Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 ÍVERKSETARADAGURIN Ársins íverksetar fylgdu bara hjartanum Tað vóru Andrés Jacobsen og Brian Samson, ið myndað fyritøkuna Polar Films Entertainment, ið fríggjadagiwewwn vórðu kosnir ársins íverksetar. Fyritøka teirra, Polar Films Entertainment, hevur gjørt lýsingarfilmar, stuttfilmar og videoløg, fyri m.o. Smyril Line og Punjab. - Vit hava alla tíðina fylgt hjartanum og havt eyguni vend á arbeiðið hjá okkum, heldur enn á pengarnar, sum fylgja við. Tað hevur loyvt okkum at gera tað, sum vit halda vera stuttligt at fáast við, segði hann. Bakkafrost hevði ársins nýhygsan Bakkafrost fekk heiðurin fyri ársins nýhugsan á íverk­ setaradegnum fyri hugskotið at baða laksin í feskvatnið umborð á nýggja brunnbátinum Hans á Bakka fyri at basa laksalúsini. Vit kenna øll væl til avbjóðingarnar, sum lúsin gev-ur alivinnuni, men við nýggja brunnbátinum hevur Bakka- frost gjørt eitt munagott tiltak í stríðnum móti pláguni, var partur av grundgevingini hjá dómsnevndini. – Hetta er at minka nógv um avbjóðingarnar innan vinnuna, og verður bæði vinnuni og Føroya landi at gagni, segði Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum handaði heiðurslønina. Føroyskir íleggjarar tora ov illa Eingin heiðursløn var givin fyri ársins íløga í ár. Orsøkin er, at dómsnevndin metti ikki, at nakar hevði víst seg heiðurin uppibornan Danjal av Rana – Føroyskir íleggjarar eru ov varnir at gera íløgur í før­oyskar íverksetarar, sig­ ur Regin W. Dalsgaard, for­ maður í nevndini fyri Vinnu­ frama. Ein av føstu virðis­løn­ unum á ársins íverk-setara­ degi hevur verið virðislønin fyri ársins íløgu. Í ár var kort­ini eingin virðisløn handað fyri ársins íløgu og dóms­nevndin gjørdi greitt, at orsøkin er, at tey mettu ikki, at nakar hevði hendan heiður uppibornan. Regin W. Dalsgaard hevur fyrr, í samrøðu við Sosialin, víst á, at tað serliga er ein trupulleiki, tá íverksetarar ynskja at víðka um virksemi. – Trupulleikin er, at íverk­ setarar sjáldan hava nakað, sum íleggarin kann taka trygd í. Váðin er væl størri, enn tá eitt lán verður veitt, og tað heldur tíverri nógvum íleggjarum aftur, sigur hann. Regin W. Dalsgaard held­ ur, at tað er sera óheppið, at tað skal vera so torført hjá føroyskum íverksetarum at fáa hendur á kapitali, tí fleiri teirra hava góð, kappingarfør hugskot, sum væl kundu stað­ið seg í kappingini á mark­naðinum, bæði her heima og úti í heimi. – Føroyskir íleggjarar, ser­ liga teir, sum í veruleikanum hava til endamáls at seta pening í slíkar vinnur, hava ikki dirvi at stuðla íverk- set­arum, segði Regin W. Dals­gaard við Sosialin í sep­ tembur, og viðgongur, at støðan er ikki broytt stór­ vegis enn. – Tað eru tó glottar at hóma. Føroya Tele sigur seg vera fúst at gera fleiri íløgur í føroyskar íverksetarar eins og nýggja hóplánsveitingin hjá Suðuroyar Sparikassa tyk­ist hóska sera væl til ser­ liga íverksetarar, sigur Regin W. Dalsgaard, sum tó vónar, at størri almennu og privatu grunnarnir fara at spæla ein meiri virknan leiklut fram­ yvir. Umfram Green Anima­ tion Studios, vístu hesar fýra fyritøkurnar fram, hvat tey fáast við. Undirgrund ger brúkslutir úr før­ oysk­um gróti. Fyribils er talan fyrst og fremst um whiskysteinar og undirløg. Tað eru Jim á Horni, Hallur Leivsgarð Joensen og Uni Árting, sum mynda fyritøkuna. Tilfarið, sum verður nýtt, er basalt úr Por­ keri. Jim á Horni og Uni Árting, sum eisini eru jarðfrøðingar, siga, at royndir vísa, at av føroysku stein­sløg­un­ um, hóskar basalt seg best. Tað upploysist ikki í whiskynum, sam­ stundis sum tað ikki skøvar glasið. Und­ir­ løgini eru seks-kant­að, íblást av stabba­grót­in­ um í Føroyum. Umsetningurin hjá felagnum í fjør var beint undir eini hálvari milli­ ón krónur. OceanClean vann Gullfræið, ársins íverksetarakapping fyri fólkaskúlanæmingar í ár. Hugskotið hjá Sólvá Magnadóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen, er at nýta trælsrass at reinsa havbotnin undir aliringunum. – Vandin er, at vit lata eftir okkum skitnar, deyð­ar og næstan ó­brúki­ligar firðir til okk­ara eftirkomarar. Vit mugu rudda upp eft­ir okkum, søgdu tær báð­ar í framløgu síni á Íverk­setaradegnum. Trælsrass eru ná­túr­ ligur partur av føroyska sjó­lívinum og hóska væl til endamálið. Og tá trælsrassini hava tænt fyri seg undir ali­ring­un­ um, kunnu tey seljast til fjareystar, har tey vera etin sum rættir gloypu­ bitar. Tari er eitt taraserfrøðifelag, ið alir tara og gransk­ar innan menning av tara­ aling og tara­úr­dráttum. Tað eru Agnas Mols Mort­ensen og Hans Mols Mortensen, ið eiga fyri­tøkuna. Við støði í altjóða gransking, ala tey tara til matna og annað. Enda­málið er at veita eina lívfrøðiliga, burðar­ dygga hágóðskuvøru. Størsta avbjóðingin í løtuni er at fáa aliloyvi, til verandi føroyska lóg­gávan loyvir einans einum alara á hvørjum firði, hóast talan er um aling av ymiskum slag. Tí má Tari spyrja hinar alarar um loyvi at vera á teirra øki, væl vitandi, at tey kunnu vera trokað burtur nær sum helst. Beak vann í septembur før­oysku finaluna í Creative Business Cup við verkætlanini ClearComm. Stovn­ar­ ar­nir av fyritøkuni eru Virgar Poulsen, Levi á Torkilsheyggi og Pól Andrias Larsen. ClearComm er ein talgild skipan, ið hjálpir fólki við autismu í ger­ andisdegnum. Skip­ an­in er ein talgild dags­skrá og eitt sam- skift­is­amboð, ið kann nýtast á stovnum og í heimum. Við at brúka eina myndaskrá kunnu foreldur og hjálparfólk leggja dagin til rættis hjá einum brúkara og lættliga leggja fleiri dagar ella vikur til rætt­ is í senn.