Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Trúgvi eisini upp á hetta Hóast Kaj Leo í Bartalsstovu er komin til Dinamo Buka­ rest í Rumenia, so er trúgvin upp á at klára tað eins stór. – Eg føli persónliga, at eg eri nóg góður til at vera her. Eg dugi at síggja fyri mær, at eg fái spælitíð, men tað er avgerandi, at eg taki av, tá eg fái møguleikan, sigur føroyski landsliðsspælarin, sum gjørdi hálvt annað ára sáttmála. – Eg hugsi ikki um longdina á sáttmálanum, ella at fáa nýggjan sáttmála í løtuni. Eg hugsi bara um at fáa so nógv burturúr sum eg kann upp á eitt ár, so vóni eg at tað er nokk, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Tað var venjarin, Mircea Rednic, sum vísti Kaj Leo í Bartalsstovu so stóran ans. Hann sá gøtumannin spæla á føroyska landsliðnum móti Rumenia, og metti at hann var nóg góður til Dinamo Bukarest. – Hann hevur ikki sagt hví hann keypti meg, men hevur sagt, at eg havi nakrar eginleikar. Hann minnur meg eisini á, at eg skal stigvíst taka meg fram. Eg havi í fleiri førum fingið seinastu minuttirnar á vøllinum, greiðir Kaj Leo í Bartalsstovu frá. Argur um venjaran í Levanger Ein maður, sum ikki stendur høgt í metum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu er Andreas Holmberg, sum var venjari fyrsta árið í Levanger, og ítróttarstjóri seinna árið. – Eg hevði fleiri ill­sinnis­ út­brot í Levanger, tí eg helt ikki at eg fekk rættvísa við­ gerð av venjaranum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Andreas Holmberg vísti ikki føroyska vong­in­um stórt álit, og sum ítróttar­ stjóri var ikki serliga sinnað­ ur at leingja sátt­málan teirra millum – sjálvt um gøtu­maður­in gjørdi honum greitt, at hann fór at blíva yrkis­spælari í framtíðini. – Um eg møtti honum í dag, so hevði eg sagt við hann: »Hvat segði eg?«, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Helst hevur hann sæð nakað bilsin út, tá Kaj Leo í Bartalsstovu skrivaði undir við Dinamo Bukarest. Broytist ikki sum persónur Kaj Leo í Bartalsstovu hevur nú verið saman við lands­liðn­um í nakrar dagar, og tað hevur vakt ans, at gøtumaðurin er endaður í rumenskum stór­felagi. – Teir vilja hoyra søgur um Rumenia, Dinamo Buka­ rest og alt tað, sum hendir har. Tað er deiligt at vera á landsliðnum aftur, og eg fari ikki at broytast sum persónur bara tí eg spæli á hægri stigi nú, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu. Hann fekk sítt gjøgnum­ brot á landsliðnum í farnu EM-undan­kappingini, tá hann fekk møgu­leik­an frá byrjan móti Ungarn á útivølli. Undan tí hevur hann ikki bitið seg fastan á lands­liðið. – Eg havi verið leitandi og eitt sindur ørkymlaður, tí eg havi ikki kunna víst míni evnir, men tað er broytt nógv. Eg eri meiri glaður nú, tí eg eri har, sum eg skal vera. Ikki tí eg havi verið beiskur, men nú føli eg, at eg kann gera mun í hópinum, sigur bóltsnillingurin á landsliðnum. Hann byrjaði inni í venjingar­lands­dystinum móti Liktenstein, sum Føroyar vunnu 3-2. Lykilin er venjing Situr tú heima og ivast hvat loyni­dómurin er handan at blíva yrkis­spælari, so er Kaj Leo í Bartals­stovu ikki í iva um hvat hann heldur loyni­ dómurin er. – Venjing er alt, so einfalt er tað. Tú mást vilja tað meir enn nakað annað. Eg havi havt fleiri møguelikar at siga, at hetta gongur ikki. Eg eri 24 ár, og nú var hetta tað, men tað havi eg ikki gjørt. Tað hevur fleiri ferðir ikki sæð gott út, men eg havi altíð trúð upp á tað. Tað er eisini órelevant, hvat onnur halda, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu um at blíva yrkis­fót­bólts­ spælari. Aftur til Syðrugøtu Kaj Leo í Bartalsstovu er fyrsti føroyingurin í rumenskum fótbólti, men tað leggur hann ikki so nógv í. Yrkisleiðin hjá honum er ikki komin á mál enn. – Tað sigur mær einki, at eg eri tann fyrsti føroying­ urin í Rumenia, ella at eg havi gjørt hetta og hatta. Eg vil hava maxi­malt burtur­ úr tí, sum eg kann blíva. Tí hugsi eg bara um at fáa spælitíð, sigur gøtu­maðurin. Lívið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu er fyri altíð broytt. Hann hevur rokkið enn einum stigi í lívinum, men vil enn longur upp. Fyrst er málið at klára seg í Dinamo Bukarest. Heilt stóri dreymurin er at spæla í reyðu troyggjuni