mánadagur 4. apríl 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
F
yritøkan Gólvfix hjá Sigurdi
Hentze í Skopun hevur havt úr
at gera kring landið, og í løtuni
liggja eisini nakrar størri uppgávur fyri
framman.
Høvuðsarbeiðið hjá fyritøkuni er
at leggja sveisivinyl á wc og baðirúm,
flótispartil og lenoleum á gólv, og at
enda bjóðar Gólvfix sær at pussa træ
gólv og viðgera tey við olju ella lúti.
– Vit hava arbeitt nógv mest inni
á meginøkinum, serliga í høvuðs
staðarøkinum, Eysturoy og norðan
fyri annars. Men, vit hava eisini verið
um meginpartin av landinum, bæði
sunnan fyri og vestan fyri, tá boð hava
verið eftir okkum.
Tað sigur Sigurd Hentze, sum
hevur eina fýra ára langa útbúgving
sum gólváleggjari og royndir í hesum
arbeiði í eini 15 ár.
– Vit hava arbeitt nógv fyri
privatfólk, kommunur og sum undir-
veitari hjá ymiskum byggifyritøkum - í
størri og smærri verkætlanum, sigur
hann.
Depil og skúli
Meðan eini 95 prosent av uppgáv
unum hjá Gólvfix higartil hava verið
hinu megin Skopunarfjørð, hevur
Sigurd Hentze nú tvey størri arbeiði
fyri framman í Sandoynni.
– Nú virknis-og umlættingardepil
verður bygdur á Sandi, skulu vit leggja
vinyl á 10 baðirúm og wc, umframt at
vit skulu leggja flótispartil, lenoleum
og gummilistar á eini 320 fermetrar
av gólvi. Hesi arbeiði skulu verða liðug
á ólavsøku.
Sigurd Hentze sigur, at eitt annað
størri arbeiði, sum Gólvfix eisini
er partur av, er skúlabygningurin í
Skopun, sum nú verður innrættaður
og gjørdur liðugur.
– Her skulu vit leggja sveisivinyl á
wc’ir, baðirúm, vátrúm og flótispartil
og lenoleum á gólvini.
Hann sigur, at Gólvfix legði lenol
eum á gólvið í skúlastovuni, sum varð
liðug síðsta heyst, og nú eru tvær
skúlastovur lidnar aftrat, sum eisini
skulu hava lenoleum á gólvið.
– Hetta merkir, at vit í nærmastu
framtíð fara at hava ein fittan part
av okkara virksemi í Sandoynni, so
leingi, sum arbeitt verður í virknis-og
umlættingardeplinum á Sandi og í
Skopunar skúla, sigur Sigurd Hentze.
Eisini á Facebook
Fyritøkan hjá Sigurdi Hentze hevur
profil á Facebook - Gólvfix - og her
eru myndir at síggja av ymiskum ar
beiðum, sum eru loyst úr lagdi.
– Vit taka fegnir móti øllum fyri
spurningum um sveisivinyl, lenoleum
og trægólv, og viðskiftafólk eru altíð
vælkomin at venda sær til okkara á
tlf. 261211 – ella um teldupostin
sigurdh81@gmail.com. Hevur tú eitt
wc ella baðirúm, sum skal leggjast
við sveisivinyl, eitt gólv sum skal hava
lenoleum - ella eitt trægólv sum skal
slípast, geva vit óbindandi tilboð,
sigur eigarin av Gólvfix í Skopun.
Gólvfix arbeiðir
um alt landið
– Er tað sveisivinyl, lenoleum ella
trægólv, eru vit altíð til reiðar at
geva óbindandi tilboð, sigur royndi
gólváleggjarin í Skopun, Sigurd Hentze
Fagradal – ein fleksibul fyritøka
– Vit eru ein fleksibul fyritøka, og tað er neyðugt, tá tú ert virkin á einum lutfalsliga lítlum marknaði, sum
Sandoyggin er. Flestu fólk í fyritøkuni kunnu skiftandi taka sær av flestu uppgávum, sigur Finnleif Fagradal
Vilmund Jacobsen
Hin 1. mars í ár yvirtók fyritøkan hjá
Finnleifi Fagradal á Sandi bussar og
flutning, sum Sp/f Bil Sandoy hjá Karl
Vidtfeldt hevur havt.
Fyritøkurnar hava seinasta árið
samstarvað um skúlabarnaflutningin
í Sandoynni, og tær hava eisini sam
starvað áður um koyring fyri eitt nú
Bygdaleiðir í oynni.
– Vit hava yvirtikið ta koyring, sum
Sp/f Bil Sandoy hevði og í hesum
sambandi eisini yvirtikið tveir bussar.
Nú hava vit fýra stórar bussar til um
leið 50 ferðandi, harav tann eini hevur
lyftu til koyristól. Saman við teimum
smærru bussunum, eru bussarnir nú
sjey í tali.
Finnleif Fagradal, sum eisini hevur
bilaverkstað í Trøðum á Sandi, sigur,
at Karl Vidtfeldt letur Bil & Maskin
verkstaðin aftur, og tí kann roknast
við, at nakað meira virksemi verður á
okkara bilverkstaði sum tíðin gongur.
Bilaverkstaðurin hjá Finnleifi Fagra
dal kann taka sær av øllum vanligum
mekaniskum bilaumvælingum, og
verkstaðurin kann eisini góðkenna
bilar fyri Akstovuna, sum hava havt
sýnskrossar og eru umvældir á verk
staðnum í Trøðum.
– Vit brúka bilaverkstaðið til
at viðlíkahalda okkara egnu bilar,
maskinur og amboð, men vit gera
eisini umvælingar fyri viðskiftafólk.
Ein fleksibul fyritøka
Umframt busskoyring og verkstað,
hevur fyritøkan hjá Finnleifi Fagradal
eisini entreprenørvirksemi við grevstri
og koyring.
– Umframt teir sjey bussarnar,
hava vit fimm lastbilar og ein hýru
vogn, soleiðis at samlaða talið av
vinnubilum nú er 13. Haraftrat hava
vit tríggjar gravmaskinur.
Fagradal-fyritøkan hevur millum 8
og 10 fólk í arbeiði. Hesi koyra bussar,
arbeiða á bilaverkstaðnum, grava og
koyra, og síðan er fólk til bókhaldið.
– Vit eru ein fleksibul fyritøka, og
tað er neyðugt, tá tú ert virkin á ein
um lutfalsliga lítlum marknaði, sum
Sandoyggin er. Flestu fólk í fyritøkuni
kunnu skiftandi taka sær av flestu
uppgávum.
Finnleif Fagradal sigur, at tað
hevur verið ógvuliga nógv at gera
seinastu tíðina í fyritøkuni.
– Nú vit eru so væl stillaði við
bussum, kunnu vit eisini átaka okkum
enn fleiri flutningsuppgávur. Tað skal
tí vilja ógvuliga illa til, um ein bólkur,
sum leitar sær í Sandoynna, ikki kann
koyra við okkum, sigur eigarin av
Fagradal-fyritøkuni.
– Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri um okkara tænastur,
kunnu ringja á tlf. 590600 ella á tlf.
561046, sigur Finnleif Fagradal.
Fyritøkan hjá Sigurdi Hentze hevur profil á Facebook - Gólvfix - og her eru
myndir at síggja av ymiskum arbeiðum, sum eru loyst úr lagdi
Hjúnini, Finnleif og Jacobina
Fagradal, á innsettu
myndini. Á stóru myndini
sæst øll “bilaparkin” hjá
Fagradal-fyritøkuni