Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 FØROYA ARBEIÐARAFELAG Vit halda eitt vakið eyga við samgonguni Áki Bertholdsen – Vit hava givið nýggju sam­gonguni arbeiðsfrið. Men vit halda eitt vakið eyga við henni. Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðal­fund­inum hjá felag­ num seinasta viku­skiftið. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag staðfestir, at fakfeløgini vóru ikki glað fyri undanfarnu sam­gongu. – Hon samtykti bæði flat­skattin, sum ikki var til bata fyri arbeiðsfólk, tí tað vóru bara tey við høg­ ari løn, sum fingu ágóðan av honum. Samgongan fór eisini at forskatta pensjónir, og tað førdi til, at skatturin av pensjónunum hækkaði upp í 40 prosent. – Vit vóru eisini sera ónøgd við broytingarnar á pensjónsøkinum, sum kosta arbeiðarum sera nógv, sigur Georg F. Hansen. Hann sigur, at av­ leið­ing­in er, at nú fara ar­beiðs­fólk at fáa einar 1000 - 1500 krónur minni í pen­sjón um árið. – Harafturat varð Ar­ beiðs­eftirlitið spart inn á bein og lagt saman við Heilsu­frøðiligu Starvs­ stov­uni. Bíða í spenningi Georg F. Hansen sigur, at fakfeløgini bíða í spenn­ ingi eftir, hvat hendan sam­gongan kemur við. – Vit hava givið teim­ um arbeiðsfrið, men hava eitt vakið eyga við teim­ um, og tað vita tey eisini av, sigur hann. Hann sigur, at skatta­ lættin á jólum kom væl við, men hann veit ikki hvussu rætt tað var at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, hóast hækk­ingini í Sam­halds­ fasta var nakað størri enn lækkingini í grund­ upp­hæddini. – Fyri okkum er tað týdn­ingarmikið, at tað er liviligt her hjá okkum øll­um, og at vit hava eitt væl­ferðarsamfelag, sum loftar tá ið illa vil til. Annars heldur for­ maðurin í Føroya Ar­beið­ arafelag, at tað er neyðugt at eftirmeta kommunala økið væl og virðiliga. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki fáa stóran mun í vælferðini, alt eftir hvar vit búgva í landinum. Før­oyar eru eitt lítið land, og vit mugu taka okkum av hvør øðrum, tí haldi eg tað er skeivt, at stór væl­ferðar­økið liggja hjá komm­ununum. Hann heldur, at eldra­ økið er ikki batnað nú tað liggur hjá kommununum, og hann er stórliga bangin fyri, at um fá ár fara vit at merkja, hvussu stórur munur er á fólki, alt eftir, hvar tey búgva. – Skulu vit halda fast um, at kommunurnar taka sær av eldraøkinum, barna­vernd, barnaansing og skúla­økinum, mugu vit fáa eina skipan við kommun­alari útjavning, tí ein borg­ari má fáa eins góða væl­ferðartænastu, sama hvar í landinum hann býr, heldur Georg F. Hansen. aki@sosialurin.fo VERÐUR AVGERANDI FLOKSTING Hol sett á arbeiðið at broyta pensjónina hjá løgtingslimum Áki Bertholdsen – Vit hava sett sjøtul á ar­ beiðið at broyta illa um­ stríddu pensjónirnar hjá løgtingslimum. Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, løgtings­for­ maður, á flokstingi hjá Tjóðveldi nú um viku­ skiftið Hann sigur, at sostatt hevur formansskapurin hjá Løgtinginum nú tikið fyrsta stigið til at broyta illa umstríddu pensjón­ir­ nar hjá Løgtingslimum. Ósømiligt Spurningurin um frálíka góðu pensjónsviðurskiftini hjá løgtingslimum vórðu reist á flokstinginum. Tað var Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum legði uppskot fram um at fáa flokstingið at samtykkja, at Tjóðveldi í Løgtinginum og í Landsstýrinum, skal virka fyri at pen­sjóns­ viðurskiftini hjá løg­tings­ fólki verða broytt, soleiðis at tey svara til viðurskiftini hjá øllum øðrum borgarum í landinum. – Landsstýrið hevur sett sjøtil á eina pensjóns­ nýskipan fyri føroyingar, og eftir henni skulu allir borgarir spara saman til egna pensjón. Men enn fáa løgtingsfólk pensjón sum tænastumenn og eftir 16 árum í løgtinginum hava tingfólk rætt til fulla eftir­ løn, sum er 60 pro­sent av lønini, ella góðar 22.000 krón­ur um mán­aðin, stað­ festir Suður­streym­oyar