mánadagur 4. apríl 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
UPPBOÐSSØLA
Í morgin hevur Javnaðarflokkurin fund, har endalig støða verður tikin til uppskotið um uppboðssølu
Javnaðarflokkurin uppboðs
søluna á skránni á fundi
Árni Gregersen
Øll hava vita síðani í de
sember í fjør, at ivasamt er
um allur Javnaðarflokkurin
stendur handan uppskotið
hjá samgonguni um at selja
ein part av fiskirættindum á
uppboðssølu.
Longu í desember kom
fram, at teir báðir ting
mennirnir, Kristin Michel
sen og Bjarni Hammer, vóru
í iva, um teir skuldu taka
undir
við
uppskotinum,
tá ið tað kom til atkvøðu
greiðslu í tingsalinum.
Uppskotið hevði drúgva
tíð í vinnunevndini, mill
um annað tí bíðað var eftir
einum uppriti frá umsit
ingini í Løgtinginum, men
tá ið tað kom til atkvøðu
greiðslu við 2. viðgerð at
kvøddu báðir javnaðar-ting
mennirnir av Tvøroyri fyri
uppskotinum.
Kristin Michelsen gjørdi
tó greitt, at hetta tó ikki
tryggjaði, at hann eisini fór at
atkvøðu fyri, tá ið uppskotið
skal til endaliga atkvøðu
greiðslu eftir 3. viðgerð.
Hendan útmeldingin hjá
Kristin Michelsen gjørdi, at
málið nú eftir ætlan kemur
til viðgerðar á fundi í Javn
aðarflokkinum í morgin.
Sum skilst so er ein
spurningur, sum skal við
gerast, um hvussu nógv av
tí, sum verður selt á upp
boðssølu, skal uppá land í
Føroyum.
Kristin Michelsen hevur
fyrr sagt um hetta málið, at
hann fyrst og fremst heldur
seg til samgonguskjalið í
hesum málinum.
Hann hevur kortini ikki
sagt, at hann fer at forða
fyri, at royndaruppboðssøl
an verður sett á stovn nú.
Hansara støða er tó ikki
heilt greið og tí skal spurn
ingurin viðgerast á fundi í
Javnaðarflokkinum.
Sjálvur ynskir Kristin
Michelsen ikki at siga nakað
um hvørja støðu hann fer
at taka, undan fundinum
týsdagin.
Bill Justinussen, Miðflokkurin, fer at gera eina roynd at seta fram broytingaruppskot
til lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum
Fer at royna at fáa broytingaruppskot ígjøgnum 3. viðgerð
Árni Gregersen
Spenningur var í seinastu
viku, tá ið uppskotið hjá
Høgna Hoydal, landsstýr
ismanni
við
fiskivinnu
málum, skuldi til atkvøðu
greiðslu við 2. viðgerð í
Løgtinginum.
Tá ið avtornaði vísti tað
seg, at Kristin Michelsen
atkvøddi fyri og tað sama
gjørdi andstøðutinglimurin
Bill Justinussen.
– Hetta var spennandi,
men eg fari at royna at
koma við einum broytingar
uppskoti við 3.viðgerð, sigur
Bill Justinussen.uppskotið
er ov nógv afturlatið.
Hann heldur at upp
skotið frá landsstýrismann
inum hevur fleiri góðar
hugsanir í sær, men hann
heldur eisini, at uppskotið
er ov afturlatið.
– Tá ið vit velja at selja
rættindi á uppboðssølu, so
haldi eg, at tað skal vera
meira opið, so fleiri sleppa
at bjóða, sigur Bill Justinus
sen.
Hann
vildi,
at
fleiri
kundu bjóða, millum annað
virkini á landi. Hetta hevði
givið størri kapping og
hevði helst givið meira til
almenna kassan.
– Treytirnar skuldu verið
tær somu: føroysk skip við
føroyskari
manning
og
við føroyskum sáttmálum
skulu fiska fiskin. Gjøg
numskygni
kundi
verði
minst líka gott, sigur hann.
Fyri at fáa lagt broyt
ingaruppskot fram, so skal
hann hava hjálp frá minst
trimum øðrum tingfólkum.
Bill Justinussen, Miðflokk
urin, fer at royna at fáa
eitt broytingaruppskot
til atkvøðugreiðslu, tá
ið uppskotið hjá Høgna
Hoydal, landsstýrismanni,
fer til edanliga atkvøðu
greiðslu mikudagin
Kristin Michelsen hevur ikki tikið endaliga støðu til um hann fer at taka undir við uppboðssøluni.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, skal hitta tingmanningina á fundi í morgin