Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Eitt av virkjunum, sum legði fram á ársins íverksetaradegi var Green Animation Studi­ os, ella GAS. GAS arbeiðir í høvuðsheitum við at fram­ leiða 3d animeraðar film­ar, ið leggja dent á før­oyska siðsøgu og mentan. Film­ arnir eru ætlaðir altjóða markn­aðin at vísa á føroyska mentan og ríka savn av sag­ num. Tað eru Hans Krist­ ian Eyðunsson Hansen, Elin Hentze og Magnus Jo­ hannes­sen, sum eiga GAS. Tey trý møttust á Startup Tórshavn í 2014 og vunnu tá íverksetarakappingina við hugskotinum um at gera ein 3d animeraðan film, bygdan á søgnina um Kópakonuna. Tvey ár seinni hava tey knýtt eini 15 fólk afturat at verkætlanini. – Her í Føroyum hava vit fleiri góðar søgur, sum so at siga ikki finnast aðra­staðni. Føroyska náttúr­an og tón­ leikurin er eis­ini nakað heilt serstakt. Soleiðis kunnu vit bjóða fólki nakað heilt nýtt. Vónin er at skapa okk­ ara egnu nisjumarknað, sam­stundis sum vit eisini vóna at gera okkum dælt av stóra áhuganum, sum er fyri øllum tí norðurlendska í løtuni, sig­ur Elin Hentze, sum er stjóri í felagnum Tað er tó stórarbeiði at gera film, so enn er langt á mál. Ætlanin er at siga søg­ una í trimum pørtum, sum hvør skal vera 25 minuttir til longdar. – Fyrsti parturin er lið- ugt skrivaður, og vit eru far­ in undir at skriva teir báð­ar næstu partarnar. Nú eru vit so eisini farin undir at gera ein brellbita, bygdan á alla søguna, sum vit kunnu vísa íleggjarum og øðrum áhugaðum, sigur Hans Kristi­an Eyðunsson Han- sen. Tá øll søgan er skrivað liðug verður farið undir at gera filmarnar, og tá skulu brellbitar gerast fyri hvønn part sær eisini. Avbjóðingin við at ar­ beiða við eini so væl um­ tókt­ari søgn sum Kópa­kon­ uni, er at flestu okkara hava eina fatan og meining um hana. – Seinastu árini hava vit eisini sæð nógvar útgávur av kópakonuni innan fleiri ymiskar listagreinar. Í okkara útgávu hava vit valt at tíðarseta søgnina í vík­inga­tíðini. Harumframt hava vit valt at kalla hana Silja, sigur Elin Hentze. Umframt filmin um Kóp­a­konuna, arbeiðir GAS eisini við at framleiða eina teknirøð um Lundan. Her er talan um smáar filmar, eini 30 til 60 sekund til longdar, sum eru um ein lunda, ið býr í eini holu. Ætlanin er at sleppa 10 teimum fyrstu film-unum um Lundan í summar. – Tað eru fleiri endamál við at gera filmarnar um Lundan samstundis sum vit gera filmin um Kópa­kon­ una. Eitt er at menna evnini hjá okkara animatørum og øðrum, men vit nýta sjálv­ andi Lundan sum eitt høvi at vísa, hvat vit duga og kunnu gera. Soleiðis sæð er Lundin eitt søluátak, sigur Elin Hentze. Stóra avbjóðingin í løt­ uni er at fínna fígging til filmin. Bæði Elin Hentze og Hans Kristian Eyðunsson Hansen kundu hugsað sær, at øll fíggingin fekst til vega í Føroyum. Soleiðis vildi tað verið ein reint før­ oysk framleiðsla og eitt gylt høvi at menna eitt før­ oyskt umhvørvi innan ani­ matiónsfilmar. – Dreymurin er at seta á føtur eitt veruligt studio og gera ein 3d animeraðan spæli­film í fullari longd, sigur Hans Kristian Eyðuns­ son Hansen, sum longu veit, hvørji søgu skal sigast frá í tí filminum. Tá verður leita aftur til røturnar í Gøtu. – Ein tílíkur filmur kundi givið 50 fólkum arbeiðið í næstan eitt ár. Fekst fígg­ ingin til vega í Føroyum, hevði allur peningurin eis­ ini ligið eftir í Føroyum, sig- ur hann. – Tó so, nú mugu vit fyrst prógva okkara førleika gjøgnum Kópakonuna, síð­ ani kunnu vit kanska fara at tosa aftur um at gera eitt studio, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen. KÓPAKONAN EITUR SILJA ÍVERKSETARADAGURIN Í útgávuni hjá GAS av kópakonuni, er søgan sett í víkingatíðini. Søgan verður fortald í trimum pørtum, ætlað útlendska marknaðinum. Eysturskúlin fekk ársins viðurkenning – Fyri seks árum síðani setti Eysturskúlin Íverksetan á tímatalvuna og fyri tveimum árum síðani sendi skúlin øll børnini úr 4. til 9. flokk á skeið í tveir dagar um íverksetan. Fyri hetta hevur Eysturskúlin uppiborið ársins viðurkenning, segði Regin W. Dalsgaard. Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri, takkaði fyri heiðurin. – Tað góða við hesum, er at allir næmingarnir kunnu vera við, bæði teir bókliga sterku og teir, ið hava bókligar avbjóðingar. Hetta styrkir sjálvsvirði, áræði og hugin til skúlagongd hjá næmingunum, segði Eyðdis Eidesgaard.