mánadagur 4. apríl 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍÐ TRÚÐ UPPÁ TAÐ
Bukarest. Facebook er á tremur
við vinarumbønum frá fjepparum
hjá felagnum, hann verður biðin
um at skriva autografar og skal nú
møta tríggjar dagar áðrenn dyst.
– Spæla vit sunnudag, so møta
vit longu fríggjadag og búgva á
venjingarstøðini til dysturin er. Vit
sleppa líka at møta familjuni í eini
sølumiðstøð. Annað enn tað, so eta
vit, venja og sova, sigur Kaj Leo í
Bartalsstovu, sum tó ikki leggur so
nógv í.
– Hetta er dreymurin, sum eg
altíð havi viljað livað. Nú nyttar ikki
at grenja, leggur bóltsnillingurin
afturat brosandi.
Kaj Leo í Bartalsstovu býr
saman við damuni, Martu Hansen.
Tey búgva nú í eini íbúð, eftir at
hava búð á gistingarhúsi í tríggjar
vikur. Hann ásannar, at onkutíð er
ikki nógv tíð til damuna.
– Tað eru dagar, har eg eri vekk
frá klokkan 10 um morgunin, til
klokkan átta um kvøldið. Tað er tá
vit hava tvær venjingar. Her møtur
tú eisini ein tíma áðrenn venjing,
fyri at gera teg kláran. So tað er ikki
sum í Víkingi ella Levanger, har
tú kanst møta eitt korter áðrenn,
greiðir Kaj Leo í Bartalsstovu frá.
Ikki sparkaður niður
Hóast føroyski landsliðsspælarin
er keyptur til eitt kappingarsinnað
stórfelag í Rumenia, so hevur
hann einki merkt til óvilja frá
spælarunum.
– Eg væntaði, at onkur fór at
sparka meg niður, men tað hendi
ongantíð. Venjarin slær eisini hart
niður á
harðar taklingar í venjing,
sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Tað
er
nógvar
søgur
um
spælarar, sum eru komnir illa
fyri í nýggjum umhvørvi, men
higartil hevur tað spælt væl av hjá
gøtumanninum.
– Eg eri ikki komin til Rumenia
fyri at fáa vinir. Eg eri komin til
Rumenia fyri at spæla fótbólt, men
fái eg vinir og kenningar á vegnum,
so er tað bara eitt pluss, sigur
føroyski landsliðsspælarin greiður
á málinum.
Málið er ein avbjóðing, tí fáir av
spælarunum tosa væl enskt. Ein
teirra, sum tó tosar væl við Kaj Leo
í Bartalsstovu er 20 ára gamli Dorin
Rotariu. Hann er úr Rumenia og
kappast við Kaj Leo í Bartalsstovu
um plássið sum høgri vongur.
– Eg tosaði ikki so nógv við hann
at byrja við, tí vit spæla á sama
plássi, men tað hevur víst seg ikki
at verið ein trupulleiki fyri hann.
Hann er faktist ein tann eg tosi best
við, vísir Kaj Leo í Bartalsstovu á.
Gøtumaðurin er eitt sindur
bilsin av góðu móttøkuni, hóast
hon ikki er á heilt saman hátt sum
í Levanger.
– Í Norra fylgdust vit sum
spælarar
og
vóru
heima
hjá
hvørjum øðrum. Soleiðis er ikki her.
Vit eru nógv saman í samband við
fótbóltin, so eg skilji eisini at menn
vilja sleppa heim til familjuna,
tá vit hava frí, sigur 24 ára gamli
vongurin.
Fiskimaðurin Kaj Leo
Størsta mótburðin fær føroyski
landsliðsspælarin
frá
fjølmiðl
unum, sum ikki heilt skilja, hvat
venjarin Mircea Rednic skal við
einum føroyskum spælara.
– Tað eru líka fjølmiðlarnir, sum
kalla meg fyri ein fiskimann. Eg
eri stoltur av at vera føroyingur,
men eg havi aldrin fiskað í mínum
lívi, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu og
flennur.
Tá
føroyski
bóltsnillingurin
skifti til Dinamo Bukarest bleiv
hann kropsliga testaður. Tað gekk
bara væl.
– Teir komu fram til, at eg var
best fyri av øllum í hópinum. Eg
kann eisini renna eitt maraton
í svøvni, men avbjóðingin er at
klára at spæla í høgari leikferð
í 90 minuttir, sigur Kaj Leo í
Bartalssovu og leggur afturat:
– Hetta er tann hægsta leik
ferðin eg havi roynt nakrantíð.
Eisini hægri enn tá eg vandi við eitt
nú De Graafschap í Hollandi, sigur
gøtumaðurin.
Hann vísir eisini á, at í mun
til eitt nú Levanger, so eru allir
spælararnir fulltíðarfótbóltsspæl
arar á høgum stigi. Tað sæst aftur
á leikferðini og teknisku egin
leikunum á vøllinum.
Havi altíð trúð upp á tað
Eitt sum gongur aftur, tá tú tosar
við fólk, sum kenna Kaj Leo í
Bartalsstovu, so er tað at hann
hevur altíð trúð upp á egin evnir.
– Eg havi altíð trúð uppá, at eg
fór at klára tað. Sjálvt tá eg spældi
í Víkingi. Tað hava verið løtur, har
eg havi havt mótburð, men eg havi
ongantíð ivast í at eg fór at klára
tað, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu
púra greiður á málinum.
Hann ásannar, at hann er heldur
bilsin av, at tað hendi í akkurát
Dinamo Bukarest.
– Tá eg fór til Norra og Levanger,
so væntaði eg, at eg fór at taka eitt
stig á gangin har, men nú havi eg
líka sum hoppað nøkur trin um,
sigur føroyski landsliðsspælarin.
– Eg verið 25 ár næstu ferð, so
tað er eisini tíðs nokk, at eg fái meg
ordiliga royndan og havi ikki tíð til
at bíða leingi afturat, sigur gøtu
maðurin.
Mynd: Hans Erik Danielsen
Mynd: Álvur Haraldsen
framhald á síðu 27