Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 160 - 25. august 2004 Nr. 160 - 25. august 2004 9 Ítróttar- gudstænasta Vit stremba øll eftir einum máli - tað veri seg at sleppa í himm- alin ella á 1. lið í fót- bólti - har kenslan av at vera millum tey út- tiknu er tann sama. Hetta var millum annað boðskapurin á ítróttargudstænastun i í Christianskirkjuni mánakvøldið KÍ 100 ÁR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mánakvøldið skipaði KÍ fyri ítróttargudstænastu í Christianskirkjuni í Klaks- vík í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagnum. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í kirkju hetta kvøldið, og tað var ein rættiliga sermerkt sjón at síggja størsta partin av kirkjuliðnum vera ílatnan bláu og hvítu KÍ trenings- draktirnar. Byggja brýr Finn Johannessen, sam- skipari, sigur, at ætlanin við hesi ítróttargudstænastu fyrst og fremst var ein roynd at vísa, hvussu tað andaliga og tað ítróttarliga kann sameinast, heldur enn at fokusera uppá skilnaðin teirra millum, sum vit ann- ars ofta hava lyndi til. Dagsins tekstur, um tú kanst kalla tað so, snúði seg um, hvussu vit í øllum lívs- ins verki stremba fram móti einum máli, tað veri seg í himmalinum ella á 1.deild í fótbólti. Pól Johannessen, trúboðari tosaði um ta vælsignaðu kensluna, tað er, at verða úttikin til liðið, og hvussu vit øll kunnu fáa lut í hesi kenslu á evsta degi við at trúgva. Atli Danielsen, 1. deildar- og landsliðsleikari tosaði um persónliga trúgv, og hvussu hendan altíð hevði hjálpt honum, tá tað sá daprast út við ítróttarligu avrikunum. Aftaná andaktirnar spældi vælumtókti kristni rock- bólkurin I AM tvey løg, har annað eisini snúði seg um at seta sær eitt mál, "Heav- en is my goal". Síðani end- aði Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, ítróttarguds- tænastuna. Sjálvt treisku veður- gudarnir lótu seg lokka av góða hýrin- um í Klaksvík fríggjakvøldið. Tað var KÍ, sum skipaði fyri stórari Ítróttar- nátt, sum eisni var liður í 100 ára hátíð- arhaldinum hjá KÍ og 85 ára føðingardegn- um hjá Norðoya Sparikassa ÍTRÓTTARNÁTT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað var ikki frítt, at tað hevði hug at dryppa eitt sindur eina løtu, meðan bíðað varð eftir skrúðgong- uni, sum var á veg niðan á økið frammanfyri KÍ-høll- ini, har fyrsta Ítróttarnáttin í Føroyum skuldi setast. Men fólk vóru í góðum hýri og ílatin eftir eitt sind- ur av hvørjum, so eingin stakk halan millum beinini. Og skjótt fyltist økið við skrúðgonguni, sum kom frá Býráðshúsinum við Klaks- víkar Hornorkestri á odda umframt ítróttarfólk, skót- ar, Silvi, fólk á rossabaki og brandbilar. Sparikassastjórin í treningsdrakt Á tí festliga reyða og gula sparikasspallinum, sum var komin at standa við KÍ- høllina, vóru tað Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri og Eyðfinn Reyðberg, Spari- kassastjóri, sum skuldu seta Ítróttarnáttina. Steinbjørn nýtti høvið at takka KÍ fyri tað framúr góða arbeiðið, felagið ger fyri børnini og ungdómin í bynum og minti á, hvussu nógv av teimum, sum nú fremja stór ítróttaravrik bæði her í Føroyum og uttanlanda, byrjaðu í KÍ. Sparikassastjórin hevði latið seg í treningsdrakt hetta kvøldið, og tað var ikki bara tí, hann kanska ætlaði sær at taka lut í onkr- um av tiltøkunum seinni. Skemtandi viðgekk Eyð- finn, at tað mest var tí, at so sást búkurin ikki so væl, og hann var nokk heldur ikki tann einasti, sum var farin at tiva av at fylgja skrúð- gonguni stutta strekkið niðan til KÍ-høllina. Jú, vit vóru nokk fleiri, sum