Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DANSKUR RÍKMAÐUR Eirikur Lindenskov – Eg ætli mær á talarastólin í dag fyri at greiða frá, hvørji vit eru. Tí soleiðis eru vit als ikki. Tað sigur danski rík­mað­ urin, Henrik Lind, stjóri og eigari í Lind Invest, sum fyri trimum árum síðani keypti 10 prosent av partabrøvunum í BankNordik. Sum størsti privati íleggj­ ari í føroyska bank­anum er tað skotið honum í skógv­ ar­nar, at hann er kaldur og kyniskur kapitalistur, sum vil drena føroyska bankan fyri pengar. Men soleiðis hongur tað als ikki saman, leggur Henrik Lind dent á, tá vit hittust til ein morgunmatarbita hós­ dagin. – Vit eru langskygdir íleggj­arar, men vit eru eisini aktivir íleggjarar. Tað eru trý ár síðani, at vit keyptu parta­ brøvini í BankNordik, og vit hava einki partabræv selt, síð­ani vit keyptu tey í febr­ uar í 2013, sigur Henrik Lind. – Fara vit trý ár aftur í tíðina, so var BankNordik ikki ein sterkur banki. Hann skapti ikki virði. Hvørki til bankan ella til kundarnar – ella til starvsfólkið og parta­ eig­arar­nar, sigur Henrik Lind. Vilja ávirka gongdina – Tað er júst tí, at vit eru aktivir eigarar. Um vit síggja, at okkurt ikki virkar, so vilja vit nýta okkara ávirkan til at fáa tað at rigga, sigur hann. Henrik Lind staðfestir, at tað hava verið nøkur viður­ skifti í bankanum, sum ikki hava virkað. – Og tað er har, tað kem­ ur, at vit ikki bara eru lang­ skygdir eigarar, men eisini aktivir eigarar. Um tað eru viður­skifti, sum vit síggja ikki virka, so gera vit okkum dælt av okkara ávirkan, sigur Henrik Lind. Tað var av hesi orsøk, at bankin fekk nýggja nevnd í fjør. – Vit søgdu, at nú vilja vit hava nýggj eygu at hyggja upp á bankan – nýggj fólk, sum skuldu gera eina nýggja strategi – langtíðarætlan. Hon varð gjørd, og tað merk­ ir, at vit nú hava valt at at leggja áherðslu á kundarnar í Føroyum við tí endamáli at skapa ein sterkan fíggjar­ stovn í Føroyum. Lind Invest, sum íløgu­ felagið hjá Henrik Lind eitur, tosaði við Fíggingargrunnin, sum eigur 34 prosent av bank­anum og við aðrar parta­eigarar um at fáa framt broyt­ingar í bankanum – ella um at fáa »nýggj eygu at hyggja upp á bankan«, sum Henrik Lind málber seg. Í Føroyum er bankin ein stórur banki. Men í Danmark er hann ein lítil banki. – At hava virksemi á vinnu­økinum og privat­ økinum í Danmark, at hava trygg­ing í Íslandi og banka í Grøn­landi var ikki skilagott. Í veru­leik­anum, so hevði bank­in ikki fokus upp á kjarnu­marknaðin, sum er Føroyar, sigur Henrik Lind. Donsku eigararnir vrak­ aðu soleiðis strategiina, sum bankin hevði, og Henrik Lind stað­festir, at hon skapti eingi virði til bankan. Tørvar bankanum pengar so stuðla vit – Eg vil bara fyrihalda meg til tað tíðarskeiðið, tá vit hava verið partaeigarar í bank­anum, sigur hann, tá vit spyrja um onnur viðurskifti, sum til dømis tá bankin vrak­aði gamla navnið Føroya Banki og um upprunan til ævin­týrið í Danmark, sum hevur kostað bankanum nógvar pengar. Henrik Lind sigur, at um bankanum tørvar kapital, og um bankin kann avrika, so fer Lind Invest at stuðla tí. – Og hinvegin. Um bank­ in leggur niður onkrar aktivi­ tetir, tí teir ikki skapa virði, so leysgevur tað kapital, og tá kann tað vera skilagott, at hesin kapitalur verður út­goldin partaeigarunum. Undir­skilt, at í hesum døgum leggja vit niður vinnu­aktivi­ tetin í Danmark, og vit selja tryggingar­partin í Íslandi. Tað skapar eitt sindur av kapi­tali, sum kann gjaldast eigar­unum, sigur Henrik Lind. Snýr seg ikki um at mergsúgva Spurdur hví tað er so av­ ger­andi at gjalda út stór vinn­ings­býti, tá bankanum tørvar kapital til at uppfylla fram­tíðar SIFI krøv, sigur Henrik Lind, at sjálvandi skal bankin uppfylla øll slík krøv. – Og júst við SIFI eru nógv­ar reglar, sum júst tryggja, at bankin er væl bjálv­aður. Og hesum hava øll áhuga í – eisini eg sum íleggj­ ari, at vit hava eina góða og trygga bankaskipan í Før­oy­ um, og sjálvandi at vit hava ein sterkan banka. – Tað er sjálvandi lagt upp fyri hesum í teimum ætlan­ um, sum eru gjørdar fyri bank­an, sigur hann. Og spurdur, um tað ikki ber boð um, at bankin ikki skal vaksa, tá hann ikki fær loyvi til at hava tøkan pening til vøkstur, sigur Henrik Lind, at vinningsbýti snýr seg ikki um, at bankin skal merg­súgv­ast. – Tað snýr seg um, at beint nú, í hesi fasuni, sum bankin er í, eru tað gjørd BANKIN SKAPTI IKKI VIRÐI – TÍ VAR NEYÐUGT VIÐ NÝGGJARI LEIÐSLU – BankNordik var ikki ein sterkur banki. Hann skapti ikki virði. Hvørki til bankan, kundarnar ella starvsfólkið – ella til partaeigararnar. Tí mátti strategiin broytast. Vit máttu hava nýggj eygu at hyggja upp á bankan. Tí varð neyðugt at skifta nevndina út, og tí var neyðugt hjá nevndini at skifta leiðsluna út. Tað sigur Henrik Lind, danskur milliardingur, sum er størsti privati partaeigari í BankNordik. Saman við Fíggingargrunninum og øðrum eigarum tók hann valdið í bankanum á aðalfundinum í fjør, tá øll nevndin varð koyrd frá Tað snýr seg ikki um, at bankin skal merg­ súgvast