Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 4. APRÍL 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoy Vilmund Jacobsen U mleið hálvan apríl fer Landsverk í holt við at asfaltera í Sands kommunu. Við meirvirðisgjaldi snýr samlaða asfaltarbeiði seg um góðar 4,6 miljónir krónur, sum eisini er talið í fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2016. Tá mvg’ið er drigið frá, verður hetta ein nettoíløga á umleið 4 miljónir krónur. Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at Søltuvíkar­ vegurin, sum eisini skal asfalterast í hesum umfari, helst fer at kosta slakar tvær miljónir krónur og soleiðis tað mesta av einum helmingi av saml­ aðu íløguni til asfaltering. – Vegurin til Søltuvíkar eru umleið 4,5 kilometrar langur. Søltuvík er ein náttúruperla, men sum árini eru liðin, og verulig hond ikki er tikin um vegin, er illa koyrandi hjá vanligum fólki, tí vegurin er í so vánaligum standi. Fríøki og minnissteinur Borgarstjórin vísir á, at økið kring Gróthúsvatn eisini er sera vakurt, og kommunan nú vil gera hesar og aðrar náttúruperlur á leiðini til Søltu­víkar atkomiligar hjá øllum, bæði sand­ oyingum og øðrum, sum leita sær í oynna. – Í Søltuvík er fríøki við benkrum og minnissteini yvir skipsbotið, tá bretska farmaskipið Principia í 1895 fórst á Stóraboða. Her liggja eisini akkerini av skipinum, sum kavarar fyri bjargaðu fyri nøkrum árum síðan. Tá Principia fórst, lótu 29 mans lótu lív. Bert ein bjargaðist. – Hesin rak á lastalúkuni í ódn­ ar­veðri í einar 14 tímar og varð bjarg­aður upp á land í Kirkjubø, har lasta­lúkan enn verður brúkt til borð í Roykstovuni. Brandur Sandoy leggur aftrat, at Principia var eitt stórt skip, 96 metrar langt, 11 metrar breitt og lastaði 2749 tons. – Á leiðini til Søltuvíkar liggja fleiri traðir, og her eru soleiðis bæði traðar­ menn og bóndur, sum hava brúk fyri einum betri vegi at koyra eftir. Eystan fyri Sandsvatn Men, tað er so sanniliga ikki bara Søltu­víkarvegurin, sum verður asfal­ ter­aður í Sands kommunu í hesum umfari. – Vit fara eisini at asfaltera Sand­ ar­brekkuna, vegin í Trøðum inn við Sandsvatni, skúlatúnið við Sands skúla, á Heyggi, Reyni, Áargarð, part av Ovara Vegi og part av vegnum Und­ ir Reynum. Borgarstjórin vísir á, at nógv hevur ligið á láni við asfaltering í fleiri ár, tí fíggjarstøðan hjá kommununi hevur ikki givið rúm fyri stórvegis íløgum. – Vegurin inni í bygdini í Trøðum varð asfalteraður fyri umleið fýra árum síðan, og í ár verður so hildið fram inn eftir eystan fyri Sandsvatn, har eisini er náttúruvakurt. Nú Sands kommuna liggur væl undir eina álíkning í skuld, og góður vøkstur hevur verið í inntøkunum, er eisini rúm fyri neyðugum íløgum sum asfaltering. Brandur Sandoy sigur, at fyrstu tveir mánaðirnar í ár eru inntøkurnar frá persónsskatti vaksnar við 11 pro­ sentum í mun til inntøkurnar somu mán­aðir í fjør. – Árið í fjør var eisini gott við ein­ um samlaðum vøkstri á umleið trý prosent í mun til árið fyri. Hetta hevur verið gongdin, hóast persónsskatturin er lækkaður við hálvum prosenti í fjør og hálvum prosenti í ár. Per­sóns­ skattaprosentið í Sands kommunu er nú 22,5. Nógv kloakkarbeiði Ein onnur stór og neyðug íløga hjá Sands kommunu í ár fer til kloakkir, og her er ætlanin at arbeiða fyri eina miljón krónur í hesum fíggjarárinum. – Eg meti, at henda íløga røkkur til at gera alt tað høvuðsarbeiði, sum liggur til grunds fyri at kunna savna kloakkirnar í kommununi. Tá ætlaðu arbeiðini í ár eru fingin frá hondini, verður vegurin at savna kloakkirnar í bygdini nógv lættari. Tað er slætt á Sandi, og tí er eisini neyðugt við nøkr­ um pumpistøðum. – Í nógv ár hevur Sands kommuna verið tyngd av vánaligari fíggjarstøðu, men nú er rásarúmið so nógv betrað, at neyðugar íløgur aftur kunnu gerast, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri Sands kommuna hevur aftur rúm fyri neyðugum íløgum Samanrenning millum gamla og nýggja tíð. Sands kirkja, bygd í 1839 - og aliringur hjá Marine Harvest Føroyar inni á vágni á Sandi Mynd: Vilmund Jacobsen Borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy. Úr vindeyganum sæst yvir á virknis-og umlættingardepilin, sum verður bygdur á Sandi Mynd: Vilmund Jacobsen