mánadagur 4. apríl 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UPPBOÐSSØLA
3. viðgerð av uppskotinum um uppboðssølu kann hava broytingar við sær
Árni Gregersen
Undan 2. Viðgerð av upp
skotinum hjá landsstýris
manninum við fiskivinnu
málum,
Høgna
Hoydal,
Tjóðveldi, um eina roydnar
uppboðssølu í ár, var ivasamt
upp tað fór at fáa meirluta,
tá ið atkvøtt var.
Tá ið atkvøtt var, so vísti
tað seg kortini, at tað fekk
meirluta og var atkvøtt víð
ari.
Ivin komst fyrst og fremst
av, at Kristin Michelsen,
Javnaðarflokkurin,
hevði
latið tingfólk vita, at hann
ivaðist stórliga í um hann fór
at atkvøða fyri uppskotinum,
men tað gjørdi hann.
Eisini Bill Justinussen,
Miðflokkurin,a tkvøddi fyri
uppskotinum.
Undir viðgerðini var orða
skifti um hetta var ein góð
loysn ella ikki.
Landsstýrismaðurin
hevur skotið upp, at eini 10
prosent av uppsjóvarfiski
og kvotuni av botnfiski í
Barentshavinum, verða seld
á uppboðssølu í ár.
Hann hevur fleiri ferðir
sagt, at hetta eigur at verða
roynt í ár, so royndirnar
kunnu brúkast, tá ið fiski
vinnan sum heild verður ný
skipað frá 1.januar 2018.
Serliga Fólkaflokkurin var
harðliga ímóti uppskotinum
hjá landstýrismanninum.
Fólkaflokkurin hevur ferð
eftir ferð sagt, at tann skip
anin sum er galdandi gevur
vinnuni tryggar karmar og
harvið eisini er best fyri
samlaða samfelagið.
Broytingar fyri
framman
Uppskotið, sum Løgtingið
viðgerð í hesum døgum og
sum fær 3. viðgerð mikudag
in, er ein roynd, sum ætlanin
er at gera, áðrenn uppskot
verður lagt fram um eina
fiskivinnunýskipan.
Síðani 2007 hevur tað
verið greitt, at okkurt skal
gerast áðrenn 1.januar 2018,
men ongin samgonga hevur
megnað at gera nakað við
spurningin.
Undanfarna samgongan
royndi at koma til onkra
niðurstøðu, men ósemjan
millum stóru flokkarnar í tí
samgonguni,
Fólkaflokkin
og Sambandsflokkin, var alla
tíðina so stór, at onki upp
skot var lagt fram.
Núsitandi samgongan fór
til val uppá, at broytingar
skulu gerast og at skipanin
skal
umleggjast
soleiðis,
at onnur sleppa framat til
feinginum enn tey, sum hava
rættindini í dag.
Bæði Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi søgdu í valstríð
num, at flokkarnir vilja bíða
virðini í føroyska samfe
lagnum á ein annan hátt
og Framsókn, sum eisini
er partur av samgonguni,
hevur sagt, at neyðugt er at
selja í hvussu so er partar
av rættindunum til fiskatil
feingið á uppboðssølu.
Til at gera eitt uppskot
um, hvussu hetta skal gerast,
so er ein nevnd sett at koma
við einum uppskoti um ný
skipan av fiskivinnuni.
Johnny í Grótinum, bú
skaparfrøðingur og stjóri
á Landssjúkrahúsinum er
formaður í nevndini, sum
hévur fi ngið ein arbeiðs
setning, sum sigur:
– At øll føroyska fiski
vinnan verður skipað undir
tryggum
og
haldførum
lógarkørmum, fyrisiting og
skipanum.
– At livandi tilfeingið í
føroyskum sjógvi og tey
rættindi Føroyar eiga í al
tjóða sjógvi og hava sam
rátt seg til við onnur lond,
eru ogn Føroya fólks og eru
varandi grundarlag undir
føroyska búskapinum og
vælferðini hjá tjóðini.
– At Føroyar skulu gerast
undangonguland at umsita
allar fiskastovnar burðar
dygt – bæði í egnum sjógvi
og í altjóða samstarvi – og
at hava fremstu vitan og
gransking um fiskastovnar
og vistfrøðiligu skipanirnar
í havinum.
– At tilfeingið er tryggjað
sum ogn hjá fólkinum, og at
rættindini at troyta tað eru á
føroyskum hondum.
– At til ber at skapa mest
møguligan virðisvøkstur og
avkast í Føroyum av fiska
tilfeinginum
til
reiðarí,
manningar, virkir, fyritøkur,
starvsfólk, tænastuveitarar
og samfelagið alt, og at vit
støðugt menna nýskapan og
føroyskar førleikar í øllum
pørtum av virðisskapanini.
– At tilfeingisrentan gerst
so optimal sum gjørligt, og
at størst møguligur partur
av tilfeingisrentuni fellur til
landið.
– At til ber at virka í eini
marknaðargrundaðari fiski
vinnu við vinnuligum frælsi
undir jøvnum kappingar
treytum.
–
At
vinnumøguleikar
ikki savnast á fáum hondum,
men at somu rættindi eru
at bjóða seg fram at reka
vinnu, og grundarlag er
fyri fjølbroyttum virksemi,
nýskapan og menning kring
landið.
– At Føroyar støðugt
menna sín leiklut og sína
ábyrgd í altjóða samstarvi
og avtalum um fiskiskap og
fiskivinnu – og tryggja sín
rættvísa part av rættind
unum til felags og ferðandi
fiskastovnar, umframt at
samráða seg til skilagóðar
avtalur við onnur lond um
møguleikar og atgongd at
fiska hvør hjá øðrum.
Við øðrum orðum er polit
isk støða tikin til nógvar av
spurningunum, men nevnd
in skal so koma við uppskoti
til, hvussu hetta verður skip
að.
Umframt sjálva nevndina,
sum skal gera uppskotið, so
eru eisini tveir fylgibólkar
– annar við umboðum fyri
vinnuna og hin fyri politisku
skipanina.
Nevndins kal koma við
einum uppskoti 1. august og
so fara politisku samráðing
arnar í gongd um, hvussu
endaliga uppskotið verður.
Politiska skipanin er nak
að í tíðarneyð, tí núverandi
skipan gongur út. Tað er tí
ivasamt um allar broytingar
kunnu setast í gildi 1.janaur
2018.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum
og
løg
maður hava sagt, at tá ið ein
nýggj skipan er samtykt, so
fær vinnan eina skiftistíð til
at tillaga seg nýggju skipan
ini.
Uppskotið, sum fær 3. við
gerð mikudagin er eitt slag av
roynd og politskum styrki
roynd, um hetta yvirhøvur
fer at bera til.
STRÍÐIÐ UM
BROYTINGARNAR
Í FISKIVINNUNI
IKKI LIÐUGT
Tað er Høgni Hoydal, landsstýrisma´ður við fiskivinnumálum,
sum hevur lagt uppskot fram um uppboðssølu longu í ár
Johnny í Grótinum er formaður í bólkinum, sum skal
evna uppsotið um nýggja fiskivinnuskipan, til