mikudagur 25. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 160 - 25. august 2004
Nr. 160 - 25. august 2004
7
Vikuskiftið 21.-22.
august var fyri fyrstu
ferð hildin ein festi-
valur fyri teimum
menningartarnaðu. –
Í øllum hinum lond-
unum í Evropa, eru
nógvir slíkir festivalar
hvørt summar, men
her hevur einki verið.
Okkum manglar
festivalar fyri tey
menningartarnaðu.
Tí valdu vit at skipa
fyri Teitis festivalin-
um, sigur Jóhan á
Plógv, fyrireikari
TEITIS-FESTIVALUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Vikuskiftið 21.-22. august
var eitt slóðbrótandi viku-
skiftið. Í øllum førum fyri
tey menningartarnaðu í
Føroyum, sum fyri fyrstu
ferð í søguni kundu fara á
sín egna festival. Festivalar
fyri menningartarnað eru
vanligir í øllum londunum í
Evropa, men á hesum øk-
inum hava vit higartil verið
eftirbátur. Tað er nú broytt.
– Vit hildu absolut, at tað
manglaði ein festivalur til
tey mennigartarnaðu í Før-
oyum. Tey skulu sleppa at
hava tað stuttligt saman og
vísa, at tey eisini duga ym-
iskt handverk, greiðir Jóh-
an á Plógv, fyrireikari frá.
Tiltøkini vóru nógv. Har
vóru tónleikaframførslur
við føroyskum og útlendsk-
um bólkum, málningafram-
sýningar og málningasøla,
karusell,
hoppiborg
og
verkstaðið Vón var eisini
og sýndi fram ymiskt, sum
tey gera.
Betri næstuferð
– Vit vóru sera óheppin við
veðrinum, tí leygardagurin
var keðiligur, við nógvum
grovum ælum. Tað oyði-
legði eitt sindur, tí nógv
fólk fór heim, og kom so
ikki aftur, sigur Jóhan á
Plógv.
Hann sigur, at tað ikki
komu so nógv fólk, sum
hann hevði væntað. Kanska
orsakað
av
veðrinum,
kanska tí tiltakið var ov illa
lýst.
– Eftirsum hetta var
fyrstu ferð, at vit hava skip-
að fyri einum tílíkum festi-
vali, eru longu nú nógv
ting, ið vit halda okkum
kunna bøta um til komandi
festival. Til dømis tað, at
søkja eftir stuðlum í góðari
tíð. Vit vóru nakað sein at
søkja í ár, og tað hevði við
sær, at vit ikki fingu nakað
serligt. Tískil vóru ikki
pengar til stórar lýsingar-
herferðir, greiðir Jóhan frá.
Vantandi stuðulin minkaði
eisini um undirhaldið á
festivalinum.
– Eg hevði sett meg í
samband við nakrar dansk-
ar gyklarar, sum vóru áhug-
aðir í at koma higar. Men
av tí, at vit vóru so sein at
søkja um stuðul, og tað
altíð gongur long tíð áðrenn
svarið kemur, dróg tað ov
leingi út. Tey vórðu noydd
at siga ja til okkurt tiltak í
Danmark í staðin, tí hetta
gjørdist ov óvist, sigur
Jóhan.
Hann heldur fram, at tá
tey fóru undir fyrireikingar-
nar av Teitis festivalinum,
vistu tey ikki av, at Summar
festivalurin
í
Klaksvík
skuldi
vera
vikuskiftið
frammanundan. Hann sig-
ur, at høvdu tey vita tað, so
høvdu tey allarhelst lagt
teitis okkurt annað viku-
skiftið.
– Orsøkin til, at tað ikki
vóru so nógv fólk, kann jú
eisini vera, at fólk eru troytt
av at ganga á festivalar.
Nógv fólk var í Klaksvík,
og tað hevur kanska verið
nakað nógv at koma til
Havnar á festival vikuskift-
ið eftir eisini, sigur Jóhan.
– Tí hava vit avgjørt, at
flyta teitis festivalin kom-
andi ár. Hann skal ikki
liggja beint eftir Summar
festivalin, staðfestir hann.
Komandi ár ætla fyrireik-
ararnir eisini, at teitis bert
skal vara í ein dag, ístaðin
fyri tveir.
– Tað vísti seg, at tað
vóru fleiri fólk leygardagin
enn sunnudagin. Tey flestu
vóru leygardagin, og tey
hava ikki tímað at komið
aftur dagin eftir. So kom-
andi ár ætla vit bert at hava
ein dag, sigur Jóhan.
Ov fá tilboð
Jóhan á Plógv heldur, at tað
sum heild eru ov fá tilboð
til tey menningartarnaðu í
Føroyum.
– Vit "normalu" hava so
óendaliga nógvar møgu-
leikar. Tað hava tey ikki.
Hugsað vit um, at roynt nú
verður at integrera tey í
samfelagið, við at geva
teimum íbúðir o.a., so haldi
eg ikki, at tað eru nóg mik-
ið av sosialum tilboðum til
teirra. Tey gerast lætt
einsamøll, tá tey búgva fyri
seg sjálvi. Teitis var so ein
roynd at bøta um tað. Her
kundu tey møtast í dansi og
í einum listarligum tiltaki
og hugna sær saman, sigur
hann.
