Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Neli Heldarskarð Tað eru farnir 36 minuttir av dystinum í Gundadali ímillum B36 og AB. Sum ætlað og væntað eru tvífaldu føroyameistararnir úr B36 á odda 1-0 ímóti AB, ið verður roknað sum eitt av teimum liðunum, sum fara at liggja í tyngra endanum av Effodeildini í hesum kappingarárinum. Stóra stjørnan hjá B36, Lukasz Cieslewicz, hevur bóltin, tá ið hann skal spæla bóltin aftur til Hørð Askham í miðverjuni hjá B36. Sending­in miseydnast, og tað endar við, at framherjin hjá AB, Patrik Johannesen, og snúningsdepilin á mið­ vøllinum hjá B36, Róaldur Jakobsen, fara tvísporandi eftir bóltinum. Verður Patrik fyrstur á bóltinum, so er hann púra fríur ímóti B36- mál­verjanum. – Lukasz hevur bóltin og skal spæla bóltin aftur til Hørð. Ímeðan hyggi eg upp fyri at síggja, hvar mínir viðleikarar eru. Brádliga síggi eg, at bólturin fer framvið Hørði, og so eru bara Patrik og eg eftir at dystast um bóltin. Fyrst helt eg, at eg rakti bóltin áðrenn Patrik, men hann hann megnaði nokk at fáa kroppin ímillum bóltin og meg, áðrenn eg feldi hann, sigur Róaldur Jakobsen í samrøðu við Sosialin. Báðir leikararnir detta, og tað ganga nøkur sekund, áðrenn Petur Reinert, dómari, tekur eina avgerð. At enda dømir hann tó fríspark til AB. – Eg vónaði, at eg fór at fáa gult, men tá ið eg sá, at dómarin og linjuverjin fóru at tosa saman, so bleiv eg rættiliga sann­førdur um, at eg fór at fáa reytt kort. Og um dómarin dømir reytt, so man tað helst vera í lagi. Og so varð. Róaldur fekk reytt kort, ið bert er hansara seinna útvísing, síðani hann byrjaði at spæla á besta liðnum hjá B36 sum 17 ára gamal í 2008.  Ein løgin kensla Eftir reyða kortið vóru 54 minuttir eftir at spæla, har Róaldur Jacobsen mátti sita 4 TÓRÐUR THOMSEN Bjargaði fríum møguleika hjá Patriki í fyrra hálvleiki. Sá ikki skuldarleysur út í samband við málið hjá AB, men fær gott støðumet fyri sína rimmar bjarging í yvirtíðini. 3 JÓNAS TÓR NÆS Ikki kom nógv burturúr frameftir, og men tó var verjuavrikið rættiliga gott. 4 ANDRIAS ERIKSEN Gjørdi ein stóran feil í fyrra hálvleiki, ið viðførdi fyrsta stóra møguleikan til Patrik. Í seinna hálvleiki var hann tó ein sannur brandur í miðverjuni.  3 HØRÐUR ASKHAM Gott avrik, tó var hann ikki líka eyðsýndur í miðverjuni sum Andrias.  3 BENJAMIN HEINESEN Fekk sítt at arbeiða við, men avrikið var á einari leið, hóast hann ognaði sær eitt heldur óneyðugt gult kort. Miðal avrik.  2 HØGNI MADSEN Ov nógvar skeivar sendingar, ið ikki raktu røttu adressu. Stóð ikki sterkur í myndini. 2 RÓALDUR JAKOBSEN Ta tíðina, ið bóltsnillingurin var inni, var avrikið gott, men sjálvandi telur tað nógv niður, at hann setur lið sítt í eina trupla støðu, tá ið hann fekk reytt kort. 3 GESTUR BOGASON DAM Byrjaði á vinstra vongi, men varð fluttur inn á sentralu miðuna eftir útvísingina. Legði ikki stórvegis merki til hann, men tó gott stríðsavrik sum altíð. 4 SEBASTIAN PINGEL Hevði nakrar naskar royndir og bleiv dystaravgerandi við sínum máli til 2-1. 4 LUKASSZ CIESLEWICZ Sum so mangan áður vísti hann klassan, tá ið tørvurin á honum var størstur. Skoraði fyrra málið, hevði triðsíðsta fót á seinna málið, og allan dystin á tamb helt hann væl upp á bóltin. Tó átti hann sín lut í støðuni, sum førdi til reyða kortið hjá Róaldi. 3 JÓGVAN SKEEL NOLSØE Spældi sum heild ikki serliga væl, men verður lyftur upp á miðal, tí at hann legði upp til dystaravgerandi málið hjá Sebastian Pingel.  3 JÁKUP Á BORG Var inni síðsta korterið, har B36 fyri tað mesta var á egnari hálvu og byrgdi fyri. Hansara partur lá ikki eftir.  PÆTUR PETERSEN Ov stutt inni at fáa eina meting SPÆLARAMETING »EIN LØGIN KENSLA« Soleiðis sigur Róaldur Jakobsen um, hvussu tað var at standa uttanfyri og hyggja at aftaná, at hann var blivin vístur av vølli. Tó vunnu liðfelagarnir hjá Róaldi úr B36 dystin, sum AB annars væl hevði kunnað fingið stig burturúSoleiðis sigur Róaldur Jakobsen um, hvussu tað var at standa uttanfyri og hyggja at aftaná, at hann var blivin vístur av vølli. Tó vunnu liðfelagarnir hjá Róaldi úr B36 dystin, sum AB annars væl hevði kunnað fingið stig burturúr 1 til 6 FÓTBÓLTUR DYSTURIN HESA VIKUNA B36 sýtti Árna at spæla Árni Guldborg Nielsen er í løtuni útlæntur frá B36 til AB. Hann slapp tó ikki at spæla við ímóti eigarafelagi sínum í gjár, tí at B36 hevur sett treyt í leigusáttmálan um, at miðvallarin sleppur ikki at spæla við í dysti ímóti eigarafelagi sínum. Hendan ásetingin er millum annað eisini kend úr Premier League.