týsdagur 5. apríl 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
Sosialurin
DANSKUR RÍKMAÐUR
nøkur nátúrlig frával. Vit
kunnu siga, at tað ber ikki
til at flúgva til Danmarkar
og Íslands at reka vinnu
virksemi og tryggingarfelag,
samstundis sum vit skulu
reka banka í Føroyum.
– Tað rætta er sjálvandi at
leggja áherðsluna á føroysku
kundarnar og tann vøkstur,
sum er í Føroyum. Tað er
skilabetri at fokusera uppá,
heldur enn víkjandi útlánini
í Danmark.
Henrik Lind heldur fram:
– Júst nú hava vit tikið av
gerðir, sum leysgeva kapital.
Ja, latið bara eigararnar fáa
pengarnar. Tað er sum so í
lagi. So haldi eg, at vit standa
eftir við einum sterkum
banka, sum kann fremja úrs
lit, sum skapa virði, og sum
kanska eisini kann skapa
vøkstur. Og um tað eru
vakstrarmøguleikar, og vit
skapa úrslit, og vit hava brúk
fyri at enduríleggja yvirskot
ið til nýggjan vøkstur, so gev
ur eisini tað meining, sigur
hann.
– So fyri meg snýr tað seg
ikki um vinningsbýti ella
ikki. Tað snýr seg um tað,
sum gevur meining.
Meira fokus á Føroyar
Henirk
Lind
staðfestir,
at
BankNordik
seinastu
árini
hevur
havt
eina
vakstrarætlan, sum er mis-
eydnað.
– Og tað er hesum, sum
nýggja nevndin hevur valt
at taka avleiðingarnar av,
sigur hann.
Sambært honum er tað
eisini til fyrimunar fyri før
oyska samfelagið, bankan í
heila tikið og kundarnar. Nú
verður meira fokus á Føroy
ar, enn tað hevur verið. Tí nú
skulu kreftirnar ikki brúkast
til alt møguligt annað, sigur
Henrik Lind, sum leggur
afturat, at honum dámar
best at hava fokus á nøkur
ávís viðurskifti, tí tú kanst
ikki vera allastaðni.
Als einki tilknýti
til Føroyar
Men hvat fær ein milliarding
í Århus at brúka 80 milliónir
krónur upp á at keypa 10
prosent av partabrøvunum í
einum føroyskum banka – og
so siga, at hann vil gera hann
meira »føroyskan«? – at hann
í størstans mun skal vera
virkin í Føroyum.
– Eg eri uppvaksin í
Århus. Eg eri familjumaður
og pápi við trimum børnum,
og eg havi altíð búð í Århus.
Eg havi eingi ættarbond og
eingi áhugamál í Føroyum,
so hetta er ein beinleiðis
handilslig íløga í nakað, har
eg haldi, at váðin stendur
væl í mát við avkastið, men
har tað eisini hevur víst seg,
at ábøtur treingja, sigur
Henrik Lind.
Hann sigur víðari, at tey
í Lind Invest fegin nýta sín
ar førleikar til at hjálpa til
at gera BankNordik til ein
sterkari banka.
– Men tá vit gjørdu íløg
una, so var tað tí, at vit hildu,
at tað sjálvandi for at geva
gott avkast til okkum, tað er
greitt. Men tær íløgur, sum
vit gera, eru sum sagt lang
skygdar íløgur, har vit eru
við allan vegin og vilja vera
við í tí menning, sum bankin
skal koma ígjøgnum, um tað
so gongur væl, um tað er
kreppa, og um íløgur skulu
gerast, sigur hann.
Ongar ætlanir
um at selja
Er tað hugsandi, at tit brád
liga kunnu finna upp á at
selja tykkara partabrøv, um
kursurin brádliga hækkaði?
– Tað haldi eg ikki hevði
borið til, sigur Henrik Lind.
– Talan er um illikvid
partabrøv, og tað vistu vit,
tá vit keyptu.
Henrik Lind sigur, at tey
hava heldur ongar ætlanir
um at keypa meira av bank
anum.
Umframt
ognarlutin
í
BankNordik, so eigur Lind
Invest eisini í øðrum smærri
donskum peningastovnum.
