Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tillukku við ársins máli higartil – Takk. Hatta er ikki ársins mál higartil. Hatta verður ársins mál! Nú mást tú greiða frá. Hvat hendi? – Eg veit ikki hvussu hatta kallast, men sannleikin er at eg síggi faktist ikki bóltin tað seinasta pettið. Sum aðrir góðir fótbóltsspælarar, so veit eg hvar bólturin er og hvar málið stendur ;) Var hatta avtalað áðrenn? – Ja, hatta var avtalað, tí teir liggja so langt inni, tá tað er horna. Upprunaliga var meiningin, at eg skuldi renna longur út, men so hendi hatta. Er hatta besta málið hjá tær nakrantíð? – Eg havi faktist skorað eitt líknandi mál, tá fór bólturin bara upp í trýkantin. Og tað passar. Hvussu fegnast man um ein 6-1 sigur á ÍF og eitt so flott mál? – Tað er leygarkvøld, so nú fer proppurin av sjampagnufløskuni. Nei tvætl, tað verður av ongum. Nú hava vit fokus á komandi dysti Vikan ið fór Lækni pástendur í The Sunday Times, at hann hevur dopað 150 bretskar ítróttarstjørnur. Har í millum Premier League fótbóltsspælarar úr feløgum sum Arsenal, Chelsea, Leicester og Birmingham. Jóan Símun Edmundsson byrjar inni fyri OB, men verður útskiftur í hálvleikinum í 1-0 taptinum fyri Randers á heimavølli. Dávur Magnussen vinnur landavegssúkklukappingina hjá TSF. Gudmundur Joensen blívur nummar tvey, meðan Gunnar Dahl- Olsen blívur nummar trý. U19 kvinnulandsliðið í flogbólti skirvar søgu, tá tær fáa sítt fyrst stig í eini EM- undankapping. Tað var í tepra 2-3 tapinum fyri Luksemborg. U20 menninir í flogbólti endurtóku bragdi hjá U19 kvinnunum dagin eftir, og vunnu somuleiðis sítt fyrsta EM undankappingarstig móti Norðurírlandi. Føroyar vunnu 3-1. Hollendska fótbóltslegendan, Johan Cruyff, doyr eftir at hava stríðst við krabbamein. Johan Cruyff bleiv 68 ár ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er ein av dokumentarur í røðini hjá ESPN, sum eitur 30 for 30. Hesa ferð eru vit afturi 90 unum, tá kríggið í gamla Jugoslavia brestur á. Eins og í fótbólti og øðrum ítróttargreinum, so hevur Jugoslavia eitt framúr sterkt landslið í kurvabólti. Liðið er samansett av millum annað kroatum, serbum og øðrum tjóðarbólkum. Tvær av stjørnunum eru vinnmenninir Vlade Divac, sum er serbi, og Dražen Petrović, ið er kroati. Teir spæla báðir í NBA í USA, tá Jugoslavia vinnur HM í kurvabólti, sum er í Argentina. Í Jugoslavia er støðan spent millum fleiri av landspørtunum, og tí kemur tað illa við, at ein áskoðari rennur á við einum kroatiskum flaggi. Tað endar við, at Vlade Divac tekur flaggið frá manninum. Hendingin fær nógva umtalu og Dražen Petrović ynskir ikki at tosa við Vlade Divac meir. Sendingin snýr seg nógv um Vlade Divac, tí í 1993 doyr Dražen Petrović í eini bilvanlukku. Dokumentarurin verður mettur sum ein av teimum sterku hjá ESPN í hesum sambandi. HYGG UM: Tú er sinnaður at fáa ein lektión í kríggj, politikki og ítrótti – alt blandað saman IKKI HYGGJA UM: Tú bara ynskir ítróttarligan íblástur úr NBA. HVUSSU ER AT HYGGJA: Hann er væl gjørdur við nógv keldum. Hann verða tungur í løtum HVAT SIGUR TÚ? Avgjørt vert at hyggja eftir, um áhugin er fyri hesi blandingini trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA Vlade Divac verður enn tann dag í dag mettur sum ein fjendi av Kroatia. Jens Joensen (NSÍ) um flotta málið móti ÍF Jógavn Martin Olsen, venjari hjá ÍF, tá hann bleiv spurdur um hvat hann fór at siga við spælararnar, eftir 6-1 ósigurin í Runavík – Eg havi eina ferð skorað eitt betri mál enn hatta, tá fór bólturin í trýkantin – Hevur tú nøkur góð ráð? Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jens Joensen Aldur: 26 Ítróttur: Fótbóltur (NSÍ) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvussu eitur føroyameistarin hjá monnum í badminton? 2 Í dystinum ímóti AB í gjár varð ein B36-ari útvístur. Hvør? 3 Hvussu eitur føroyameistarin hjá kvinnum í borðtennis? 4 Tvey føroysk ungdómslandslið kappast í hesum døgum á Kýpros. Í hvørji ítróttargrein? 5 Hvussu eita badminton-brøðurnir Benjamin og Nikolaj til eftirnavn? 6 Hvør gjørdist um vikuskiftið fyrsti kvinnuligi føroyameistari í judo? 7 Hvussu eitur høvuðsvenjarin hjá Giza/Hoyvík? 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. Bartal Poulsen, 2. Róaldur Jakobsen, 3. Anna Mikkjalsdóttir, 4. Flogbólti, 5. Gunnarstein, 6. Sanna Djurhuus, 7. Frankie Jensen, 8. Kristina Eriksen Dokumentarurin: Ummælið: Once Brothers ÍTRÓTTAR UMMÆLI