týsdagur 5. apríl 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
5. Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av
hesum;
6. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu
tann til tekningar innboðna partapeningsupphædd
skal býtast millum tey, ið teknað hava.”
10. Uppskot um viðtøkubroyting um at geva
nevnd felagsins heimild til at skriva út umbýtilig
skuldarbrøv.
Sett verður fram uppskot um við viðtøkubroyting at
seta inn hesa nýggju áseting sum § 3 E í viðtøkum
felagsins:
“§ 3 E
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd
felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021 til
í einum ella fleiri umførum at taka avgerð um upptøku
av láni á upp til kr. 200.000.000 ímóti at skriva út um-
býtilig skuldarbrøv, ið geva rætt til tekning av nýggjum
partapeningi í felagnum. Partaeigarar felagsins skulu
ikki hava fortekningarrætt við útskrivan av teimum um-
býtiligu skuldarbrøvum sambært hesi heimild. Lánini
verða at gjalda inn í reiðum peningi. Í aðramáta ásetur
nevndin tær nærri treytirnar fyri umbýtiligu skuldarbrø-
vini, ið verða skrivaði út sambært hesi heimild.
Stk. 2.
Til fremjan av teirri til umbýtingini av teimum um-
býtiligu skuldarbrøvunum hoyrandi kapitalhækkanina,
verður nevndini heimilað til í tíðini frá 30 apríl 2016
til 29 apríl 2021, at hækka partapening felagsins í
einum ella fleiri umførum við upp til íalt áljóðandi kr.
200.000.000 við umbýting av teimum umbýtiligu
skuldarbrøvunum og sambært treytum annars ásettar
av nevnd felagsins. Verandi partaeigarar felagsins
skulu ikki hava fortekningarrætt til tann partapening, ið
verður útskrivaður við umbýting av teimum umbýtiligu
skuldarbrøvunum.
Stk. 3.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein
verða annars at galda hesar ásetingar:
1. Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
2. Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
3. Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
4. Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata
partabrøv síni innloysa;
5. Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av
hesum.”
11.Broyting í viðtøkum felagsins.
Víðkan av endamálsorðing felagsins í § 1, 3 petti
í viðtøkunum við hesum ískoyti:
“Harumframt hevur felagið til endamáls at reka vinnu
innan fastogn, harundir - men ikki avmarkað til - at
eiga, leiga, útleiga, keypa, selja og reka fastognir og
annan handil og aðra vinnu í hesum sambandi. Felagið
kann eiga kapitalpartar í øðrum feløgum og annars
útinna virksemi sítt umvegis dóttirfeløg.”
og verður samlaða endamálsorðingin í § 1, 3 petti í
viðtøkunum hereftir soljóðandi:
“Endamál felagsins er at reka vinnu innan kolvetnisút-
vinnan og annan handil og aðra vinnu í hesum samban-
di. Harumframt hevur felagið til endamáls at reka vinnu
innan fastogn, harundir - men ikki avmarkað til - at
eiga, leiga, útleiga, keypa, selja og reka fastognir og
annan handil og aðra vinnu í hesum sambandi. Felagið
kann eiga kapitalpartar í øðrum feløgum og annars
útinna virksemi sítt umvegis dóttirfeløg.”
Broyting av § 16, 1. petti og § 18, 1. petti,
1. setning í viðtøkunum:
§ 16, 1 petti verður broytt til hetta innihald: “Nevnd
felagsins hevur 3 limir”og í § 18, 1 petti, 1. setnin-
gur, verður talið “3” broytt til “2”..
12. Ymiskt.
Viðtøkumeiriluti.
Til samtyktar av uppskotunum til viðtøkubroyting undir
pkt. 7 til 11 omanfyri, krevst smb. § 106 stk. 1 í Vin-
nufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum
atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum,
sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við
einstøku uppskotunum til viðtøkubroyting.
Annars kunnu uppskot á skránni fyri fundin viðtakast
við vanligum atkvøðumeiriluta.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum,
umframt atkvøðugreiðsluháttur.
Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða
atkvøðu í sambandi við partabrøv síni, verður ásettur
í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari
eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er frígg-
jadagin hin 22. apríl 2016.
Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt
fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um
viðkomandi í seinasta lagi mánadagin hin 25. apríl 2016
hava fráboðað felagnum hetta. Fráboðan um luttøku
á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við
Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, FO-110 Tór-
shavn ella á tlf nr. + 298 550 100 og/ella á telduposti-
num ben.arabo@petroleum.fo.
Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundi-
num, hevur hann møguleika at geva øðrum skrivliga
fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins
www.petroleum.fo, umframt á skrivstovu felagsins
Yviri við Strond 4, stovuhædd, F0- 100 Tórshavn,
kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir
Investor Portal umvegis heimasíðu felagsins, kunnu
greiða fulltrúaatkvøðu umvegis henda portal.
Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu,
fer fram á sjálvum aðalfundinum, við at viðkomandi
partaeigari (ella fulltrúi hansara), ið rættstundis hevur
fráboðað luttøku á aðalfundinum, møtir upp á aðal-
fundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og at-
kvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin.
Brævatkvøður
Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e.
at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd
til oyðublað at nýta í sambandi við brævatkvøðu. Um
so er, at partaeigari ynskir at greiða brævatkvøðu, skal
brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins
Yviri við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, FO-110
Tórshavn ella á teldupostinum ben.arabo@petroleum.
fo í seinasta lagi hósdagin hin 28. apríl 2016.
Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar.
Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta
leiðslu felagsins spurningar um viðurskifti, sum eru
av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2015 og
støðuna hjá felagnum annars ella um spurningar, sum
avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir par-
taeigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann
senda spurning við brævi til P/F Atlantic Petroleum,
Yviri við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, F0- 110
Tórshavn ella við teldubrævi á ben.arabo@petroleum.
fo.
Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfund-
inum munnliga seta leiðslu felagsins spurningar um
nevndu viðurskifti.
Skjalatilfar til aðalfundin, herundir ársroknskapurin
2015 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum.
Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, harundir (1)
ársroknskapurin 2015 við grannskoðaraátekning og
ársfrágreiðing (2) dagsskrá, (3) fullfíggjað uppskot til
aðalfundin (4) upplýsingar um samlaða talið av parta-
brøvum og atkvøðum í felagnum dagin innkallað verður
til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til brævat-
kvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins
Yviri við Strond 4, stovuhædd, Postboks 1228, F0- 110
Tórshavn (tlf nr. + 298 550 100) í seinasta lagi 3 vikur
áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við
at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini
er tøkt á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur.
Partapeningur felagsins er kr. 369.786.000 býttur sun-
dur í partabrøv á kr. 100 og multipla av hesum.
Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir
hava 1 atkvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í partap-
eningi.
Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum:
3.697.860.
Felagið hevur kosið sær P/F Eik Banki til kontoførandi
peningastovn og kunnu parteigarar felagsins venda
sær til henda peningastovn á bústaðnum Yviri við
Strond 2, 100 Tórshavn ella á heimasíðuni www.eik.
fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna
fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Tórshavn, hin 5. apríl 2016
P/F Atlantic Petroleum
Nevndin