Tjóðveldis­felag. – Løgtingsfólk eru vald at tæna fólkinum og hava uppiborið góða løn fyri tað. Men tey skulu ikki hava sersømdir á pen­ sjónsøkinum, sam­stundis sum tey lóggeva, at allir aðrir borgarar skulu rinda sína egnu eftirløn, halda tjóðveldisfólk í høv­uðs­ staðnum. – Hetta er ósømiligt, og sum flokkur eiga vit ikki at ganga á odda fyri at broyta hesi viðurskifti, siga tey. Nógvar meiningar Og Páll á Reynatúgvu sig­ ur, at formansskapurin í Løgtinginum hevur tikið málið upp. Men hann ásannar samstundis, at meiningarnar eru langt frá hvørjum øðrum, og tað er altíð torført at viðgera síni egnu viðurskifti. – Tað smakkar bæði mær, og nógvum øðrum best, at vit sjálvi sleppa und­an at áseta okkara egnu løn, men at tað er onkur uttanveltaður, sum ger tað, sigur Páll á Reyna­ túgvu. Men hann væntar at semja verður um at seta eina uttanveltaða nevnd at koma við einum tilmæli til Løgtingið um, hvussu lønarviðurskiftini skulu vera. Tann mannagongdin varð roynd, tá ið lønar­við­ ur­skiftini hjá lands­stýr­is­ fólkunum vórðu ásett. – Men hóast ein uttan­ veltað nevnd gjørdi eitt fullfíggjað tilmæli um, hvussu landsstýrisfólk skuldu samsýnast, vildi, ella tordi, ella kundi Løg­ tingið ikki at taka undir við tí, legði løgtings­for­ maðurin afturat. aki@sosialurin.fo Støðan er ósømilig, halda tjóðveldisfólk og løgtingsformaðurin sigur, at málið er tikið upp í formansskapinum í Løgtinginum Avgjaldið skal fáa fólk at hugsa seg um við tí endamálið at brúka færri plastposar Vilja sleppa at leggja avgjald á plastposar Áki Bertholdsen Nú skal avgjald leggjast á plast­posar í Føroyum. Tað hevur flokstingið hjá Tjóð­veldi í Skopun hetta viku­skiftið, samtykt. Flokstingið samtykti, at flokkurin skal virka fyri at nýtslan av plastposum í Føroyum verður minkað so líðandi. Tað varð Unga Tjóðveldi, sum legði uppskotið fram, sum varð einmælt samtykt. Í hesum sambandi hevur Tjóðveldi samtykt, at avgjald skal leggjast á plastposar við tí endamáli at broyta hug­ burðin hjá fólki, so at nýtslan verður tálmað. Seks milliónir posar Tey í Unga Tjóðveldi stað­ festa, at tøroyar eru ein fiski­ vinnutjóð, og at føroyingar liva í náttúruni. – Tí mugu vit fara um hana á ein burðardyggan hátt, men tað meta vit ikki, vit gera. Tað tekur einum plast­ posa eini 500 til 1000 ár at hvørva úr náttúruni. – Í Føroyum eru eini 17.000 húski og brúka tey ein plastberiposa um dagin, svarar hetta til seks milliónir posar um árið. – Verður 1,5 króna lagt í avgjaldi á plastberiposar, hevði hetta givið lands­kass­ anum eina inntøku upp á níggju milliónir um árið, soleiðis sum nýtslan á plast- beriposum er nú. Samtyktin ber eisini í sær, at inntøkurnar skulu mark­ ast til grøn endamál. Minkast 90 prosent Tey í Unga Tjóðveldi vísa á, at hepnast eitt slíkt tiltak í Føroyum, líka væl sum tað hevur eydnast í írlandi, hevði nýtslan av plastberiposum minkað eini 90 prosent eftir nøkrum heilt fáum árum. Tjóðveldisfólk halda, at hetta ljóðar, sum eitt lítisvert uppskot, men í roynd og veru er talan um eitt stórt upp­ skot, tí plast er allastaðni og er ein kelda til nógva dálking. Eitt nú nevndi Árni Brattaberg, sum plagar at vera eftir nátungum, at nú á døgum er magin á nátunga fullur av plasti. Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, helt rætt og slætt, at vit skulu seta okk­ um sum mál, at tann 1. januar í 2018, verður tað bannað at brúka plastposar í Føroyum. Hinvegin vóru tað onnur sum hildu, at eitt slíkt forboð eigur ikki bara at fevna um plastposar, men eisini um aðrar plastvørur. aki@sosialurin.fo – Tey ungu í Tjóðveldi vilja avmarka dálkingina, allir plastposarnir, vit brúka, elva til og tað fer flokkurin nú at virka fyri í samgonguni – Tað smakkar bæði mær, og nógvum øðrum best, at vit sjálvi sleppa undan at áseta okkara egnu løn, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður