týsdagur 5. apríl 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna
roknskaparári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til
góðkenningar.
3A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2015
og 2016.
A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2015.
Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir
faktisku nevndarsamsýningina fyri 2015 á íalt kr.
1.489.000,00.
B. Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri
2016.
Nevndin skjýtur upp, at støðið fyri nevndar-
samsýning fyri 2016 verður:
Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 200.000,00.
Formaðurin móttekur 2,00 fer støðisnevndar-
samsýningina.
Næstformaðurin móttekur 1,50 fer støðisnevndar-
samsýningina.
Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 fer støðisnevn-
darsamsýningina.
Formaðurin fyri grannskoðaranevndina móttekur
0,50 fer støðisnevndarsamsýningina afturat vanligu
nevndarsamsýning síni.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av
halli sambært góðkenda roknskapin og árs-
frágreiðing.
Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært
góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár.
Leiðsla felagsins hevur staðfest, at eginogn felag-
sins er minni enn helvtin av teknaða kapitalinum.
Vegna høvuðsleiðsluna verður á aðalfundinum
sambært § 119 í Vinnufelagslógini greitt frá fíggjarli-
gu støðu felagsins – harundir orsøkina til tapið og
framtíðarútlitini – og uppskot sett fram um hvørji
tiltøk sum mugu fremjast.
5. Val av nevnd.
Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri
vali fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: David A. MacFar-
lane, Jan E. Evensen, Teitur Samuelsen, Jan Eiden
Müller, og Knud Hans Nørve.
Á aðalfundinum verður skotið upp, at pkt. 11. II.
verður viðgjørt frammanundan pkt. 5. á dagsskránni.
Verður hetta góðkent, og verður undir pkt. 11. II.
viðtikið at nevnd felagsins bert skal hava tríggjar
limir, so skjýtur nevndin upp at velja hesi trí valevni
sum nevndarlimir í nevndina:
David A. MacFarlane (afturval);
Jan Eiden Müller (afturval)
Knud Hans Nørve (afturval).
Nevndu hava boðað frá at teir taka við vali.
Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppsko-
tini, verður víst til heimasíðu felagsins, www.
petroleum.fo.
6. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi
ársaðalfundur er lokin.
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt
grannskoðanarvirki, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórshavn,
og skjýtur nevndin upp at afturvelja P/F Januar
løggilt grannskoðanarvirki at sita sum grannskoðari
felagsins til næsta ársaðalfund.
7. Uppskot um at lækka felagskapital felag-
sins við nom. kr. 366.088.140,00 frá nom. kr.
369.786.000,00 til nom. kr. 3.697.860,00 við at
lækka stykkjastøddina á einstøku partabrøvum felag-
sins niður í 1% av upprunaliga nom. stykkjastøddina
ella frá kr. 100 ella multiplum av hesum til kr. 1 ella
multiplum av hesum.
M.a. orsaka av kapitatapi felagsins setir nevndin
fram uppskot um at felagskapitalur felagsins verður
lækkaður við nom. kr. 366.088.140,00 frá nom. kr.
369.786.000,00 til nom. kr. 3.697.860,00. Lækking-
arupphæddin verður nýtt til rindan av undirskoti smb.
ásetingini í § 188, stk. 1, nr. 1 í Vinnufelagslógini, og
verður framd á tann hátt, at áljóðandi virðið á hvørjum
einstøkum partabrævi í felagnum verður lækkað við
99%, og soleiðis at stykkjastøddin á hvørjum einstø-
kum partabrævi verður lækkað frá nom. kr. 100 ella
multipla av hesi upphædd til nom. kr. 1 eller multipla
av hesi upphædd, uttan at talið á útskrivaðum parta-
brøvum verður broytt.
Treytirnar fyri kapitallækkingini eru hesar:
Felagskapitalurin verður lækkaður við nom. kr.
366.088.140,00 frá nom. kr. 369.786.000,00 til nom.
kr. 3.697.860,00.
Kapitallækkingin verður framd til kurs pari við eini
samlaðari flyting á kr. 366.088.140,00.
Lækkingarupphæddin verður nýtt til rindan av undirsko-
ti smb. ásetingini í § 188, stk. 1, nr. 1 í vinnufelagslógi-
ni. Flytingin verður framd beinanvegin tá kapitallæk-
kingin er endaliga viðtikin.
Sum liður í kapitallækkingini verður stykkjastøddin á
einstøku partabrøvunum í felagnum broytt frá nom. kr.
100 eller multipla av hesi upphædd til nom. kr. 1 eller
multipla av hesi upphædd.
Í § 2 stk. 1, fyrsta regla í viðtøkunum broytist ”kr.