Hann sigur, at Ælabogin,
M'as Blues Band, eitt
íslendskt orkestur nevnt
Blikandi stjørnur og eitt
danskt orkestur nevnt Øl,
Popcorn og pølser spældu á
Teitis.
– Vit funnu útlendsku
orkestrini á netinum, og vit
ætla okkum serliga at hava
kontakt við tað íslendska
orkestrið, tí tað kundi verið
sera stuttligt at sent føroysk
orkestur við menningar-
tarnaðum til Íslands at
spæla. Tey sleppa ikki til
Danmarkar, tí har er kravið,
at tey menningartarnaðu
spæla sjálvi. Tað gera tey
ikki í Føroyum, og tí satsa
vit uppá Ísland, greiðir Jóh-
an frá. – Eg trúgvi, at tað
hevði verið eitt alletiders
upplivilsi hjá t.d. Emmu.
Hon hevði livað uppá tað í
fleiri ár. Men hetta eru alt
fjarar ætlanir, sigur hann.
Stór gleði
Jóhan sigur, at tey menn-
ingartarnaðu øll vóru sera
glað fyri Teitis festivalin.
– Tey eru so óalmindiliga
løtt at gleða. Tey eru veru-
liga takksom fyri øll tílík
tiltøk. So nú fara vit undir
at skipa komandi festival.
Hesuferð hava vit eitt heilt
ár, og nú hava vit eisini
gjørt okkum nakrar royndir.
Tað er eitt stórt arbeiði og
tað fer at taka tíð, áðrenn
hetta verður ein integrerað-
ur festivalur. Men tað er í
øllum førum ætlanin, at
hetta skal vera eitt aftur-
vendandi tiltak, sigur Jóhan
á Plógv at enda.
Eitt slóðbrótandi tiltak
M’s Bluesband spældi á
Teitis-festivalinum um
vikuskiftið
Neyðugt var at kroka undan grovu ælunum, men lagið var gott hóast tað
Eisini vóru gestatónleikarar.
Úr Íslandi kom bólkurin
»Blikandi stjørnur« og úr
Danmark »Øl, pølser og
popcorn«
Steðgið kirkjuligum brúðarvígslum
Kirkjan eigur at gev-
ast við at víga fólk.
Virðingin fyri hjúna-
lagnum er farin. Pol-
itikararnir hava tikið
meira og meira yvir,
og brúðarvígslur hava
fyri mong ongan
týdning longur, sigur
føroyskur trúboðari,
sum beinleiðis mælir
kirkjuni til at gevast
við brúðarvígslum,
sum støðan í dag er
BRÚÐARVÍGSLA
Edvard Joensen
– Tað gevur onga meining
longur, at geva lyftið fyri
altarinum í kirkjuni, at tvey
vilja liva saman í viðgongd
og mótgongd inntil deyðin
ger skilnað, tá ið talið økist
av hjúnum, ið eftir styttri
ella longri tíðarskeið fara
frá hvørjum øðrum. Og
samstundis sluppu vit und-
an tí, sum nú pikkar á
kirkjudyrnar, nú teir verðs-
ligu mynduleikarnir við
tvingsli leggja seg út í
kirkjunnar innaru viður-
skifti, at víga tvey av sama
kyni.
Tað heldur John Myll-
hmar, trúboðari, sum bein-
leiðis mælir kirkjuni til at
sleppa brúðarvígsluni, nú
virðingin fyri hjúnalagnum,
sum innskrivað er í Halgu-
bók, kortini er farin, sum
hann tekur til.
Hann heldur, at eitt hósk-
andi høvi at tikið av
kirkjuligu brúðarvígslurnar
hevði verið, tá kirkjan
verður yvirtikin.
John Myllhamar vísir á,
at áður varð hjúnavígsla
hildin at vera ein heilag
gerð, sum fór fram í Guðs
húsi.
Í dag halda fólk ikki so
nógv um hetta meira, sigur
hann. Hann sigur seg kenna
dømi um, at fólk beint eftir
at vera gift hava sagt, at tey
meta
ikki
hjúnabandið
hægri enn pappírið, tað er
skrivað á.
– Tí gevur tað onga mein-
ing longur, at geva lyftið
fyri altarinum í kirkjuni, at
tvey vilja liva saman í við-
gongd og mótgongd inntil
deyðin gerð skilnað, tá ið
talið økist av hjúnum, ið
eftir styttri ella longri
tíðarskeiði fara frá hvørjum
øðrum.
Og
samstundis
sluppu vit undan tí, sum nú
pikkar á kirkjudyrnar, nú
teir verðsligu myndugleik-
arnir við tvingsli leggja seg
út í kirkjunnar innaru við-
urskiftini, at víga tvey av
sama kyni, sigur John
Myllhamar, trúboðari.
Kirkjan í stríð við seg
sjálva
Tað eru tvinnar orsøkir til,
at hann hevur so greiða
støðu til hetta málið, sum
hann hevur, sigur John
Myllhamar.
