Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TEY BESTU RENNA SKJÓTT UNDAN HINUM Eysturoyarfeløgini vunnu trivaligar sigrar í oyggjauppgerðum, og feløgini í Gundadalu vunnu teprar sigrar, hóast tey vóru illa kroyst Jóannes Hansen Tað verður í innanhýsis uppgerðunum millum tey fýra stóru, at spurningurin um, hvør skal vinna FM fer at verða svaraður. Treyðugt so er onkur svipsari á vegnum, sum eitt nú tá ið B36 tapti á Skála, men sum heild hava tey stóru takið á hinum. Síðsta dømið um hetta var, tá ið NSÍ og Víkingur vunnu trivaligar sigrar í oyggjauppgerðum ímóti ávikavíst ÍF og B68. Og tá stóru feløgini í Gundadali megnaðu at vinna fulla úrtøku, hóast tey vóru illa sperd. TB pressaði øgiligt fyri at javna undan vindinum í Trongisvági, men HB vann 1-0, og í Gundadali kom B36 sær í trupulleikar ímóti AB, tá ið Róaldur Jakobsen sá reytt longu í 36. minutti. AB javnaði til 1-1, men hóast B36 var undirmannað í ein tíma, so eydnaðist tað at skora sigursmálið. – Tað er gott, at vit eiga so góðar álopsspælarar, staðfesti B36 venjarin Eyðun Klakstein. Hann hugsaði fyrst og fremst um Lukasz Cieslewicz, sum tók sakina í egnar hendur, tá ið hann legði meistararnar framum, og hann átti sín stóra lut í uppspælinum til sigursmálið. Næsta vikuskifti fara tey fýra stóru aftur at spæla ímóti teimum niðaru: B68-NSÍ, Skála-HB, B36- TB og AB-Víkingur. Næsta toppuppgerðin verður 17. apríl, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi. 28. apríl verður fyrsta grannauppgerðin í Gundadali. Tað var trýst á KÍ, men tað eydnaðist at vinna 2-0 ímóti Skála. Um tað fer at eydnast KÍ at lyfta seg upp millum tey stóru er opin spurningur. Sunnudagin skal KÍ til Fuglafirðar, og annan sunnudag fara meistararnir í B36 norður til Klaksvíkar. Tað var sum dagur og nátt Størsta skrædlið higartil í ár var, tá ið NSÍ smurdi ÍF av. Fuglfirðingar fóru til hús aftur við 6-1 tapi. Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Clayton Soares um munin við góðum stútara. So var kenslan, at tað kanska fór at bera til hjá ÍF at taka NSÍ leiðsluna aftur, sum Klæmint A. Olsen og 28 ára føðingardagsbarnið Einar Tróndargjógv høvdu syrgt fyri. So var tað, at stórspælandi Árni Frederiksberg við hornasparki sendi bóltin beinleiðis í handara síðunetið, og í fimm minuttir skoraði NSÍ tríggjar ferðir aftrat. – Avrikið síðsta hálva tíman var vánaligt, ja sum at síggja lið í bestu deildini spæla ímóti einum í triðju deild, staðfestir ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen. Hann dugir illa at siga, hví tað gekk av skriðuni: – At orkan hvarv kann hava við sjúku at gera. Santos liggur sjúkur, og tríggir aðrir spældu við fepri. Vit høvdu avrátt, at vit skuldu tora at spæla. Tað gjørdu vit ikki fyrra partin av fyrra hálvleiki. Tað varð frægari, og vit vóru um at fáa um endan , men so gekk av skriðuni, og tað mugu vit allir taka á okkum. Klæmint A. Olsen hevur trý tey síðstu árini verið toppskjútti. Leygardagin skoraði hann tvær ferðir, og 17 ára gamli Petur Kundsen og miðverjin Jens Joensen við kandidati til ársins mál skoraðu eisini. Enn einaferð var Árni Frederiksberg eyðsýndur í framrættaða partinum. – Eina løtu gekk tað ov seint fyri seg, men so glapp tað, og vit høvdu møguleikar at skora uppaftur fleiri mál. Men sjálvandi eru vit fegnir um at hava vunnið 6-1. Síðani tapið ímóti HB í fyrsta umfari hava vit rættiliga verið í arbeiðsklæðunum, og tað hevur givið úrslit, sigur Árni Frederiksberg. Hetta er gull vert Tað tørnaði akkurát soleiðis út, sum HB venjarin Jan C. Dam undan ferðini