mánadagur 4. apríl 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
Tað var í tøkum tíma, at vit fingu nýggja samgongu, var boðskapurin frá Høgna
Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið
Áki Bertholdsen
– Hetta næsta árið verður
heilt avgerandi fyri sam
gonguna.
Tað staðfesti, Høgni Hoy_
dal, formaður í Tjóðveldi, á
flokstingi hjá flokkinum í
Skopun nú um vikuskiftið.
Hann ásannar, at sam
gongan hevur havt sínar
byrjunnartrupulleikar.
Hann ivast heldur ikki í,
at tað fer at vera stór mót
støða ímóti ætlanunum hjá
samgonguni, og tað hava vit
longu sæð, sigur hann.
Samstundis ivast hann
heldur ikki í, at fleiri ósemjur
fara at taka seg upp.
Hann hugsar uttan iva um
ætlanina hjá samgonguni at
nýskipa fiskivinnuna, har
reiðarar og vinnulívsfólk
hava mótmælt harðliga - og
har heldur ikki samgongan
hevur gingið í takt við tað, at
teir báðir javnaðarmenninir
á Tvøroyri, Kristin Michelsen
og Bjarni Hammer ikki vildu
góðtaka fyrsta uppskotið
frá samgonguni um at selja
uppsjóvarfisk á uppboði.
Og hann hugsar uttan
iva um tað, at Sonja Jógv
ansdóttir
brádliga
segði
seg úr Javnaðarflokkinum
beint eftir valið, so formliga
hevur samgongan ikki long
ur meiriluta á tingi. Sonja
Jógvansdóttir hevur tó lovað
samgonguni sín stuðul, tí
hon vil gera alt fyri at undan
farna
samgonga
sleppur
framat aftur.
Tað ber á mál
Men Høgni Hoydal er eisini
sannførdur um, at stendur
samgongan saman, fer tað at
bera á mál.
–
Samgongan
hevur
sett sær høg mál, og í øll
um arbeiðinum er málið, at
broytingarnar skulu fremj
ast soleiðis, at tær kunnu
kjølfestast í so stórum parti
av politisku skipanini, sum
gjørligt.
– Tí eru tey stóru málini
eisini sett í verk við at taka
inn
politisku
flokkarnar,
fakfólk og umboð fyri fe
lagsskapir og bólkar, áðrenn
endaligu uppskotini skulu
samtykkjast og setast í verk,
sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Hann hevur eisini havi
álit á, at tað fer at bera til
at gera semjur um tey stóru
málini við fleiri flokkar á
tingi.
Hava avrikað nógv
Hann heldur, at longu hetta
fyrsta hálva árið, hevur sam
gongan avrikað nógv.
– Hallið á fíggjarlógini
er vent til avlop, ríkisveit
ingin er fryst og uttanríkis
politikkurin er styrktur.
Tey við lágum og miðal
inntøkum,
hava
fingið
skattalætti og familjur í
fátækaváða
hava
fingið
stuðul, umframt at átøk eru
framd í vinnupolitikkinum
og í fiskivinnupolitikkinum
og ein íløguætlan er løgd,
umframt annað.
Og hesa næstu tíðina ætl
ar samgongan at nýskipa
fiskivinnuna og heilsuverkið,
og at virðisøkja okkara til-
feingi munandi.
–
Lestrarstuðulin
skal
hækkast og útlendingamál
ini skulu yvirtakast.
Og hetta næsta árið verð
ur heilt avgerðandi fyri
samgonguna, tí tað er hetta
næsta árið, at fólkaatkvøða
skal vera um eina føroyska
grundlóg og fiskivinnuný
skipanin skal setast í verk.
Samstundis skal nýggj
pensjónsskipan gerast og
heilsuverkið skal nýskipast
Hart horn at telgja
Kortini ivast hann ikki í,
at ein nýskipan fyri fiski
vinnuna verður eitt hart
horn at telgja
– Og tað var í tøkum tíma,
at vit fingu eitt stjórnarskifti
í
fiskivinnupolitikkinum,
tí vit hava verið ómetaliga
nær við, at ognarrætturin til
tilfeingið gjørdist privat ogn.
Hinvegin hevur hendan
samgongan sett sær fyri,
at tilfeingið skal tryggjast
sum ogn hjá fólkinum, og at
rættindini at troyta tað, eru á
føroyskum hondum.
Samstundis
skal
tað
virðisøkjast í Føroyum og
tilfeingisrentan gerst so opti
mal sum gjørligt – og hon
skal í størst møguligan mun,
fella til landið.
– Vit skulu eisini hava
eina
marknaðargrundaða
fiskivinnu við vinnuligum
frælsi undir jøvnum kapp
ingartreytum, so at hon ikki
savnast á fáum hondum,
men at øll fáa sama rætt at
bjóða seg fram, sigur Høgni
Hoydal.
aki@sosialurin.fo
TAÐ NÆSTA ÁRIÐ V
FLOKSTING
Samgongan hevur havt sínar trupulleikar, men eg ivist ikki í, at vit klára tað, bara vit standa saman, segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstingi um vikuskiftið.