týsdagur 5. apríl 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
MELDURIN
Árni Gregersen
Ongin hevur sitið í bý
ráðnum so leingi sum
hann og skjótt hevur
hann verið borgarstjóri í
høvuðsstaðnum í 12 ár.
Heðin Mortensen verð
ur 70 ár í morgin.
Hóast hann tá nær
“støvets år” sum skrivað
stendur, so sæst tað ikki á
borgarstjóranum. Hann er
framvegis spelkin, fimur
og aktivur og lættur í sinn
og skinn.
– Eg kann bara gleð
ast um, at eg havi fingið
eina sera góða heilsu og
tað gleðist eg eisini um,
hvønn einasta morgun,
sigur hann vælupplagdur,
hendan morgunin klokk
an 8, tá ið vit hittast.
Eitt langt lív við ítrótti
hevur
gjørt,
at
hann
kropsliga er væl fyri.
Hann er heldur ikki givin
at íðka, tí fer túm framvið
á rennibreytini í Havn
um seks-tíðina onkran
morgunin,, so sæst hann
renna har.
Eisini sæst hann á
trøðni í Havnadali renna
eftir gæsnum summar
morgnar.
Jú, Havnin hevur ein
borgarstjóra við ferð á.
Og ferðin er ikki vorðin
minni við árunum.
– Nei, eg havi tað best,
tá ið eg eri í gongd og mær
dámar sera væl at okkurt
hendir,
sigur
Heðin
Mortensen.
Heðin Mortensen er
giftur við Hjørdis Morten
sen og saman eiga tey
fýra børn og níggju abba-
og ommubørn.
Føðignardagurin verð
ur hildin í øllum stillum
saman við familjuni.
– Skal eg hyggja aftur
eftir, so má eg siga, at eg
gleðist um at hava fingið
eina góða heilsu og at
famljan hevur tað gott og
at tað gongst teium væl.
Eg fegnist eisini um, at
tað gongur væl í Havn og
í øllum landinum í løtuni,
sigur Heðin Mortensen.
arni@sosialurin.fo
Í morgin verður Heðin
Mortensen, borgarstjóri
í Havn, 70 ár
Hvør dagur
til arbeiðis
er eitt stórt
upplivilsi
– Ja, tá ið mál koma í drag,
so er neyðugt við hvørt at
skunda undir. Onkuntíð sigi
eg við umsitingina, at megna
tey ikki at loysa málini, so
geri eg tað sjálvur- Tíbetur
kemur tað tó sjáldan so
langt, sigur hann.
Ein søga hevur gingið
í nógv ár um eina konu í
Eysturbýnum í Havn. Tað
regnaði illa og kloakkin var
tipt so vatn stóð í kjallara
num.
Jólaaftansmorgun ringdi
hon til borgarstjóran, tí hon
fekk ongan at svara hjá
kommununi. Tað gekk ein
stutt løta, so stóð borgar
stjórin sjálvur uttanfyri í
gummistyvlum og gróv og
hann setti eina pumpu til at
pumpa vatn úr kjallaranum.
– Jú hetta var so. Eg
royndi at fá fatur á teim
um, sum høvdu vakt, men
tað eydnaðist ikki, so eg fór
avstað sjálvur. Seinni út á
dagin
gjørdu
kommunu
mennirnir so arbeiðið liðugt,
sigur býráðsformaðurin við
einum smíli.
Nógvar aðrar søgur ganga
um, at tá ið tað ikki gongur
nóg skjótt, so fær borgar
stjórin ferð á málini.
– Vit hava góð fólk allan
vegin runt, men onkuntíð fer
ferðin ov langt niður, sigur
borgarstjórin.
Havnaútbyggingin
Størsta málið, sum Tórs
havnar kommuna arbeiðir
við í løtuni, er havnaútbygg
ingin.
Upprunaliga var ætlanin
at byggja undir Skansanum,
men hendan ætlan er broytt
nakað.
Ætlanin hevur fingið allar
neyðugar góðkenningar frá
myndugleikunum, men nú
hevur býarskipanarnevndin
undir innlendismálaráðnum
mælt landsstýriskvinnuni til
at steðga málinum.
Nevndin sum tók av
gerðina er farin frá og nýggj
nevnd tók við 15. mars.
– Vit fingu grundgevingar
uppá hálvtannað A4 ark. Vit
hildu ikki tað er sakligt og
hava sent svar aftur í einum
skrivi uppá 25 síður. So nú
bíða vit eftir svari frá lands
stýriskvinnuni, sigur Heðin
Mortensen.
Hann sigur, at Tórshavnar
Havn er bygd út síðani 1929
og at hetta er hent javnan
síðani, so hvørt sum býurin
er vaksin.
– Við mín besta vilja dugi
eg ikki at síggja, hvat skal
forða fyri at vit sleppa at
byggja tað sum vit ætla, sig
ur Heðin Mortensne,
Borgarstjórin, sum í morg
in fyllir 70 ár, hevur fleiri
uppgávur fyri framman.
Umframt havnaútbygg
ingina, so hevur kommunan
eisini fleiri bygningar, sums
tøða skal takast til, hvat teir
skulu brúkast til
Serliga er tað vinnuhúsið
á Vestaru bryggju, men eisini
gamli Føroya Banka-bygn
ingurin í miðbýnum.
Hetta og so at fáa eldra
økið, sum kommunurnar nú
hava umsitið í eitt gott ár, at
virka væl við nýggjum loysn
um, eru stórar avbjóðingar.
Summar
skulu
helst
loysast áðrenn býráðsvalið
kemur ov nær í heyst, men
í morgin er borgarstjórin
heima.
Dagurin
verður
hildin
í øllum stillum saman við
nærmastu familjuni.
arni@sosialurin.fo
BLÁA BÓK
Heðin Mortensen, borgarstjóri og tingmaður
Føddur 7.apríl 1946 í Trongisvági
Giftur við Hjørdis, fødd Egholm 1966
Fýra børn, níggju abbabørn
Útlærdur bilsmiðjur og tryggingarmaður
Valdur í býráðið í Havn fyrstu ferð í 1972
Valdur í Løgtingið fyrstu ferð í 1998
Borgarstjóri síðani 2005
Formaður í ÍSF í 28 ár
Formaður í Havnar Róðrafelag
Formaður í Havnar Sjónleikarafelag 1997-2003
Formaður í Kommunufelagnum
Formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafel. síðani 2005
– Onkuntíð sigi eg við umsitingina, at megna tey ikki at
loysa málini, so geri eg tað sjálvur- Tíbetur kemur tað tó
sjáldan so langt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Mynd: Álvur Haraldsen