mánadagur 4. apríl 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svínoy fær nú akfarsskráa
Óluva Klettskarð
Farið verður nú
undir arbeiðið at
gera akfarsskráa
úti í Svínoy. Tað
eru
Klaksvíkar
Kommuna
og
L a n d s v e r k ,
ið
standa
fyri
arbeiðinum, sum longu er farið
í gongd, so akfarsskráin kann
fremjast í summar.
Á fíggjarlógini í ár eru settar 2,5
mio av til hetta arbeiðið, umframt
tær 700 túsund í løguætlanini fyri
landið. Havna- og Vinnunevndin í
Klaksvíkar Kommunu hevur somu
leiðis sett góða millión av til hetta
arbeiðið.
Liviligari úti um landið
Tað skal verða enn liviligari um
allar Føroyar. Ein góður og mál
rættaður
økispolitikkur
leggur
dent á spjaðing og viðurkenning
av ymiskleikanum í hvørjum ein
stakum øki. Fyri fólk útoyggj skulu
alsamt betri karmar skapast.a
Atløguviðurskiftini
í
Svínoy
hava ikki loyvt størri bilum at
koma í land. Tíðin er farin frá, at
fólk sjálv stoyta oljuna úr tunnum
í tangar. Tá akfarskráin í Svínoy
verður liðugur, so fara svínoyingar
eins og aðrir borgarar at kunna fáa
ta tænastu, oljubilar, bukkubilar,
sementbilar o.a. veita.
Í Svínoy er hugsanin tann, at
varð ferðasambandið betur, so búði
fleiri fólk í Svínoy.
Akfarsskráin
fer
at
hækka
tænastustøðið á øllum tænastum
og fer eisini at bøta munandi um
møguleikarnar fyri vinnuvirksemi
í Svínoynni.
Tað er hugaligt, at samferðslu
viðurskiftini til útoyggj og smá
bygdir alsamt bøtast, so eggjað
verður til búseting og øktar møgu
leikar fyri inntøku og tryggleika.
Eg ynski svínoyingum og land
inum øllum til lukku við hesi verk
ætlan. Enn eitt stig á leiðini at fáa
ferð á útoyggjaskútuna.
Norðlýsið skrivar í vikuni, at Hanus Hansen, reiðari, følir seg misnýttan av Kringvarpinum.
Hesa niðurstøðu kemur Norðlýsið til 15 dagar eftir, at sendingin ”Stríðið um tey 10 prosentini”
er víst í sjónvarpinum. Tá Kringvarpið tosar við Hanus Hansen, vísir tað seg, at hann als ikki
følir seg misnýttan av Kringvarpinum. So hvør manipulerar hvønn, Helgi Abrahamsen?
KJAK
Hvør manipulerar hvønn?
Liljan Weihe
Tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya
Hanus
Hansen
plagar
ikki
at
vera bangin fyri
at siga sína hjart
ans meining, eis
ini við okkum í
Kringvarpinum.
Tí gjørdist eg bilsin av, at eg onki
hevði fingið at vita um misnøgdina
hjá reiðaranum, áðrenn eg las tað
á heimasiðuni hjá Norðlýsinum.
Hanus Hanus hevur ikki víst á sína
ónøgd hjá nøkrum í Kringvarp
inum. Eg ringdi tí til Hanus Hansen
fyri at fáa greiðu á hesum máli.
Eg kunnaði Hanus Hansen um,
at eg harmaðist um at frætta um
hansara ónøgd í einum øðrum
miðli fleiri vikur eftir, at sendingin
varð send í sjónvarpinum, og vísti
honum á, at um hann føldi seg
mis-nýttan av Kringvarpinum, so
var rætta mannagongdin at kæra.
Tí føroysku fjølmiðlarnir, eisini
Norðlýsið, virka undir lógini um
fjølmiðlaábyrgd.
Lógin
áleggur
øllum føroyskum fjølmiðlum at
halda leiðreglurnar um góðan fjøl
miðlasið. Tí er Fjølmiðlanevndin
eisini almennur kærumyndugleiki,
um nakar følir seg hava verið fyri
órætti í føroysku miðlunum.
Men tað vísir seg, at Hanus
Hansen als ikki er ónøgdur við
sendingina ella við viðferðina hjá
Kringvarpinum. Hann hevur tí
onga ætlan um at kæra um við
ferðina. Hanus Hansen fer enntá
so langt, at hann segði tað vera
ein hugnalig og virðilig vitjan, tá
Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam
løgdu leiðina forbí hjá honum í
Klaksvík. Eftir ráðum frá hansara
sakførara ynskti Hanus Hansen, at
samrøðan varð bandað. Tað hevur
Kringvarpið ongan trupulleika við,
og fotografurin hjá okkum, Jógvan
Eli Dam var enntá so beinasamur,
at hann hjálpti Hanusi Hansen við
at seta myndatólið upp.
Í sendingini »Stríðið um tey
10 prosentini« kemur greitt fram,
at Hanus Hansen ikki er fyri ein
ari uppboðssølu. Hann sigur tó,
at um 10 prosent av nýggja til
feinginum verða seld á uppboðs
sølu, so hevði tað verið til at liva
við. Men samanumtikið, so kem
ur greitt fram í sendingini, at
Hanus Hansen er ikki fyri ætl
aða fiskivinnupolitikkinum hjá
sitandi samgongu, sum Hanus
Hansen heldur vera eina vanda
mikla glíðibreyt. Hanus Hansen og
Anfinn Olsen, formaður í Reiðara
felagnum, sum báðir luttaka í send
ingini, eru púra samdir í hesum. Eg
spurdi Hanus Hansen um hann ikki
var samdur við mær í, at hetta var
boðskapurin, ið stóð eftir aftaná
sendingina. Tað var hann.
At miðlar redigera er ikki tað
sama sum at manipulera. Tað
er
journalistikkur.
Tað
eigur
Helgi Abrahamsen eisini at vita.
Hann er útbúgvin journalistur.
Tað er faktiskt brot á lógina um
fjølmiðlaábyrgd
at
lata
redi
geringsrættin frá sær. Men Helgi
Abrahamsen hevur kanska ikki
verið á skeiðnum um góðan fjøl
miðlasið, tí hann gloymir eisini at
lata okkum, Kringvarpið, sleppa
til orðanna, tá hann leggur eftir
okkum í greinini um ónøgdina
hjá Hanusi Hansen. Tað er brot á
leiðreglurnar um góðan fjølmiðla
sið. Tað er manipulatión.