Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Fjórða umfar er farið afturum í effodeildini. Eitt umfar við fimm favorittsigrum, tó kundi TB havt knógvað HB við Stórá í Trongisvági, og AB hevði avgjørt møguleikan við 11 ímóti 10 monnum at fáa úrtøku ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali. Men havnarliðini riðu stormin av, og tí er staðfest, at talan er um fimm favorittsigrar í hesum umfarinum, har FM-kandidatarnir Víkingur og NSÍ vunnu heimasigrar, og KÍ vann á uppflytarunum hjá Skála. Tað er tó ikki teir fimm favorittsigrarnir, sum standa best eftir í minninum, tá eg skal minnast aftur á fótbóltssunnudagin 3. apríl í 2016. Tað eru heldur tvær hendingar, sum hava óbeinleiðis og beinleiðis samband við fjórða umfar í effodeildini, sum standa eftir í minninum. Hópurin hjá HB var væl vitandi um, at talan fór at verða um torføran útidyst við Stórá í Trongisvági, og stórt fokus mátti haldast hjá øllum spælarunum til torføru uppgávuna. Kortini, um enn tað var eitt síðuspor í fyrireikingunum, so vísti hópurin hjá HB ein framúr stóran gestus, tá teir allir møttu upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi nakrar tímar áðrenn dystarbyrjanina við Stórá í Trongisvági. Endamálið hjá HB-spælarunum var at fara á vitjan hjá einum tí fremsta HB-fjepparunum, Herluf Guðmundarsson, sum liggur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Ein løta, sum lyfti tann, sum fekk hesa vitjan nógv, men eisini ein løta við stórum menniskjaligum faktori, sum gav endurljóð kring alt landið. Hin hendingin, sum setti seg í minnið var løtan, sum hendi í 77. minutti í dystinum millum Víking og B68 í Sarpugerði í Norðragøtu. Hetta var løtan, tá dugnaligi og sterki áleyparin úr Vági, Jón Krosslá Poulsen loksins fekk sínar fyrstu minuttir á vøllinum fyri Víking í effodeildini. Fagnaðurin var stórur, og góvu eysturbúgvar Jóni eina hjartaliga móttøku tá hann rann inn á vøllin. Tað einasta, sum fattaðist at gera dagin fullkomnan var, at vágbingurin skoraði eitt mál, men tað er ein minni lutur í mun til sigurin tað er, at hann aftur kann tørna til á einum fótbóltsvølli. Fyri stuttum var Jón Krosslá Poulsen út fyri einari álvarsamari arbeiðsvanlukku, og tí fegnaðust allar Fótbólts- Føroyar, tá tað frættist, at hann aftur var at síggja á leikvøllinum aftaná longri steðg. Jón hevur skotið nógv mál fyri barndómsfelagið, og hann fer uttan at roynast Víkingi hollur. Nú vóna vit eisini, at Herluf Guðmundarson skjótt verður at síggja í Gundadali aftur til heimadystirnar hjá HB. Fimm favorittsigrar blivu tað til, men tað størsta og tað besta við fótbóltssunnudegnum 3. apríl í 2016 var, at menniskjaligi faktorurin sigraði, og tað stórt eisini. Menniskjaligi faktorurin sigraði KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið hava U19- landsliðið hjá kvinnum og U20-landsliðið hjá monnum í flogbólti verið við í EM-undankappingum – kvinnurnar í Skotlandi og menninir á Kýpros – og í báðum førum eydnaðist at vinna ein av fýra dystum. – Tá vit fóru avstað, høvdu vit jú ikki ánilsi av, hvat ið møtti okkum, men tað skuldi vísa seg, at bæði liðini fingu øgiliga stóra mótstøðu. Men samstundis upplivdu vit eisini, at spæl­ ararnir mentust ígjøgnum kappingar­nar, so avrikini bara blivu betri og betri, so hvørt sum teir vandu seg við bæði um­støðurnar og ta mótstøðu, liðini fingu frá hinum londunum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flog­bólts­sambandi Føroya, ið sjálvur var við kvinnunum í Skotlandi. – Hjá okkum er tað yvir­ høvur soleiðis, at spælararnir eru øgiliga ungir, sum manna liðini í Eik-ligunum hjá bæði kvinnum og monnum. Tí kunnu vit fara av landinum við ungdómsliðum, ið longu telja royndar spælarar, sum hava roynt mangt og hvat í heimligu kappingini. Fleiri av hesum spælarunum, ið vóru við hjá U19-kvinnunum og U20-monnunum, eru berandi kreftir á sínum liðum, so teir eru vanir við dystir, har eitt sindur av trýsti er á. Verður roynt aftur Formaðurin í Flog­bólts­sam­ bandin­um er nøgdur við avrikini hjá báðum liðunum og staðfestir, at vit nú hava eina so mikið sterka heimliga kapping, at spæl­ar­ar­nir eru klárir, tá teir koma til sovorðnar kappingar, har mót­støðan er ein onnur, enn hon annars plagar at vera, tá tey vanliga spæla. – Um vit taka menninar, so eru vit øgiliga væl nøgd við teirra avrik, tí teir tóku seg nógv fram frá dysti til dyst og megnaðu enntá at vinna á Norðurírlandi í seinasta dystinum, sum var eitt veruliga gott avrik. Hartil eru fleiri av spælarunum á U20-landsliðnum so mikið ungir, at teir hava aldur til eisini at fara við næstu ferð, sigur Magnus Tausen. – Somuleiðis eru vit sera væl nøgd við tað, kvinnurnar vístu í síni kapping, tí har koppaði tað akkurát skeiva vegin frá byrjan – fyrst í dystinum ímóti Luxembourg, sum bleiv ein fimmsettari, og so eisini ímóti Skotlandi, har serliga tey bæði fyrstu settini vóru sera góð, sæð við føroyskum eygum. Og so blástu tær Norðurírland av vøllinum, áðrenn tær ímóti Kypros møttu sera góðari mótstøðu, men allíkavæl megnaðu at leggja mótstøðuliðið undir trýst. So mikið nøgdur er flogbóltsformaðurin við tað, ungdómslandsliðini bæði hava avrikað um vikuskiftið, at hann er ivaleysur í, at hetta verður endurtikið: – Nú er tað sjálvandi eisini ein fíggjarligur spurningur, men royndirnar frá hesum báðum kappingunum hava víst okkum, at vit saktans kunnu spæla við, so hetta eru kappingar, vit ætla okkum at fara aftur til, sigur Magnus Tausen. HILMARJAN@SOSIALURIN.FO FLOGBÓLTURIN Í FRAMGONGD Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava U19-kvinnur og U20-menn í flogbólti um vikuskiftið roynt seg í EM-undankappingum – og bæði liðini stóðu seg væl ÚRSLIT U19-kvinnurnar Føroyar-Luxemborg 2-3 (8-25, 25-23, 25-23, 22-25, 9-15) Føroyar-Skotland 0-3 (27-29, 24-26, 17-25) Norðurírland-Føroyar 0-3 (17-25, 20-25, 11-25) Kypros-Føroyar 3-0 (25-22, 25-15, 25-15) U20-menninir Føroyar-Norðurírland 1-3 (23-25, 18-25, 25-22, 20-25) Kypros-Føroyar 3-0 (25-7, 25-14, 25-20) Skotland-Føroyar 3-0 (25-20, 25-12, 25-13) Norðurírland-Føroyar 1-3 (22-25, 25-20, 22-25, 23-25)