mánadagur 4. apríl 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
Í
Skopun er ein stór og umfatandi
skúlaverkætlan í gongd. Hetta er
ein verkætlan, sum byrjaði í 2008,
tá bygt varð upp í verandi skúla í
bygdini.
Uppíbygdi parturin hevur øll árini
síðan staðið óinnrættaður, men nú
verður hetta arbeiðið gjørt liðugt.
Tað er byggifelagið, Sp/f Drangberg
í Skopun, ið tekur sær av høvuðs
arbeiðnum fyri Skopunar kommunu.
Ein nýggjur skúli
Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sig
ur, at tað, sum fæst burtur úr verk
ætlanini, er tríggjar stórar skúla-
stovur, vátrúm, sum verður umleið
40 fermetrar, lærarastova við wc’um,
wc til gentur og dreingir og wc til av-
lamin.
– Aftrat øllum hesum fáa vit eisini
eina stóra høll – ella ein innilokaðan
»skúlagarð«, sum verður umleið 120
fermetrar stórur og kann brúkast til
mangt og hvat.
Borgarstjórin sigur, at hetta eru alt
karmar, sum hava staðið óbrúktir hesi
árini, tí fíggjarliga hevur kommunan
ikki megnað at fullført útbyggingina.
– Nú vit eru komin niður um eina
álíkning í skuld, og útlitini eru mun
andi betri, enn tey hava verið í fleiri ár,
vilja vit gjøgnumføra hesa verkætlan,
sum hevur ligið á láni. Umframt ný
byggingina, verða eisini onkrar um
skipingar gjørdar í gamla skúlanum,
har eitt nú matstova og køkur verða í
einum, eins og smíðstova eisini verður
gamla partinum av skúlanum.
Alt er goldið
Gerhard Lognberg sigur, at á seinasta
bygdarráðsfundi í Skopunar kommunu
herfyri varð samtykt at gera skúlan
lidnan.
– Byrjað varð við fyrstu skúla
stovuni í nýggja skúlanum seint í fjør
summar, og síðan hevur verið hildið
fram. Vit ætla ikki at helma í, fyrr enn
nýggi skúlin stendur liðugur. Ætlanin
er, at næmingarnir í Skopunar skúla
skulu flyta inn í nýggju skúlastovurnar
og
nýggja
skúlaumhvørvið
eftir
summarfrítíðina.
Borgarstjórin sigur, at tá alt hetta
arbeiðið er fingið frá hondini, eigur
kommunan ein góðan framtíðarskúla
og ein góðan barnagarð, sum verður
10 ár í ár.
– Í Skopunar skúla ganga umleið
30 børn úr 1. flokki til og við 5. flokk,
og hetta hevur líka sum verið skúla
barnatalið seinastu fýra árini ella
so. Tá næmingarnir fara í 6. flokk,
halda teir fram í Meginskúlanum Inni
í Dalinum.
Gerhard Lognberg vísir á ein
temadag, sum fyrr í ár varð hildin um
møguleikarnar at gera ein eftirskúla
inni í Dalinum, og í hesum sambandi
sigur hann, at tað ikki er óhugsandi,
at Skopunar kommuna einaferð í
framtíðini fer at geva rúm fyri 6. og 7.
flokki í Skopun.
– Tað, at vit nú byggja henda skúl
an, ger, at vit eisini hava umstøður at
taka flokkar heimaftur, um tað skuldi
verið.
Borgarstjórin fegnast um, at
alt, sum higartil er gjørt í samband
við skúlabyggingina, er goldið yvir
raksturin hjá kommununi, nú fíggjar
liga rásarúmið er betrað, og skuldin er
undir eina álíkning.
14 óbygd grundstykki
Tá Vikublaðið hitti Gerhard Lognberg
inni á kommunuskrivstovuni í síðstu
viku, kundi hann eisini fegnast um, at
ein ávísur byggihugur aftur er farin at
vísa seg í Skopun.
– Í morgun hava tveir persónar
verið inni á gólvinum og hava skrivað
undir upp á keyp av grundstykki, og
higartil í hesum árinum er okkurt
annað grundstykki eisini umbiðið.
Grundstykkini, sum liggja óbygd
í Skopun og sum annars eru klár at
byggja á, eru eini 14 í tali. Tey flestu
liggja Norðuri á Ognini, tey rópa – og
onkur eru í útstykkingini í Gerðinum.
Borgarstjórin vísir á, at hetta
eru ikki grundstykki, sum Skopunar
kommuna eigur, men kommunan
handlar tey, sum hann rópar tað.
– Tað er púrasta klárt at seta
– Í Skopun eru fleiri grundstykki, sum eru planerað, hava allar íbindingar
og eru klár at byggja á. Hesi verða seld fyri einans 70.000 krónur, sum er
ein ógvuliga sámiligur prísur, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri, sum
ásannar, at ein ávísur byggihugur aftur er farin at vísa seg í Skopun
Flakavirkið hevur heilt síðan 1968 verið vinnuligi krumptappurin í Skopun
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skopun fær nú nýggjan skúla. Karmarnir komu longu í 2008,
og nú verður nýggi skúlabygningurin innrættaður
Skopun fær spildur
nýggjan barnaskúla