mánadagur 4. apríl 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EG HAVI ALTÍ
Eg sakni Syðrugøtu hvønn tann einasta dag, men nú nyttar
ikki at grenja, sigur Kaj Leo í Bartalssovu, sum nú opið fortelur
um lívið í Bukarest sum yrkisspælari, illsinta sinnalagið
og trúnna upp á eitt lív sum yrkisfótbóltsspælari
Tróndur Arge – Marbella, Spania
– Eg havi ikki verið heima í
Syðrugøtu, síðani eg skifti til
Dinamo
Bukarest.
Eg
sakni
tað hvønn tann einasta dag, og
var tað ikki fyri fótbóltin, so
búði eg har enn, sigur Kaj Leo í
Bartalsstovu.
24 ára gamli landsliðsspæl
arin er saman við restini av
A-landsliðnum í Suðurspania
til venjingardystin móti
Liktenstein.
Klantra
sligi
gøtumaðurin
er
fyri
fyrstu
ferð saman við
føroyska
hópinum, eftir púra óvæntaða
skiftið til rumenskan fótbólt.
Smílandi greiðir Kaj Leo í Bartals
stovu frá hendingaríku tíðini í
Bukarest, meðan sólin setur seg í
fjallalendinum í Marbella.
Foreldrini eiga allar æruna
At Kaj Leo í Bartalsstovu er
fulltíðarfótbóltsspælari í dag er
serliga foreldrunum, Hans Leo
og Anna Mariu í Bartalsstovu, at
takka. Anna Maria, sum hevur
tikið sær av Kaj Leo í heiminum,
meðan Hans Leo hevur stuðlað
soninum til hvønn fótbóltsdyst,
síðani hann byrjaði at spæla
fótbólt.
– Eg havi
ikki
altíð
v e r i ð
nemmur
at fáast
við, men mamma og babba hava
víst ótrúligt tol við mær, sigur Kaj
Leo í Bartalsstovu um dagarnar
sum ungur í Syðrugøtu.
Serliga er tað illsinta sinnalagið
hjá Dinammo Bukarest spælaran
um, sum hevur verið ein avbjóðing.
– Eg var óvanliga illsintur,
toldi ikki at tapa, og alt skuldi
ganga eftir mínum høvdi. Tað
gekk millum annað útyvir eina
hurð, sum ikki bleiv skift fyrr enn
eg flutti út, greiðir gøtumaðurin
smílandi frá.
Í
dag
hevur
hann
betri
tamarhald á sinnalagnum, tá hann
spælir fótbólt, men hann er enn
líka illsintur.
– Illsinnið er tað sama, men eg
haldi eg havi lært betri at hava
tamarhald á tí. Eg eri ikki týpan,
ið er illsintur á vøllinum, men tað
er ein drívmegi í mær, sum kann
fáa meg til at gera ting á vøllinum,
ið blíva góð. Illsinni gevur mær
dirvið til at royna nøkur
ting, sigur føroyingurin í
Bukarest.
Kaj Leo í Bartals
stovu
leggur
stóran
dent
á, at for
eldrini og
familjan
sum heild
eiga stóra
æru av, at
hann í dag er
yrkisfótbólts
spælari.
– Babba var tann,
sum var mest spentur
upp
á
fyrispurningin
úr
Rumeina. Mamma var eitt
óviss um eg skuldi fara so
langt heimani frá, men babba
var ikki í iva, sigur Kaj Leo í
Bartalsstovu, sum eisini fegnast
um, at hann kann siga við abban,
Kaj í Bartalsstovu, at hann kláraði
at blíva yrkisfotbóltsspælari.
Fótbólturin er alt í Rumenia
Fyri Kaj Leo í Bartalsstovu er
tilveran nógv broytt síðani 1.
feburar, tá hann alment bleiv
kunngjørdur sum spælari hjá
stóra rumenska felagnum, Dinamo
Illsinnavættið úr Syðrugøtu
Mynd: Hans Erik Danielsen