mánadagur 4. apríl 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Triðju ferð hann var í finaluni eydnaðist tað loksins. Hallur Thorsteinsson
kann nú kalla seg føroyameistara. Tað kann Anna Mikkjalsdóttir
hjá kvinnunum eisini. Hetta var aðru ferð hon vann FM.
Bartal Poulsen úr VÍF gjørdist fyrsti føroyameistari, sum ikki er úr
HBF. 16 ára gamla stórtalentið, sum býr í Danmark, fór allan vegin og
vann á vegnum bæði Niclas Eysturoy og verandi meistaran, Benjamin
Gunnarstein. Hjá kvinnunum vann 17 ára gamla Kristina Eriksen
Pætur Albinus
Í borðtennis gjørdist talan
um tvær sera tættar finalur,
bæði
hjá
kvinnunum
og
hjá
monnunum.
Í
kvinnufinaluni hittust eins
og undanfarnu tvey árini
Durita F. Jensen úr Tór og
Anna Mikkjalsdóttir úr TBF.
Hinar
báðar
undanfarnu
finalurnar
hevur
Durita
F. Jensen vunnið báðar,
men hesaferð var Anna
Mikkjalsdóttir omaná. Hon
legði seg á odda 2-0 í settum,
men hóast Durita hótti og
javnaði til 2-2, so dró Anna
Mikkjalsdóttir longra stráðið
og vann FM við 3-2-sigri.
Hjá
monnunum
var
eisini sera tætt, har Hallur
Thorsteinsson og Fróði F.
Jensen á fyrsta sinni brustu
saman í einari FM-finalu.
Hetta var fjórða vitjanin í
eini FM-finalu hjá Fróða,
sum hevur vunnið FM tvær
ferðir, meðan hetta var triðju
ferð hjá Halli. Hann hevði
ongantíð vunnið FM áður.
Tað
gjørdi
hann
tó
hesaferð. Í einari sera tættari
og spennandi finalu megnaði
hann at vinna 11-9 í avgerandi
setti, og við allarminsta
muninum vann hann tískil
sítt fyrsta FM við 4-3-sigri.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Pætur Albinus
Í mansfinaluni í badminton
var Benjamin Gunnarstein
at síggja fyri sættu ferð. Í
fjør megnaði hann loksins
at vinna finaluna á fyrsta
sinni, og í ár var avbjóðarin
ein heilt annar, nevniliga 16
ára gamli Bartal Poulsen.
Hann
hevur
fingið
sína
badmintonuppaling í VÍF,
men hevur seinastu tvey
árini spælt í Højbjerg í
Danmark.
Fyrsta sett var ógvuliga
tætt, men tað var Benjamin,
sum legði seg á odda 1-0
í settum umvegis 21-19. Í
øðrum setti var Bartal omaná
og vann tað 21-17. Í avgerandi
settinum sá orkan út til
at ganga undan hjá 23 ára
gamla Benjamin, sum mátti
lata FM-steypið til blaðunga
avbjóðaran, Bartal Poulsen,
sum vann hetta avgerandi
settið greitt 21-14.
Hjá
kvinnunum
var
støðan nakað líknandi, har
17 ára gamla Kristina Eriksen
úr HBF var avbjóðarin hjá
Brynhild D. Carlsson. Greitt
var longu frammanundan,
at nýggjur føroyameistari
skuldi finnast, tí verandi
meistarin,
Rannvá
D.
Carlsson, er burturstødd og
luttók ikki.
Tað var Kristina, sum
legði betur frá landi og vann
fyrsta sett 21-17. Í øðrum
setti var sera javnt at enda,
men aftur her var Kristina
omaná. 23-21 vann hon og
harvið vann hon FM-gull á
fyrsta sinni.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
Mynd: Álvur Haraldsen
KONTRAST FM
HEIDURSMERKJAYVIRLIT
BORÐTENNIS
Einmansleikur, menn:
1. Hallur Thorsteinsson, Tór
2. Fróði F. Jensen, TBF
3. Pætur Albinus, Tór
Einmansleikur, kvinnur:
1. Anna Mikkjalsdóttir, TBF
2. Durita F. Jensen, Tór
3. Maria Albinus, TBF
Tvímansleikur, menn:
1. Fróði F. Jensen/Hallur Thorsteinsson
2. Peter Niclasen/Pætur Albinus
3. Knútur Jóannesarson/Sveinur M. Nolsøe
Tvímansleikur, kvinnur:
1. Durita F. Jensen/Anna Mikkjalsdóttir
2. Beinta D. Joensen/Maria Albinus
3. Anja Wongwai/Bára Guttesen
Blandaður tvímansleikur:
1. Fróði F. Jensen/Durita F. Jensen
2. Kai Roest/Anna Mikkjalsdóttir
JUDO
Judo menn -73 kg:
1. Nicolaj Skoubo, HJF
2. Búgvi Hanusarson, SKFJ
3. Dánjal á Krákusteini, HJF
Judo menn +73 kg:
1. Hjalmar Johannesen, SJF
2. Jógvan Páll Kristiansen, SJF
3. Áki Davidsen, HJF
Judo kvinnur:
1. Sanna Djurhuus HJF (Oxford Judo)
2. Silja Johannesen, SJF
3. Hansa Torgerð Ellingsgaard, SJF
Judo unglingar:
1. Bárður Hentze Lenvig, HJF
2. Dánjal á Krákusteini, HJF
3. Ári Dam Lindberg, HJF
BADMINTON
Einmansleikur, menn:
1. Bartal Poulsen, VÍF
2. Benjamin Gunnarstein, HBF
3. Niklas Eysturoy/Rógvi Poulsen
Einmansleikur, kvinnur:
1. Kristina Eriksen, HBF
2. Brynhild D. Carlsson, HBF
3. Gunnva Jacobsen, HBF
Tvímansleikur, menn:
1. Benjamin Gunnarstein/Magnus Dal-Christiansen
2. Niclas Eysturoy/Bartal Poulsen
3. Rógvi Poulsen/ -
Tvímansleikur, kvinnur:
1. Kristina Eriksen/Gunnva Jacobsen
2. Brynhild D. Carlsson/Simone Romme
Blandaður tvímansleikur:
1. Niclas Eysturoy/Brynhild D. Carlsson
2. Magnus Gaard/Kristina Eriksen
3. Magnus Dal-Christiansen/Gunnva Jacobsen
4. Benjamin Gunnarstein/Simone Romme
Hallur vann sítt fyrsta FM
Blaðungir meistarar:
Bartal og Kristina vunnu gull
BORÐTENNIS:
BADMINTON: