mánadagur 4. apríl 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
SPENNINGURIN ER HAR
– Í EIN ÁVÍSAN MUN
Eftir dystirnar í FTZ-deildini í vikuskiftinum er framvegis spenningur um seinna finaluplássið. Tó tykist
tað enn at vera mest sannlíkt, at júst sum í fjør, so verða tað H71 og VÍF, ið hittast í FM-finalunum
Neli Heldarskarð
Tveir dystir eru spældir í
FTZ-deildini, og vórðu báðir
hesir dystir spældir í gjár.
Báðir dystirnir blivu spældir
í høllini á Hálsi, har tað fyrst
vóru Kyndil og H71, ið brustu
saman, áðrenn tann minni
spennandi dysturin seinni
á degnum, sum var ímillum
Neistan og Team Klaksvík,
skuldi avgreiðast.
H71 hevur langt síðani
tryggjað sær sítt finalupláss,
meðan spurningurin er, hvat
lið skal fylgja teimum í av
gerandi finalurnar – VÍF, KÍF
ella Kyndil.
Triða tapið hjá H71 í ár
Undan dystinum í gjár hevði
H71 bert tapt tvær ferðir
í
landskappingini,
men
skiljandi er, um luftin er
farin eitt sindur úr ballónini
hjá hoyvíkingunum í teimum
síðstu
landskappingarum
førunum, ið hava so at siga
ongan
týdning
fyri
teir.
Í gjár tapti H71 nevniliga
sítt
triða
tap
í
hesum
kappingarárinum.
Í fyrra hálvleiki var annars
líkt til, at H71 skuldi fara
avstað við sigrinum. Hoyvík
ingar vóru á odda 16-14 í
hálvleikinum. Tó tók Kyndil
dik á seg í seinna hálvleiki
og vendi hóttandi tapinum
til sigur – Kyndil vann dystin
29-27.
Sigurin hjá Kyndli merkir,
at spenningurin um seinna
finaluplássið hjá monnum
framvegis er til staðar. Sum
sæst á stigatalvuni aðrastaðni
á síðuni, so hevur VÍF bestu
kortini á hondunum, men tó
er teoretiskur møguleiki fyri,
at bæði Kyndil og KÍF kunnu
yvirhála vestmenningarnar -
tó er tað ikki sannlíkt.
Fyri Kyndil er nevniliga
galdandi, at liðið skal vinna
sín síðsta dyst ímóti Team
Klaksvík, samstundis sum,
at VÍF tapir báðar sínar tveir
síðstu dystir, ið teir hava eftir.
Eisini skal KÍF bara vinna
tann eina av sínum tveimum
dystum, sum er ímóti júst
VÍF,
um
putlispælið
hjá
Kyndli skal ganga upp í eina
hægri eind.
Í
farnu
viku
kastaði
Teitur
Joensen
hjá
KÍF
handklæðið í ringin við
víkjandi
finaludreyminum
hjá kollfirðingum. Hetta tí, at
KÍF hevur heili 12 innanhýsis
mál at hála inn í dystinum
ímóti VÍF, og harafturat trýr
Teitur Joensen ikki uppá, at
Neistin kann taka stig frá
VÍF í seinasta umfari. Hetta
varð sagt í samrøðu við Trónd
Arge á Rás2.
VÍF skal bara vinna tann
eina
av
sínum
tveimum
síðstu dystum fyri at koma í
finalurnar.
Kyndlavenjarin trýr
ikki upp á møguleikan
Venjarin hjá mansliðnum
hjá Kyndli, Julian Johansen,
er tó ikki bjartskygdur um
teoretiska møguleikan hjá
Kyndli at koma í FM-finalur
nar.
– Trýstið er á hinum
liðunum. Vit spæla bara fyri
at hugna okkum og vænta
okkum ikki nakað finalupláss
í hesum kappingarárinum,
sigur Julian Johansen í við
merking við Sosialin.
Sostatt siga umboð fyri
bæði KÍF og Kyndil, at tey
ikki trúgva uppá, at tað ber til
at stjala finaluplássið frá VÍF.
Alt trýst er á vestmenningum
nú tað stundar til kappingar
ársenda í FTZ-deildini.
Neistamenn smurdu
klaksvíkingar av
Í tí minni spennandi FTZ-
dystinum í hesum viku
skiftinum vann Neistin heili
41-19 ímóti Team Klaksvík.
Hálvleiksstøðan var 19-5 til
neistamenn.
Neistin endar nummar
seks í FTZ-deildini, meðan
Team Klaksvík endar aftast
og nummar sjey. Hetta var
eisini greitt undan dystinum
í gjár.
Endurtøka av
finalunum hjá
kvinnum
Í Hvonndeildini vann Kyndil
í gjár greiðan sigur ímóti
Stjørnuni – heili 31-19. Hesin
sigur viðførir, at nú er enda
liga greitt, at tað verða
Neistin og Kyndil, sum hittast
í finalunum hjá kvinnum –
júst sum í fjør.
FTZ-deildin
Kyndil-H71 29-27 (14-16)
Kyndil: Finnur Hansson 9, David Edvardsen 6, Hjalti Mohr
Jacobsen 5, Josef Abrahamsen 2, Hanus H. Johansen 2, Hørður
Fannar Sigtórsson 2, Bartal Klein Olsen 1, Bárður Johannesen 1
og Tórður Guttesen 1.
H71: Peter Krogh 6, Rúni Vest Højgaard 5, Pætur Thomsen 4,
Hilmar Leon Jakobsen 4, Andor Sivertsen 3, Sigmundur Nolsø 3,
Sigmundur Dahl 1 og Oddur Bech 1.
Neistin-Team Klaksvík 41-19 (19-5)
Neistin: Rói Berg Hansen 10, Andras Joensen 8, Teis Horn
Rasmussen 6, Terji Mørk 5, Torkil Hentze 5, Herbjørn Lava 2,
Rasmus Müller 2, Jónsvein Dulavík 1, Sjúrður Thomasen 1 og
Julian Lava 1.
Team Klaksvík: Bogdan Florea 7, Vilhelm Vilhelmsen 3, Sámal á
Tjaldrafløtti Olsen 4, Beinur Heðinsson 2, Andrias Ellingsgaard 2
og Hanus Norðberg 1.
Hvonndeildin
StÍF-VB 29-28 (16-15)
StÍF: Guðrið Poulsen 8, Rebekka Justinussen 8, Birna
Tummasardóttir 6, Fríðrún Olsen 3, Ingibjørg Kass 2, Erla
Petersen 1 og Poula D. Olsen 1.
VB: Danijela Mistric 11, Ingrida Kuodyte 5, Gurið, K. Mortensen
5, Rúna M. Jacobsen 3, Una J. Nolsøe 2, Carol Symphor 1 og
Christina Holm 1.
Kyndil-Stjørnan 31-19 (18-6)
Kyndil: Marianna Geirsdóttir Eystberg 8, Turið Arge Samuelsen
7, Bjarta Johansen 6, Súsanna Petersen 2, Bára Krossteig Hansen
2, Ásleyg Súnadóttir 2, Anna Brimnes 2, Irena Dam 1 og Anja H.
Hammer 1.
Stjørnan: Tóra Eliasen 6, Simona Florea 4, Hervør Olsen 3,
Kristina Poulsen 2, Ella Petersen 2, Paula Joensen 1 og Marta
Becic 1.