Fyrsta orsøkin til hesa
støðu hansara er, sigur
hann, at nú ein og hvør
átrúnarlig
rørsla
hevur
fingið myndugleika at víga
fólk, metir hann hetta at
hava minkað um tað álvara
og ta hátíð, sum ein brúðar-
vígsla hevur verið.
Onnur grundin er, sigur
John Myllhamar, at tað er,
sum hann tekur til, »full-
komuliga absurd og gagg
gagg«,
sum
politiskir
myndugleikar
í
okkara
grannalondum nú við lóg
vilja troðka inn á kirkjuna.
Hann metir kirkjuna í
dag at vera ov veika at
standa móti trýsti. Og or-
søkirnar til tess heldur hann
vera so ymiskar. Tær kunnu
vera líkasæla ella ótti fyri at
gerast ópopulerur, heldur
hann. Ella í tríðja lagi, at
kirkjuligi myndugleikin er
meira upptikin av politisk-
um enn av krkjuligum virk-
semi.
– Enn hava vit tíbetur í
Føroyum ein kirkjuligan
mynduleika, ein biskup,
sum torir at siga nei til
sovorðið. Men vit vita ikki
hvat framtíðin bjóðar, tí vit
hava sanniliga eisini í Før-
oyum ein sterkan politiskan
myndugleika, sum við lív
og sál berjist fyri at sekul-
arisera kirkjuna, eitt nú við
at hon skal fylgja lond-
unum kring okkum. Um
teir ikki vága at taka hetta í
einum takið, so verður tað
gjørd í stigum, sigur John
Myllhamar.
Sum er, talar alt fyri, at
kirkjan í framtíðini skal
tvingast at víga tvey av
sama kyni hjún at vera.
Verður tað gongdin, er
grundarlagið fyri Guðs
skaparorning, har hann
skapti okkum sum kall og
konu, tikið burtur. Og tí
kemur kirkjan í stríð við
seg sjálva, sigur hann.
Kirkja merkir kyriakón
(tað, sum hoyrir Harranum
til). Hon byggir tí á ævigar
sannleikar og ikki á pol-
itiskar, har sannleikin ofta
er ein í dag og ein annar í
morgin.
John Myllhamar heldur,
at avtøka av brúðarvígslu í
kirkjuni vildi forða fyri
óneyðugum stríði í kirkjuni
við prestar, hvørs sam-
vitska og sannføring sýtir
teimum eitt nú at víga
samkynd.
Kollvelting
John Myllhamar ásannar, at
hetta er sera kollveltandi,
hann kemur við. Men lítið
kollveltandi í mun til tað,
sum fram er farið seinastu
tíðina og ivaleyst eisini fer
at koma í framtíðini.
Í fyrstu syftu vil tað
kennast sum stórur missur
fyri okkum, sum hávirða
kirkjunnar gomlu traditi-
ónir, at skulu leggja av
kirkjuliga brúðarvígslu. Ein
sið, ið ikki finnist aldur á.
Eisini er tað spell fyri tey
hjún, sum enn taka hjúna-
bandið í álvara, og sum
veruliga meina tað, tá ið tey
geva hetta lyftið fyri Guði
og monnum. Og nøkur eru
tey tíbetur enn. Men júst
fyri at virða teirra guðgivna
lyfti, er rættast at avtaka
hendan sið, heldur John
Myllhamar, trúboðari.
Hann vísir á, at fyri at
fremja tað, sum rætt er, er
ofta neyðugt at gjalda høg-
an prís. Og hann er púra
sannførdur um, at hetta
sum frá líður fer at tæna
kirkjuni best.
Hetta er ikki nøkur pro-
vokatión, men meint í ram-
asta álvara, sigur hann.
Verður givið víðari til um-
hugsunar hjá okkum øllum.
Ikki sum álop ella dómur
yvir nakran.
– Tað ber heldur ikki til,
tí nærum hvør einasti okk-
ara er beinleiðis ella óbein-
leiðis raktur av teimum
vanlukkum og sorgarleik-
um tað er, tá eitt heim fyri
og annað eftir verður lagt í
oyði. Slíkt kann ein kirkja
ella samkoman ikki »baga-
tellisera«, men eigur at taka
í størsta álvara, sigur hann.
John Myllhamara sigur,
at hann metir, at tíðin er
farin frá brúðarvígslu í
kirkjuni, sum ein heilag
gerð. Tí eigur brúðarskørið
at flytast úr kirkjuni yvir í
bý- og bygdaráðssalin, so at
uppgávan í framtíðini bara
liggur hjá borgarstjóranum
á staðnum. Hendan broyt-
ing átti at verðið gjørd, nú
kirkjan verður yvirtikin, og
framdar verða møguligar
bygnaðarbroytingar.
Við teimum broytingum í hugsunarháttinum hjá fólki og
uppílegging frá politiskum myndugleika í kirkjulig viðurskifti,
er tíðin komin til at taka kirkjuliga brúðarvígslur av, heldur
John Myllhamar, trúboðari
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6