mánadagur 4. apríl 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
9
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
formar á hesi grundstykki, sum eru
planerað og hava allar íbindingar,
og tey verða seld fyri 70.000 krónur
hvørt. Hetta er ein ógvuliga sámiligur
prísur fyri planerað grundstykki, sum
eru klár at byggja á, leggur hann
aftrat.
Útróður góðar umstøður
Teir fasilitetir, sum Skopunar komm
una hevur skapt útróðrarmonnum,
eru framúr. Niðri á bryggjuni eru
ikki færri enn 23 egningaskúrar, og
longur uppi eru skúrarnir átta í tali.
Kommunan hevur eisini frystarí til
útróðrarmenninar, og krani er at taka
fiskin upp úr bátinum við.
– Hóast lítil útróður hevur verið
seinnu árini, og at útróðurin slett
ikki kann samanberast við tað, hann
var, tá hann var mestur, fara vit at
varðveita skúrarnar, frystingina og
kranan, soleiðis at umstøðurnar eru,
tá útróðurin vónandi fer at taka seg
uppaftur. Tað sær heldur betri út hjá
útróðrarvinnuni í løtuni, og vit vóna, at
her fer gongd at koma á aftur.
Gerhard Lognberg fegnast eisini
almikið um tað virksemi, sum er á
gamla fiskavirkinum í Skopun, sum
heilt síðan 1968 hevur verið vinnuligi
krumptappurin í kommununi.
– Eftir at hava ligið stilt í eina
tíð, varð virksemið á flakavirkinum
endurskipað og reist á føtur aftur.
Byrjað varð við lættsaltaðum fløkum,
og nú arbeiða tey eisini feskan upsa
sum fer í portiónir. Vit fegnast al
mikið um, at tað eru fólk og feløg,
sum leggja lív og sál í at hava hetta
virksemi, sum hevur so stóran týdning
fyri kommununa og Sandoynna sum
heild.
Undirhús og ítriv
Í Skopun er vælvitjað Undirhús, sum
er íbygt kommunuskrivstovuna – ella
Yvirhúsið – sum Skopunar kommuna
eisini verður rópt í Skopun.
– Tað er stuttligt at síggja, at
undirhúsið í bygdini hevur so góða
undirtøku, og tað er líka so stuttligt
og hugaligt, at lutfalsliga nýggja
tiltakið við Ítrivslonini á Tunguvegi 51,
eisini hevur fingið so góða undirtøku.
Gerhard Lognberg sigur, at Ítrivs
lonin er ætlað øllum kvinnum í Sand
oynni.
– Her kunnu kvinnur koma júst tá,
tað passar teimum - til at veva, binda,
fáa sær ein kaffimunn ella bara at
práta, og Ítrivslonin hevur verið væl
vitjað, leggur borgarstjórin aftrat.
Presónsskattainntøkurnar
hjá
Skopunar kommunu stava frá arbeið
andi fólkinum – teimum, sum arbeiða
í fiski, innan aling, barnagarðs-, skúla-
og eldraøkið, sjófólki og so teimum,
sum arbeiða inni á fastlandinum, men
búgva og gjalda sín skatt í Skopun.
Eisini kampingøki
Skopun hevur eisini fingið sítt kamp
ingøki, har pláss er fyri umleið 40-50
vognum. Tað er Hallmar Winther, sum
leigar økið frá kommununi og rekur
kampingøkið. Meðan vit skifta orð við
Gerhard Lognberg, støkkur Hallmar
Winther inn á gólvið.
– Vit hava havt einar 12 vognar
standandi her í allan vetur, og talan er
um eigarar kring um landið. Vognarnir
standa væl og eru væl tjóðraðir, so
teir ikki fara nakran veg í illveðri.
Hallmar Winther sigur, at ar
beitt verður við onkrum størri kamp
ingtiltøkum í Skopun, sum liggja fyri
framman, og eitt nú verður hugsað um
okkurt felagstiltak, har kommunan
eisini verður við.
– Vit hava hugsað um eitt slíkt
tiltak uppundir endan av várinum,
har kommunan kanska bjóðar morg
unmat, og vit annars fara at skipa fyri
ymiskum tiltøkum í Skopun.
Hallmar Winther sigur, at tey, sum
kundu hugsað sær at spurt seg fyri
um kampingøkið, altíð eru vælkomin
at venda sær til tlf. 224457, sum
er telefonnummarið hjá Skopunar
Kamping.
vilmund@sosialurin.fo
- Her kunnu planerað
grundstykki við øllum
íbindingum keypast
fyri einans 70.000
krónur, sigur Gerhard
Lognberg, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skopunar kommuna veitir útróðrarmonnum bestu umstøður - við skúrum, krana og frysting
Mynd: Vilmund Jacobsen