Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BRÚKIÐ BARA MEG SUM DØMI – Judo er fyri øll. Tak bara mína søgu sum dømi. Eg hevði ongantíð roynt tað áður, men bleiv fullkomiliga bitin av tí, sigur Sanna Djurhuus, sum leygardagin gjørdist fyrsti kvinnuligi føroyameistarin í judo. Hon býr í Oxford í Onglandi, har hon fyri hálvum øðrum árum síðani byrjaði við judo og nú venur fimm ferðir um vikuna Pætur Albinus Ein av serligu søgunum á stóra finaludegnum hjá badmin­ton, borð­tennis og judo leygardagin var í síðst­ nevndu ítróttargreinini, har tað á fyrsta sinni var finala hjá kvinnum. Tað hava verið ógvuliga fáir kvinnuligir føroyskir luttakarar í judo, men hesaferð bar á fyrsta sinni til at hava finalu hjá kvinnum. Tað vóru tær báðar, Sanna Djurhuus úr Oxford Judo og Silja Johannesen úr Sunda Judofelag, sum hittust. Endin gjørdist, at Sanna Djurhuus vann. Oxford Tað vóru annars ikki nógv tekin um, at tann nú 24 ára gamla Sanna Djurhuus úr Kollafirði skuldi fara at gera seg galdandi í judo, tá ið hon fýra hálvum øðrum ári síðani flutti til Oxford í Onglandi at lesa stjórnmálafrøði, men soleiðis skuldi tað ógvuliga tilvildarliga fløska seg hjá henni. – Fyrstu vikuna høvdu tey eitt tiltak á universitetinum, har ymiskir felagsskapir høvdu bás og sýntu fram. Eg bar eyga við judo og hugsaði, at hetta hevði verið stuttligt, greiðir Sanna frá, sum síðani tók eitt ókeypis royndarskeið í átta vikur. – Eg bleiv fullkomiliga bitin av tí, leggur Sanna aftur­at, sum nú venur fimm ferðir um vikuna. Venjari hennara er eisini venjari hjá enska judo­sam­ bandinum, so væl liggur fyri at koma í tað rívandi menning, sum nú hevur borið hana til fyrsta FM- gullið. Fyri øll Ein hevur kanska tann for­ dómin, at judo og at berjast er meiri fyri mann­fólk. Soleiðis er støðan eisini í Føroyum, her tað eru svinn­ andi fáir kvinnu­lig­ir lut­ takarar. Sanna heldur tó, at tað als ikki burdi verið soleiðis. – Judo er fyri øll. Í fjør var ein prestur og øll hennara familja og vandu. Har eru eisini mammur, ph.d-lesandi og onnur. Vit hava konufólk úr 48 kilo upp í 80-90 kilo. Jú, tað er fyri øll. Tak bara mína søgu sum dømi. Eg hevði ongantíð roynt tað áður, men bleiv fullkomiliga bitin av tí, sigur Sanna, sum altso ikki byrjaði við judo fyrr enn hon var 22 ára gomul. – Kvinnur og menn venja saman. Tann yngsti er 17 og tann elsti er 62. Vit hava tað gott sosialt í felagnum og plaga at fara út at eta saman, sigur Sanna og peikar á hví judo í grundini er ein vinarlig ítrótt fyri øll: – Judo er ein ítrótt, sum riggar til allar hæddir og vekt­bólkar. Ert tú lágur, brúkar tú nøkur køst, sum passa til tað, og sleppur lættari inn undir hin. Ert tú høgur, kanst tú brúka beinini meira. Ert tú lættur, ert tú skjótari og so fram­ vegis, greiðir Sanna frá. Fitt fólk Hóast judofólkini tveita runt við hvørjum øðrum, har tað snýr seg um at berjast og at vinna, so avspeglar tað ikki verumátan hjá fólkunum. – Judofólk eru av allar­ fittastu fólkum, sigur Sanna. – Gaman í kappast tú ímóti øðrum, men tú kappast sanniliga eisini ímóti tær sjálvum, tí tú ert eins egni størsti kappingar­ neyti. Hevur tú ikki frið við tær sjálvum, so ber ikki til at vinna. Tað snýr seg um at trúgva upp á seg sjálvan fyrst, sigur Sanna. Sum nevnt, so venur ný­ klakti føroya­meistarin fimm ferðir um vikuna. Hon sigur, at venjingin gevur meiri enn man heldur. – Tað gevur serliga styrki. Tú hálar fólk, sum viga alt frá 50 til 100 kilo aftur og fram, kastar og lyftir tey. Man veit ikki hvussu nógv man ger, men man ger nógv til nyttu og tað er góð venjing, heldur Sanna. Vil meiri Sanna Djurhuus sigur seg ikki hava nakað per­són­ ligt mál, men hon heldur tað hevði verið stutt­ligt at sloppið við til oyggja­ leikirnar í 2019, tá ið judo verður við aftur. Hetta er upp til hana sjálva, tí sum hon sjálv sigur, so fær man akkurát tað burturúr, sum ein sjálvur leggur í tað. Sanna sigur seg tó hava eitt serligt ynski. – Mítt ynski er at kvinnu­ judo í Føroyum verður stórt, og at nógvar vera at kappast ímóti, sigur hon og heldur fram: – Nógvar halda kanska at gentur ikki eru til stríðsítrótt, og at eingin er at kappast ímóti. Tað er bara at taka eina vinkonu við, so koma kanska enn fleiri. Tað kann eisini vera, at kvinnur halda seg aftur, tí tað fyri tað mesta eru menn í judo, men tað er ein vinarlig ítrótt og er til øll støði, sigur Sanna Djurhuus og leggur at enda afturat, at framtíðin í judo sær bjartari út nú farið verður undir at byggja nýggja judohøll á Hálsi í Havn. ALBINUS@SOSIALURIN.FO Mynd: Álvur Haraldsen KONTRAST FM Kvinnuligur judomeistari: