjóvartunlarnar