Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 HEÐIN STENBERG Fekk ikki gjørt stórvegis við málini og var tryggur í tí, sum hann annars gjørdi - hóast tað ikki var nógv. 3 JÓNAS STENBERG Ikki feilfríur, men gekk rímiliga væl á høgra vongi ta síðstu løtuna. 2 DIMITRIJE JANKOVIC Kláraði ikki at fylgja við Lukasz, tá ið skorað varð til 1-0. Beint aftaná fekk hann gult kort fyri at gera eitt óneyðugt fríspark. 4 RÓI DANIELSEN Stóri kletturin í miðverjuni gjørdi tað væl í verjustøðu og skoraði málið hjá AB. Tó undrunarvert, at hann ikki fekk gult kort fyri eina grova takkling í fyrra hálvleiki. 3 SANDRI FÆRØ Vinstri bakkur er ikki hansara vanliga pláss, men hann kom ofta væl framvið, og hann stóð seg eisini fínt í verjuni. 3 BÁRÐUR OLSEN Í fyrra hálvleiki spældi hann mangan bóltin væl frá sær, men hann burdi gjørt fríspark á Lukasz Cieslewicz, tá ið B36 skoraði til 2-1.  2 ARON CLEMENTSEN Byrjaði á fyrsta sinni inni fyri AB. Stríðshugurin var har, men onkursvegna var hann ikki ein, sum ein legði stórvegis til merkis. 3 DAN Í SOYLU Miðal avrik á miðuni, og var hann maðurin, ið legði upp til málið hjá AB við góðum hornasparksinnleggi. 3 KARSTIN HØJGAARD Stríðshugurin var framúr, og rann hann sera nógvar metrar. Við bólti manglaði hann tó at blíva avgerandi. 4 SÍMUN SAMUELSEN Fyrsti dysturin hjá Símuni í AB var væleydnaður. Var ein støðug hóttan í vinstra borði, og við eitt sindur meira av hepni hevði hann bæði kunnað skorað ella lagt upp til mál. 3 PATRIK JOHANNESEN Brendi tveir risa møguleikar í fyrra hálvleiki, har hann burdi skorað. Tó var hann eisini atvoldin til reyða kortið hjá B36, og sum heild fekk AB nógv burturúr áleyparanum - tó ikki mál. 3 KÁRI NIELSEN Spældi síðstu 20 minuttirnar. Hevði tvær rímiligar royndir á mál.  3 GUNNAR HARALDSEN Spældi umleið síðsta korterið frammarlaga í vøllinum. Mundi javnað í yvirtíðini, og stríddist hann væl. uttanfyri  ímillum áskoð­ar­ ar­nar og hyggja at, meðan lið­felagarnir herjaðu á. – Kenslan er so løgin, sum hon kann verða, tá ið mann bara stendur uttanfyri og hyggur at í slíkari støðu. Mann kennir seg illa og fær onki gjørt. Men aðrir tóku ábyrgd, og tað gleðist eg um, greiðir Róaldur frá. Tí sum tey flestu vita, so stóð B36 eftir sum sigurs­ harri, hóast AB spældi 11 ímóti 10 í næstan ein heilan tíma. Onki meistaraspæl Hóast liðini væntast at enda í hvør sínum enda av stigatalvuni, so var ilt at at síggja mun á liðunum í fyrra hálvleiki. B36 hevði bóltin nakað meir, men bein­leiðis vanda­mikið bleiv tað ongantíð hjá árstals­ felagnum. Hinvegin lúrdi AB upp á kontra, og tað var júst eftir eitt snarálop, at AB burdi lagt seg á odda eftir 10 minuttir, tá ið Patrik Johannesen bleiv púra leysur við Tórð Thomsen. Tórður vardi tó væl fyri. Sum heild sýndi B36 á ongan hátt nakað meistara­ spæl í gjár, men tað er ikki altíð neyðugt, tá ið Lukasz Cieslewicz er á liðnum. Eftir ein hálvan tíma varð kviki pól­ lend­ing­ur­in spældur leysur av Andriasi Eriksen, og so var 1-0 til B36. AB kendi ikki vitjunartíðina Stutt eftir málið fekk Patrik Johannesen enn eina­ferð serverað ein stóran mál­ møgu­leika, har bólturin burdi endað í net­meskun­ um, men enn einaferð var tað óneyv­leikin, ið ráddi.  Síðani kom reyða kortið, og eftir hetta var talan um einvegis ferðslu mót­vegis B36-málinum restina av fyrra hálvleiki. Tað førdi til góðar støður í brots­teigin­ um hjá B36 og ein góðan málmøguleika til Símun Samuelsen, men inn fór bólturin ikki.  Eftir fyrra hálv­leik sat ein við kensluni av, at argja­menn bara høvdu seg sjálvar at takka fyri, at  B36 fór til hálvleiks við odda­leiðslu, hóast heima­ liðið hevði skorað upp á sín einasta veru­liga mál­møgu­ leika, meðan AB hevði brent ov nógvar kjansir og ikki gagn­nýtt tær mongu góðu støðurnar, ið teir komu í á síðsta triðinginum. AB kendi snøgt sagt ikki sína vitjunar­ tíð, tá ið møguleikarnir at skora vóru teir bestu. Liðskiparin fekk hol á Illa hevur gingið í hond hjá AB at skora mál í ár – undan dystinum í gjár var einasta málið hjá AB í hesum kappingarárinum skorað í fyrsta umfari upp á brotsspark. Eftir 55 minuttir brast tó