til Trongisvágs hevði roknað við. Hann roknaði hetta at vera torføra avbjóðing, har størsta HB dygdin skuldi verða at stríðast og arbeiða ímóti vindinum og grammu mótstøðumonnunum. HB vann 1-0. Rókur Jespersen skoraði einsamalla málið eftir eitt korter. Talan var um tvífalt mistak hjá heimaliðnum. Ndende misti bóltin í miðkringinum, og úr einum 40 metrum var bólturin lyftur upp um uttarlaga stadda TB málverjan. – Hesin sigurin er gull verdur, tí tað er altíð torført at spæla ímóti TB á útivølli. TB hevði í seinna hálvleiki fríska vindin undan, og okkara spæl riggaði ikki, sum tað hevur gjørt. Vit vardu og hildu teir frá uppløgdum møguleikum í opnum spæli. Teir vunnu eina rúgvu av hornaspørkum, og tað var vandamikið, tá ið bólturin ofta dansaði leysur í málteiginum, sigur HB miðvallarin Tróndur Jensen, sum saman við eyðsýnda Fróða Benjaminsen tók eitt ordiligt tak frammanfyri verjuna, har raski Jákup F. Hansen var spildurnýggjur maður undir liðini á Johan Troest Davidsen. TB spælararnir vóru vónbrotnir, nú teir fyri aðru ferð taptu 1-0 á heimavølli: – Síðstu løtuna høvdu vit bara tríggjar í verjuni og nógv fólk frammi. Vit spældu okkum til møguleikar, men stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki vinna úrtøku. Eisini áttu vit at havt fingið mál burturúr øllum hornaspørkunum, sigur nýggi TB miðvallarin Salmundur Bech, sum undan hesum kappingarárinum skifti úr FC Suðuroy og til TB. – Fýra stig í fýra umførum er ikki nóg gott, tá ið ætlanin er at vera millum tey fýra fremstu! Páll vil hava høvdið við Philip Djordjevic var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur vann 4-0 á heimavølli ímóti B68. Harvið er hann á máltindinum saman við Klæminti A. Olsen. Fyrra málið skoraði hann átta minuttir undan steðginum. Inntil tá hevði B68 hildið tørn, men síðstu løtuna undan steðginum skoraðu Djordjevic og 20 ára gamli Magnus Jarnskor, sum rættiliga hevur bitið seg fastan á Víkinga liðnum. – Vit vóru væl við í meiri enn ein hálvan tíma. Men so vórðu vit ov grammir. Ov nógvir vóru ov frammarlaga, og tað sektaðu royndu mótstøðumenninir. Okkara hava ikki so nógvar royndir, og tað sæst. Ov ofta fara FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Gamalt var at argjamenn hildu við B36. Fyri tað nýtast vit ikki at geva teimum sigurin í dag. Skuldu havt vunnið í dag, men sum so ofta fyrr, so mangla vit avsluttarin. Hinvegin, ikki meistaraspæl frá teim hvítu. Koyr á frensar. KRISTIAN JOENSEN KÍ Vit skora tvey mál og so er alt sagt. Flotta fótbóltsspæli í KÍ verður harliga eftirlyst. SÆBJØRN LEITI ÍF Hatta sum eg sá í dag var gott nokk ikki nakað at reypa av, vit nittaðu ikki ein plaf, men tað gjørdi nsí tros alt, vit mugu upp á hestin aftur. Koyr á ÍF ALLAN ENGHAMAR HB Vit vunnu, tađ er vigtigast. Nýtist ik altíđ verđa so pent. Men! At TB stillar viđ 6 av 11 monnum sum eru útlendskir er ófatiligt og burdi ik verđi lov, men skommina eiga teir. LISSI MOURITSEN B36 Róaldur REYTT … Hmm ! MEN hann náði tú meg – AB spældi ljótt og eingin floytaði eftir teimum!!! Reytt kort til dómara og linjuverjar!!! Vit vunnu og stigini telja! Pingel = Tann nýggji HULK. Og eitt stórt heraklapp til okkara málverja Føroya besti! Einaferð og Altíð B36 JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Tá man spælir ein miðal- góðan dyst og allíkavæl sorlar fuglfirðingar sundur 6-1 haldi ikki at har er so nógv at grenja um! Føðingardagsbarnið skorar, Klæmint skorar sum altíð, Árni skorar, unga supertalentið skorar, og Jens mosar eitt psykopat mál í kassan. FÓTBÓLTUR