Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MELDURIN FER AT VELJA BÝRÁÐIÐ FRAM UM LØGTINGIÐ Býráðsformaðurin í Havn fer at velja býráðið til og Løgtingið frá, verður hann afturvaldur Heðin Mortensen Árni Gregersen Tað er ongin ivi um, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og 70 ár í morgin, fer at velja býráðið framum, verð­ ur hann valdur innaftur í bý­ ráð­ið í heyst. – Skal eg vera heilt erligur, so havi eg ikki enn tikið enda­liga støðu til um eg stilli upp, men geri eg tað og verði eg valdur, so fari eg at siga ting­sessin frá mær og bara ar­beða í býráðnum. Undan seinasta løgtings­ vali gjørdi Heðin Mortensen bæði Javnaðarflokkinum og borg­arunum í Tórshavn greitt, at uttan mun til um hann bleiv valdur á ting, so fór hann framvegis at rað­ festa býráðsarbeiðið hægri enn tingarbeiðið. Hann gjørdi eisini av, at hann í eitt ár, til býráðsval hev­ur veirð, fór at arbeiða í báð­um støðum. – Eg boðaði flokkinum frá, tá ið tey vildu hava meg at stilla upp til løgtingsvalið, at bleiv eg valdur, so fór eg at røkja bæði størvini – í hvussu so er til býráðsval verður í heyst, sigur borgarstjórin. Sum nevnt omanfyri, so hevur Heðin Mortensen ikki enda­liga avgjørt um hann stillar uppaftur til býráðið. Kort­ini bendir alt á, at hann fer at gera tað. Við seinasta kommunuval fekk hann 2.637 persónligar atkvøður og var valdur sjálvur 7. á Javnaðarlistanum. – Sjálvandi eri eg takk­ samur fyri stóru undir­tøk­ una. Tað er ongantíð hent fyrr, at ein flokkur hevur fing­ið meirlutan í býráðnum einsa­mallur, so hetta var eitt sera spennandi val og stórt álit at fáa, sigur Heðin Mortensen. At Heðin Mortensen er tann stóri atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum sæst á atkvøðutalinum á sein­asta býráðsvalið. Heðin Mortensen fekk sjálvur 2.637 at­kvøður, meðan næsta val­ evni hjá flokkinum fekk 281 at­kvøður. – Hóast vit fingu meirluta einsamøll, so royndu vit at gera eitt býráð, har øll vóru saman. Tað eydnaðist eina tíð, men tað endaði við, at Tjóð­veldi fór út og er fyri seg sjálvan, sigur Heðin Mortensen. Stórar uppgávur Ongin hevur sitið so leingi í býráðnum í Havn nakrantíð, sum Heðin Mortensen. Hann var fyrstu ferð valdur á borg­ ara­listanum hjá Peturi í Gong í 1972. Síðani hevur hann havt sæti í býráðnum. Petur í Gong sat 32 ár í býráðnum. – Eg má siga, at alt er nógv broytt, síðani eg kom inn fyrstu ferð, men alla tíðina hev­ur tað verið spennandi, tí broyt­ingarnar hava verið ómeta­liga stórar hesi árini, sigur hann. Meðan hann hevur sitið í býráðnum er nógv hent. Størsta einstaka fram­ stigi heldur hann vera, tá ið kommunan í einum val­ skeiði bygdi seks-sjey barna­ stovnar. – Tað var ein stórur trupul­leiki, at fólk fingu ikki børn­ini ansað. Vit avgjørdu tí at loysa trupulleikan og sats­aðu við at byggja seks- sjey barnagarðar í einum val­skeiði. Sjálvur haldi eg hetta var rætt. Vit raðfestu og loystu ein trupulleika, sum fólk als ikki kenna til í dag, sigur Heðin Mortensen. Tá ið hetta var framt, sat hann bæði í byggi og býar­skipanarnevndini og mentannar­nevndini. Hann hevur eisini sitið í býráð­num, tá ið skúlar­nir eru bygdir. Hann sat í byggi­ nevndini, tá ið Eysturskúlinv ar bygdur og hann hevur sitið í øðrum nevndum, tá ið skúlarnir í Hoyvík og skúlin á Argjahamri var bygdur. Trivnaður Heðin Mortensen hevur alla­ tíðina lagt áherðslu á trivn­ aðin í býnum. Hann hevur alla tíðina reint at gera býin hugnaligan og góðan at búgva í. Umframt at vera við at byggja skúlar og barna­ garðar, so hevur ítróttur og mentan havt eitt stórt rúm í hansara hjarta. Útbyggingina í Gunda­dali hevur hann havt ein fingur við í. Hann sat í station­ nevnd­ini, tá ið svimjihøllin var bygd. – Tað var óemtaliga stór mót­støða tá og skipað var fyri mótmælisfundum, men svimji­hjøllin komu og í dag eru øll glað fyri hana, sigur Heðin Mortensen. At mótstøðan móti ítróttar­høllini var stór sæst av, at Heðin Mortensen var tann einasta í stadion­nevnd­ ini, sum var afturvaldur við komm­unu­valið, eftir at svimji­høllin var bygd. Kommunufelagið Umframt at vera býráðs­ formaður í Havn, so er Heðin Mortensen eisini formaður í Kommunufelagnum. Í seinastuni hava hinar størru kommunurnar funn­ ist eitt sindur at, at Herðin Mortensen eisini røkir hetta starv, umframt at sita á tingi. Men hann er formaður og har situr hann. – Upprunaliga var Tórs­ havnar kommujna ikki við í Kommunufelagnum, so høvdu vit tvey feløg og nú hava vit eitt aftur. Hetta er sjálv­andi tað besta og eg haldi í veruleikanum, at talan mest er um at mar­kera seg her undan kommunu­ val­inum í heyst, sigur Heðin Mortensen um við­merk­ing­ ar­nar frá øðrum borgar­stjór­ um í seinastuni. Havnar kommunu hevur lagt saman við fleiri øðrum komm­unum seinnu árini. Heldur borgarstjórin, at hend­an smanleggingin eigur at halda fram: – Ja, eg haldi tað hevði verið passandi um Kvívík og kanska Vestmanna eis­ini komu uppí, men grund­leggj­ andi haldi eg tað skilabesta vera, at vit samstarva á so nógvum økjum, sum til ber. Tað er ongin grund til at granna­komm­unur gera tað sama. Hevur ein kommuna før­leik­ar­nar, so eigur granna­ kommunan at keypa frá henni, og so heldur sjálv fáa sær førleikar á onkrum øðr­um øki, sigur Heðin Mortensen. Loysnir Borgarstjórin í Havn er ein maður, sum fer eftir loysn­ um. Hann hyggur ikki altíð eftir, hvat er best politiskt, men vil heldur hava loyst málini. – Ja, soleiðis eri eg nokk og tað ger at vit fáa mál loyst skjótt sigur hann. Heðin Mortensen er eisini lættur at fáa fatur á hjá van­ liga borgaranum. Er umsitingin heldur sein í upptrekkinum, so venda borg­ar­arnir í Havn sær ofta til borg­arstjóran fyri at fáa gongd á.