loksins fyri nev hjá ljósabláa úti­liðnum. Horna varð sent innfyri, og har var tað stóri liðskiparin hjá AB, Rói Danielsen, sum varð hægstur og skallaði bóltin í netið til 1-1. Tórður Thomsen sá ikki alt ov heppin út í støðuni. Nú hevði AB fram­vegis 35 minuttir eftir í yvir­tali, og óivað tráð­aðu argja­ menninir nú eftir øllum trimum stigun­um. Men veru­leik­in er tann, at B36 hevur betri leik­ar­ar enn AB, og tað gjørdist sjón­ligt, tá ið av­gerðin í dystinum fall eftir 65 minuttir. Tá vísti Lukasz Cieslewicz enn einaferð sín klassa. Fyrst rak hann framvið einar tveir AB-leikarar, sum ikki tyktust at tora at nerta hann, áðrenn hann spældi Jógvan Skeel í góða støðu, sum víðari sendi bóltin inn til Sebastian Pingel, ið við sínum máli nummar tvey í B36-blusuni skoraði sigursmálið fyri heimaliðið. Tað hendi nevniliga ikki tað heilt stóra eftir málið til 2-1. Tó brendi á í sjálvari yvirtíðini, tá ið Gunnar Haraldsen úr stuttari fjarstøðu fekk sent bóltin ímóti B36-málinum, men Tórður Thomsen vardi meistarliga fyri - harvið vann B36 2-1. Í Gundadali skal B36 vinna – Fyri okkara viðkomandi er ein og hvør dystur í Gunda­ dali ein must-win dystur. AB- spælararnir plaga eisini at vera raskir ímóti júst okkum, og tí vistu vit, at dysturin fór at blíva trupul, vóru seinastu orðini frá Róaldi Jakobsen. Sum tað kann lesast aðrastaðni á hesum síðum, so hevur AB trivist væl í Gundadali í teimum seinastu árunum. Eftir fýra umfør hevur B36 níggju stig, sum sjálv­ andi ikki er heilt so galið, men tó skal havast í huga, at B36 bert hevur spælt ímóti liðum, sum væntast at enda í niðaru helvtini av deildini. B36 skal veruliga standa sína roynd frá sætta til níggjunda umfar, tá ið mótstøðuliðini eru KÍ, NSÍ, HB og Víkingur í nevndu raðfylgju. Ringu byrjanirnar eru afturvendandi Eftir fýra umfør hevur AB framvegis ikki vunnið nakran dyst, og bert tvey mál eru blivin skorað. Tað er ongin loyna, at hópurin ikki er tann breiðasti, og tí rakar tað meint, tá ið menn sum Andri Freyr Bjørnsson, Árni Guldborg Nielsen og Rasmus Dan Sørensen sita uttanfyri av ymsum orsøkum. Leikararnir, ið AB skifti inn í gjár, vóru allir verjukendir spælarar, og tað var ikki tað, ið tørvur var á, tá ið AB var aftanfyri. Men satt at siga hevði Trygvi Mortensen ikki annað val við teimum leikarum, sum vóru til taks í gjár. Spurningurin er so, nær AB fer at vinna sín fyrsta dyst. Í 2013 tók tað 12 umfør, áðrenn AB vann sín fyrsta dyst, meðan tað í 2015 ikki var fyrr enn í 19. umfari, at AB á fyrsta sinni fór av vøllinum við sigri í skjáttuni. Í 2014 var øðrvísi, tá ið AB fyri, einastu ferð í søgu felagsins (higartil) vann í fyrsta umfari í bestu deildini. Í komandi umfari spælir B36 á heimavølli ímóti TB, meðan AB tekur ímóti Víkingi. SPÆLARAMETING 1 til 6 B36-AB 2-1 (1-0) 1-0: Lukasz Cieslewicz 30. 1-1: Rói Danielsen 55. 2-1: Sebastian Pingel 66. Dómari: Petur Reinert B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen – Sebastian Pingel (Pætur Petersen, 85.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe (Jákup á Borg, 75.) Gult kort: Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel Reytt kort: Róaldur Jakobsen 36. (beinleiðis reytt) Venjari: Eyðun Klakstein AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Sandri Færø – Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen (Kári Nielsen, 69.) - Karstin Højgaard (Martin Midjord, 83.), Patrik Johannesen, Símun Samuelsen (Gunnar Haraldsen, 79.) Gult kort: Dmitrije Jankovic, Aron Clementsen, Martin Midjord Venjari: Trygvi Mortensen FÓTBÓLTUR Plussið fer til besta leikaran í Effodeildini, Lukasz Cieslewicz. Sum so mangan áður var tað hann, ið var stóri meistarin handan sigurin hjá B36 AB spældi í yvirtali í meira enn 54 minuttir á einum degi, har B36 avgjørt var at tosa við. Argjamenn skulu hava stig í slíkum dysti. Endiliga taptu frensarnir í tikaraholuni Undan dystinum í gjár hevði AB ikki tapt á útivølli ímóti B36 síðani 18. august 2013. Eftir hetta fóru argjafrensarnir ósigraðir úr Gundadali ímóti B36 tríggjar ferðir á rað, áðrenn mynstrið varð brotið í gjár. Myndir: Álvur Haraldsen