Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 vist frá støðuni hjá upp­ sjóvar­fiskinum og hjá botn­ fisk­inum. Eydna í Homrum vísti á, at tað sum ofast ger stóru útsvingini í upp­ sjóvar­fiskinum er hvussu svart­kjafturin hevur tað. Svart­kjafturin ásetir í veru­ leik­anum, hvussu stórar saml­aðu nøgdirnar av upp­ sjóvar­fiski eru. Men hon gjøgnumgekk eis­ini hvussu gongdin hev­ur veirð við makreli og norð­ havs­sildini. Sum heild metti hon, at stovnarnir av uppsjóvarfiski eru hampiliga væl fyri, Verri er støðan hjá botn­ fiskinum undir Føroyum. Petur Steingrund vísti heilt greitt, at ongantíð áð­ur seinastu øldina, hevur støð­ an hjá toski og hýsu verið so vánalig í so langa tíð, sum sein­astu árini. Við tølum vísti hann, at stovnarnir eru komnir fyri seg, tá ið vit hava havt minni veiðutrýst – til dømis undir báðum stóru heims­bar­døg­ unum. – Tí er spurningurin fram­vegis um trýstið á land­ grunn­inum ikki framvegis er ov stórt í mun til stovnin, segði Petur Steingrund. Vinnan Formaðurin í Reiðara­felag­ num, Annfinn Olsen, hevði til uppgávu at siga, hvussu hann heldur at hav­fiski­ skap­urin fer at vera komandi árini. Formaðurin í Reiðara­ felag­num vísti fyrst og fremst á, at síðani atað var alment, at øll loyuvir fella aftur tillandið 1.januar 2018 er ongin sáttmáli gjørdur um nakað nýtt skip til Føroyar. Við øðrum orðum, at menn­ingin er steðgað. – Vit keypa 25 ára gomul norsk línuskip, sum teir ikki brúka longur, tí teir eru farnir yvir til nógv meira nútímans skip, sum gagn­ nýta alt munandi betur og sum kunnu royna í munandi verri veðri, segði Annfinn Olsen. Annfinn Olsen vísti nýggj­astu norsku línu­skip­ ini, sum ikki longur draga lín­una inn á síðuni, men upp gjøgnum botnin á skipinum. Hetta ger, at betri ber til at fiska í ringum veðri og fisk­urin verður minni ávirk­ aður av rákinum fram við skip­inum og tí situr betur á lín­uni. Har fæst meira burtur­úr. Formaðurin vísti eisini á menningina í trolvinnuni, har ljóðbylgjur í stóran mun gera trolini »størri«, so tey fiska betur. Ljóðbylgjurnar stýra fiskinum inn í trolið. – Øll hendan menningin ger, at minni orka verður brúkt til at fiska við, so sjálv vinn­an verður munandi grøn­ari, segði formaðurin í Reið­ara­felagnum. Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Jógvan Gregersen, setti spurningin um vit skulu framleiða mat­ vørur í Føroyum. Hann svaraði sjálvur spurn­inginum við at vísa dømir um, hvussu nógv ligg­ ur eftir til samfelagið, syrgja vit fyri, at allur fiskur, sum føroyingar hava rætt at fiska, kemur upp á land í Føroyum. – Í staðin fyri at selja fisk­ in óviðgjørdan av land­inum, so eiga vit at virðisøkja hann í Føroyum. Uttan mun til al­heims prísin á toski, so kunnu vit altíð virðisøkja hann her, segði Jógvan Gregersen. Hann vísti á, at um toska­ prís­urin er 20 krónur á globala marknaðninum,, so verður hann virðisøktur við 10 krón­um í Føroyum, um hann kemur uppá land her. – Men fer prísurin á globala marknaðinum niður á til dømis 10 krónur, so virðis­økja vit hann fram­ vegis – við tí vit gera nú – við minst 10 krónum. Altso vit fáa dupult so nógv fyri hann í mun til at útflyta toskin óvið­gjørdan, segði Jógvan Gregersen. Uppboðssølan Stóri spurningurin í allari nýskipan av fiskivinnuni er sjálvandi uppboðssølan. Eitt uppskot um eina roynd­ar­uppboðssølu fær 3. viðgerð í tinginum í dag, so hesin spurningurin var sjálv­ andi uppi at venda. Amerikanski búskapar­ frøð­ingurin Daniel Bromley hevði eisini eitt upp­skot um, hvussu hetta kann gerast, men millum før­oysku vinnu­ lívs­fólkini var sum heild lítil áhugi fyri uppboðs­sølu. Eitt annað, sum eisini var funnist at – serliga tá ið ein tosaði við vinnulívsfólkini – var, at tey eftir tí, sum hevur verið frammi, skulu gjalda fyri veiðurættindini áðrenn fisk­urin er veiddur. Tey flestu halda, at tað er skeivt at leggja gjaldið á í fyrsta liði. Gjøgnumgangandi hava tey ikki so nógv ímóti at gjalda, men tey halda, at hetta skal gerast, tá ið veiðan verð­ur seld – ikki forút. Gjøgnumgangandi vóru nógvar upplýsingar frammi á ráðstevnuni í Norður­landa­ húsinum, hóast tey, sum ar­ beiða við hesum spurn­ing­ inum kanska ikki fingu so nógv nýtt at vita. Men tey fingu spurn­ing­ arnar lýstar úr fleiri spenn­ andi herðashornum. arni@sosialurin.fo RÁÐSTEVNA UM OKKARA TILFEINGIÐ