áttu at rørt okkum meir, og tað var netupp eitt av endamálunum við ítrótt- arnáttini. Og nú, hon var sett, var ongin umbering longur fyri ikki at finna onkra ítróttargrein ella okk- urt frítíðarítriv at fara í holt við. Okkurt til øll Tiltakið var skipað soleiðis, at øll ítróttar- og frítíðarfel- øgini vóru at finna á hvør sínum stað ymsastaðni í býnum. Har vístu tey fram, hvat tey vanliga takast við, og hevði tú hug at royna, var bara at halda seg fram- at. Umframt vanliga virk- semið hjá feløgnum, var í flestu førum eisini okkurt serligt á skránni. Uppi í svimjihøllini fylt- ist høllin skjót við lítlum og stórum smádreingjum. Tað sum lokkaði har uppi vóru sjálvandi fínu fjarstýrdu modellskipini hjá RC- felagnum. Niðri í Vágsbø bygdu skótarnir eina legu, og tey, ið komu framvið, fingu eisini ein smakk av røttum pylsubreyði, stokt- um á báli. Niðri við Sandin hitti tú fólk frá Sløkkiliðn- um og Bjargingarfelagnum, har fólk sluppu at royna at sløkkja eld, flota bjarg- ingarbátar og verða stjórað yvirum Vánna, og Frosk- mannafelagið syrgdi fyri at tey, ið høvdu hug at standa á vatnskíð vóru í góðum hondum. Yvri við kapp- róðrarneystið fingu fólk hjálp fra teimum í Rossa- felagnum at kemba hestar- nar og longur norðuri, á Varpabrúnni vóru fólk umborð á Draganum í holt við at royna kynstrið at seta segl. Ongum nýttist heldur at ganga svangur, tí uppi við KÍ- høllina stóð Jógvan Heinesen og grilllaði búff- ar, meðan fólk úr ymsum samkomum høvdu sangløtu á Sparikassapallinum. Seinni um kvøldið fyltist fótbóltsvøllurin við fólki, ið dystaðust á stúltum, í forðarenning og í brots- sparkskapping. Ítróttarnáttin endaði við hugnaligari kvøldsetu í KÍ- høllini, har eini 500 fólk vóru savnaði til felagssang og heita súpan. Positivur hugburður Fyrireikarnir lótu sera væl at fyrstu royndini at hava eina Ítróttarnátt í Klaksvík. Treyðugt so, okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, men hinvegin var hetta eisini eitt høvi at gera sær nakrar royndir, ein kann læra av til næstu ferð. Finn Johannessen, sam- skipari, sigur, at hann fram- vegis er púra ovfarin av tí ótrúliga positiva hugburði, øll hava sýnt bæði Ítróttar- náttini og hinum tiltøkun- um í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá KÍ. Tey flestu av hesum tiltøkunum hava verið rættiliga nógv øðrvísi, enn tað, fólk eru von við, og tí hava tað verið løtur, har fyrireikarnar hava ivast eitt sindur í, hvussu fólk fóru at taka ímóti hes- um. Men tað hevur als ikki verið neyðugt, og stóra undirtøkan hevur bert stimbrað hugin til at endur- taka í hvussu er summi av tiltøkunum aftur næsta ár, sigur Finn Johannessen. "Ítróttarnátt": Ein sunn sál ... Klaksvíkar Hornorkestur, ítróttarfólk, skótar, Silvi, brandbilar og fólk á rossa- baki luttóku í skrúðgonguni, sum byrjaði Ítróttarnáttina í Klaksvík fríggjakvøldi Kristni rockbólkurin I AM sungu eisini um at seta sær eitt mál í sanginum "Heaven is my Goal" á ítróttargudstænastuni í Christianskirkjuni mánakvøldið Ein stórur partur av kirkjuliðnum á ítróttargudstænastuni var ílatin bláu og hvítu KÍ treningsdraktirnar Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Eyðfinn Reyðberg, Sparikassastjóri, settu Ítróttarnáttina Sjálvandi var Silvi við, tá gentur úr Klaksvíkar Fimleikarfelag dansaðu Silvadansin Lítlir og stórir smádreingir kappaðust um at sleppa at spæla við fjarstýrdu bátarnar hjá RC-felagnum Tað var skjótt, at smágenturnar lærdu seg at kemba rossunum hjá Rossafelagnum Ein rættur skóti má sjálvandi vera í skótabúna .... C M Y K 9 8