mánadagur 4. apríl 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
11
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Hann sigur, at nú grivið er um
Sandarfløtt, og rør eru løgd niðan til
húsini hjá Karl Vidtfeldt, verður eisini
kloakkin á Sondum løgd um, soleiðis
at hon kemur í kloakkina, ið fer um
Sandarfløtt.
– Tá hetta arbeiði er liðugt, verður
kloakkvatnið pumpað niðan til húsini
hjá Karl Vidtfeldt, og haðani verður
tað pumpað niðan á Áargarð, leggur
hann aftrat.
Nýggjar útstykkingar
Sands kommuna arbeiðir við nýggjum
útstykkingum, nú byggiøkini, sum
kommunan ræður yvir, ganga undan.
Í Sandarbrekkuni eru øll grund
stykkini seld, og Uppi í Nesi liggja
kanska eini fýra óbygd.
Brandur Sandoy sigur, at tekningar
júst eru gjørdar av nýggjari útstykking
uppi á Vatnsryggi, og hetta er vestur
eftir í framhaldi av verandi býlingi har.
Hetta er jørð, sum kommunan eigur.
– Á bygdaráðsfundi í síðstu viku
samtyktu vit at útstykkja hesi sjey
grundstykkini, sum væntandi verða
tøk seinni í ár.
Borgarstjórin vísir á, at tað verður
bygdaráðið, sum kemur at taka støðu
til, hvussu Sandsbygd kemur at veksa,
og hvønn veg verður farið við fram
tíðar útstykkingum.
– Tað eru Vatnsryggur og Uppi í
Nesi, sum liggja fremst fyri, og Uppi
í Nesi er gott byggilendi bæði norður
eftir og suðureftir. Væntandi er, at
bygdin eisini kemur at veksa norður
av Vatnsryggi, men henda jørðin er
ikki ogn hjá kommununi.
Øktur eftirspurningur
Umframt nevndu byggiøki, liggja eis
ini fleiri stykki inn millum hús, sum
privatfólk eiga. Onkur eru løgd út
sum grundstykki. Annað er vanlig jørð,
har til ber at matrikulera grundstykki
burturúr.
– Vit merkja ein øktan eftirspurning
eftir grundstykkjum í kommununi.
Tað eru fleiri, ið spyrja seg fyri, og
um dagarnar hava vit havt fólk inni
á gólvinum, sum hava spurt seg fyri.
Brandur Sandoy sigur, at nú Sand
oyartunnilin nærkast við risafetum,
fer Sands kommuna eisini at arbeiða
við einari størri útstykkingarætlan.
– Vit hava bundið okkum til at
taka ímóti 50.000 rúmmetrum av
gróttilfari frá byggingini av Sand
oyartunlinum, og hetta fer eisini at
geva okkum eitt gott høvi at byggja
neyðugar vegir og planera grundstykki
í einari størri útstykkingarætlan, sum
Sands kommuna fer at taka støðu
til, tá tann tíðin kemur, sigur borgar-
stjórin.
Trivnaður og ferðavinna
Sands kommuna ætlar sær ikki at
sita afturá, tá ræður um trivnað og
ferðavinnu. Tí fer kommunan nú at
seta fólk í eitt nýtt starv sum trivn
aðar- og ferðavinnumennari.
– Nýggja tíðin krevur nógv av
kommununum í løtuni, og nú fasta
sambandið við meginøkið nærk
ast, síggja vit tað meiri neyðugt enn
nakrantíð at marknaðarføra komm
ununa, bæði á ein og annan hátt.
Brandur Sandoy sigur, at komm
unan við hesum stigi vil verða pro
aktiv, sum hann tekur til.
– Ja, vit ynskja at vera frammi
í skónum og verða við til at skapa
framtíðina okkum at frama. Ætlanin
er at viðkomandi skal arbeiða við
at lýsa fyrimunir ið eru við at flyta
til Sands, fyrimunir ið vit hava í
ferðavinnuhøpi, skipa fyri og samskipa
tey trivnaðartiltøk, sum kommunan
skipar fyri og harvið leggja tey í fasta
legu.
Hann sigur, at viðkomandi, sum
settur verður, skal passa heimasíðu
og facebook-profil hjá komununi og
skal siga frá teimum góðu søgunum
úr kommununi, sum borgarstjórin
heldur fáa ov lítla rúmd í miðlunum.
– Hetta verður í stuttum eitt slag
av lobby-arbeiði, sum skal marknaðar
føra Sands kommunu betri. Umframt
nýggja starvið, luttekur kommunan
eisini av heilum huga í teimum felags
kommunalu tiltøkunum, sum eru
í oynni, eitt nú kunningarstovuni
og vakstrarætlanini, sigur Brandur
Sandoy.
vilmund@sosialurin.fo
Sandur er elligomul
bygd, og her á Sondum -
fremst á myndini - sigst
vera elsta búseting, sum
fólk vita um í Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Uppi í Nesi á Sandi eru fleiri nýggjari sethús. Í løtuni merkir Sands
kommuna ein ávísan eftirspurning eftir grundstykkjum
Mynd: Vilmund Jacobsen