hjá Liverpool, men fyri fyrst er alt fokus á reyðu troyggjuni hjá Dinamo Bukarest. – Eg havi ikki verið í Syðru­gøtu síðani skiftið. Eg sakni tað hvønn tann einasta dag. Sum eg sigi við Dinamo spæl­ar­ar­nar, Føroyar er paradís á jørð. Var tað ikki fyri fót­bóltin, so flutti eg aldrin úr Syðru­gøtu. Tá eg eina ferð fari at takka fyri meg í fót­bólti, so flyti eg helst aftur til Syðru­gøtu, sigur Kaj Leo í Bartals­stovu at enda. Hann hevur uppgivið alt fyri at røkka málin­ um sum yrkisspælari – nú er spurning­ur­in, hvussu langt upp í himmiríki trøini veksa hjá gøtu­mannin­um í Bukarest. trondur@sosialurin.fo framhald av síðu 29 Kaj Leo í Bartalsstovu greiðir her frá hvussu gerandisdagurin í Dinamo Bukarest sær úr. Eina til tvær ferðir um vikuna venja teir tvær ferðir um dag. Tá sær ein dagur soleiðis út: 08:00 Vakni og eti morgunmat. Gjarna havragreyt og fýra breyð við egg (25.min til at koyra 09:00 Koyri til venjingarstøðina. Tað tekur áleið 25 minuttir. 09:30 Tað er eitt sindur ymiskt akkurát hvat klokkan venjing er, men vit møta minst ein tíma áðrenn. Fram til venjingin byrjar er frítt at fara í vejingarhøli, meðan summir strekkja eitt sindur út og uppaftur aðrir bara slappa av. Tað er upp til ein sjálvan. 10:00 til 11.30 Tá er venjing í hálvan annan tíma 13:00 Tá eta við døgurða. Gjarna høsnarunga, búff ella pasta 13:30 til 18:00 Tá eru vit allir samlaðir á venjingarstøðini og hvíla 18:00 Venjing á skránni aftur. Vanligt er styrkivejing í upp til ein tíma, og so kunnu vit fara í ísbað, fáa massagu ella fara sauna. 20:00 Tá eri eg heima aftur. Daman, Marta Hansen, plagar at gera góðan og sunnan mat og so eta vit saman. 23:00 Geri klárt at fara í song Tað eru dagar, har vit antin venja fyrrpart ella bara seinnapart. Í samband við dyst: Til dyst, um vit siga at hann er sunnukvøld, so møta vit fríggjadag klokkan 17. Venja og eta um kvøldið. Sova á venjingarstøðini Leygardagur: 10:00: Eta 11:45 til 13:30 Sleppa í handilsmiðstøð har vit kunnu møta familju og vinum 14:00 Eta og hvíla 16:00 Video og fund 19:00 – 20:00 Eta 22:00 – 23:00 Sova Sunnudagur: 10:00 Eta 11:00 Rólig venjing 13:00 Eta ”pre-match” máltíð. Eta sjey tímar áðrenn dyst. Mundi doyð til fyrsta dystin 17:00 Lítla máltíð. Bara fyri at faa eitt sindur niður um 18:00 Taktikfundur og liðið kemur á talvuna, og so til dyst 20:30: Kick Off Atli Gregersen og Kaj Leo í Bartalsstovu eru báðir úr Syðrugøtu, og hava spælt saman í Víkingi og á landsliðnum. Liðskiparin hjá Víkingi sigur her sína hugsan um Kaj Leo í Bartalsstovu – Kaj Leo er nokk tann, sum hevur brotið flest joystik til Playstation í heiminum. Hann tolir slett ikki at tapa og er ræðuliga illsintur, men eg haldi hann brúka tað positivt nú, sigur Atli Gregersen brosandi. – Tað er so ræðuliga feitt, at hann hevur skift til Dinamo Bukarest. Foreldrini hjá honum búgva trý hús við síðuna av hjá mær. Tá eg hoyrdi tað, hevði eg hug at renna oman og klemma tey. Eg havi kent Kaj Leo í Bartalsstovu í tíggju ár, og hann hevur altíð havt eina ætlan. Vit hava onkuntíð ivast, men hann hevur allatíð tikið eitt stig rætta vegin, og líka mikið hvat fyri stigi hann hevur spælt, so dettur hann ongantíð niður í millum, sigur Atli Gregersen, sum ikki ivast í at 24 ára gamli gøtumaðurin fer at klára seg. – Eg hugsaði eisini “hvat sker her”, tá eg hoyrdi at hann fór til Rumenia, men eg ivist ikki í, at hann kemur at sláa í gjøgnum í rumenskum fótbólti. Tú sær eisini at hann blívur betri so hvørt. – Eg havi ongantíð hugsa um, at hann skuldi enda í júst Dinamo Bukarest, men tað kom eitt tíðspunkt, har eg hugsaði, at hesin ætlar sær nakað. Hann fór til 3. deild í Norra, og vit hugsaði eitt sindur hví? Hann hevði eina ætlan og framum aðrar, so hevur hann eina ótrúliga trúgv upp á seg sjálvan. Tað sær ikki altíð soleiðis út, men hann leggur tímararnar í. Tá hann er heima í jólaferiu, so er hann í Víkinga húsinum og venur, greiðir Atli Gregersen frá. – Eg veit ikki um nakran, sum hevur betri teknikk enn Kaj Leo, og hann er sterkari enn hann sær út. Nú manglar hann bara at fáa eitt gott endaprodukt. Hann er klárur at fara allanvegin, sigur Atli Gregersen. EIN GERANDIS­DAGUR Í DINAMO BUKAREST ATLI GREGERSEN UM KAJ LEO