369.786.000,00” til ”kr. 3.697.860,00”.
Í § 2 stk. 1, onnur regla, § 3, stk. 2, nr. 4, § 3 A, stk.
2, nr. 4 og § 5, stk. 1 í viðtøkunum verður ”kr. 100”
broytt til ”kr. 1”.
Felagið ber kostnaðin í sambandi við fremjan av kapi-
tallækkingini, mettar til kr. 25.000.
Sum ein konsekvensur av nevndu kapitallækking
verður harumframt viðtikið sum partur av hesi
lækking at lækka heimildina í § 3 frá kr. 300.000.000
til kr. 3.000.000 og í § 3A frá kr. 192.884.300 til
kr. 1.928.843 og har við at í § 3, stk. 1 verður ”kr.
300.000.000” broytt til ”kr. 3.000.000” og í § 3A stk. 1
verður § “kr. 192.884.300 broytt til ”kr. 1.928.843”.
8. Uppskot um viðtøkubroyting við at geva nevnd
felagsins enn eina heimild til at hækka partapen-
ing felagsins við tekning av nýggjum partapenin-
gi við fortekningarrætti fyri verandi parteigarar.
Sett verður fram uppskot um við viðtøkubroyting at
seta inn hesa nýggju áseting sum § 3C í viðtøkum
felagsins:
“§ 3C.
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd
felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021
til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening
felagsins við upp til íalt kr. 150.000.000 í áljóðandi
virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhæk-
kingin skal fara fram við fortekningarrætti fyri verandi
parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum
kann fara fram heilt ella lutvíst við tekning ímóti gjaldi
í reiðum peningi ella kann heilt ella lutvíst fara fram
við tekning ímóti inngjaldi í øðrum virðum enn reiðum
peningi ella heilt ella lutvíst við tekning ímóti inngjaldi
við at umleggja skuld til partapening. Kapitalhækkingin
kann fremjast við inngjalding til ein tekningarkurs, sum
kann vera lægri enn marknaðarvirðið á partabrøvunum.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein
verða annars at galda hesar ásetingar:
1. Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
2. Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
3. Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
4. Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata
partabrøv síni innloysa;
5. Partabrøvini eru til støddar kr. 1 og multipla av
hesum;
6. Við yvirtekning ger nevnd felagsins frítt av, hvussu
tann til tekningar innboðna par-
tapeningsupphædd - ið ikki er teknað við støði í
fortekningarrætti - skal býtast millum tey, ið teknað
hava.”
9. Uppskot um viðtøkubroyting við at geva nevnd
felagsins enn eina heimild til at hækka partapen-
ing felagsins við tekning av nýggjum partapenin-
gi uttan fortekningarrætti fyri verandi partaeiga-
rar.
Sett verður fram uppskot um við viðtøkubroyting at
seta inn hesa nýggju áseting sum § 3D í viðtøkum
felagsins:
“§ 3D.
Stk. 1.
Aðalfundur felagsins hevur avgjørt at heimila nevnd
felagsins til í tíðini frá 30. apríl 2016 til 29. apríl 2021
til í einum ella fleiri umførum at hækka partapening
felagsins við upp til íalt kr. 150.000.000 í áljóðandi
virði við tekning av nýggjum partapeningi. Kapitalhæk-
kingin skal fara fram uttan fortekningarrætt fyri verandi
parteigarar felagsins. Hækking av partapeninginum
kann fara fram heilt ella lutvíst við tekning ímóti gjaldi
í reiðum peningi ella kann heilt ella lutvíst fara fram
við tekning ímóti inngjaldi í øðrum virðum enn reiðum
peningi ella heilt ella lutvíst við tekning ímóti inngjaldi
við at umleggja skuld til partapening. Kapitalhækkingin
kann ikki fremjast við inngjalding til ein tekningarkurs,
sum kann vera lægri enn marknaðarvirðið á partabrøvu-
num.
Stk. 2.
Fyri nýtekning av partapeningi við heimild í hesi grein
verða annars at galda hesar ásetingar:
1. Nýggi partapeningurin fær somu rættindi í felagnum
sum verandi partapeningur;
2. Nýggju partabrøvini skulu ljóða uppá navn og eru
negotiabul;
3. Nýggju partabrøvini kunnu ikki vera inngoldin lutvíst;
4. Nýggju partaeigararnir hava onga skyldu at lata
partabrøv síni innloysa;
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Petroleum
Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum
at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn
fríggjadagin tann 29. apríl 2016 kl. 10.00 (føroysk tíð)
VIÐ HESI FUNDARSKRÁ:
www.petroleum.fo
Sosialurin 341800