Men felagið hevur ikki sett
pengar í útlendskar bankar.
Hann sigur, at felagið hevur
meira fokus á íløguna í
BankNordik.
– Tí tað er ein størri íløga
hjá okkum, og tí hevur hon
størri áhuga hjá okkum,
sigur hann.
Spurdur um hann sum
íleggjari
er
nøgdur
við
nýggju nevnd og leiðslu
bankans, sigur hann:
– Vit eru fegin og stuðla
teimum avgerðum, sum eru
tiknar. Og eg haldi, at nú
verður tað ein spennandi, av
bjóðandi og mennandi ferð,
sum bankin skal á.
Nú tørvar bankanum og
ikki minst starvsfólkunum
frið at seta í verk nýggju
ætlanirnar og at gera sær
dælt av teimum møguleikum,
sum nýggja strategiin hevur
við sær. Vit trúgva upp á
hetta og líta á, at nevndin og
leiðslan og nógv av teimum
dugnaligu starvsfólkunum
nokk skulu megna hetta.
– Eg stuðli tí, sum er farið
fram seinasta árið. Eg haldi,
at tað er tað rætta, sum er
hent fyri bankan og menn
ingina av bankanum. Eg
haldi, at bankin nú er meira
fokuseraður og harvið er ein
sterkari banki, sigur Henrik
Lind.
Bankin hevði boðað frá, at
tað skuldi gjaldast út ekstra
ordinert vinningsbýti upp
á 200 milliónir krónur. Tað
hendi ikki. Hvat heldur tú
um tað?
– Eg stuðli tí, at bankin
skal hava nóg mikið av
kapitali. Her hevur bankin so
sín egna politik, eins og lóg
gávan eisini hevur ásetingar
um tað, sum júst skulu
tryggja, at bankin livir upp
til SIFI krøvini, og harvið
er tað eisini eitt serligt krav
til bankan í mun til kapital.
Og soleiðis skal tað vera, tá
tað snýr seg um ein stóran
banka, sigur hann.
Tá Henrik Lind tók orðið
á aðalfundinum hósdagin,
so var tað fyrstu ferð, hann
gjørdi tað.
– Eg haldi, at tað hevur
týdning at greiða frá, hvussu
vit í Lind Invest arbeiða,
hvussu vit hava sæð gongd
ina og so viðmerkja hetta við
vinningsbýtinum, og so fari
eg sjálvandi eisini at tosa um
framtíðina, og hvussu vit
á besta hátt fáa kapitalin í
bankanum at skapa avkast.
– Og so fari eg at siga, at
vit stuðla teimum avgerðum,
sum nevnd og leiðsla hava
tikið, og at tað hevur týdn
ing, at vit nú fokusera inni í
bankanum upp á at fáa hesa
strategiina framda til gangs
fyri okkum øll.
– Tú nevndi sjálvur, at
partafelagskursurin er mink
aður niður í helvt, síðani
bankin fór á børsin. Og tað er
ikki sunt, sigur Henrik Lind.
– Um tørvur verður á
kapitali. So eru vit noydd at
prógva, at vit kunnu fáa nak
að burturúr. Annars fáa vit
ikki drigið kapital til bankan.
Tað er jú ein partur av tí at
vera á einum virðisbræva
marknaði. Tað mugu vit bara
viðurkenna.
Og Henrik Lind heldur
fram:
– Vit skulu hava ein banka,
sum stuðlar undir vøksturin,
sum er í samfelagnum, held
ur enn at fokusera upp á alt
møguligt annað. Tað eru jú
hópin av møguleikum. Vit
hava vøkstur í føroyska sam
felagnum, tí er ikki neyðugt
at flúgva aðrastaðni at gera
forrætningar, sum onnur
duga betur, sigur danski
íleggjarin og millardingurin,
Henrik Lind, sum ikki dylur,
at hann heldur vil gera vart
við tað, sum ikki riggar á
rætta stað, enn at sita í ein
um króki og brokka seg.
...Meir á næstu síðu
SIFI merkir: Systemically important financial institution.
Tað er peningarstovnur ella tryggingarfelag ella annar
fíggjarstovnur, sum er so týdningarmikil fyri fíggjar
viðurskiftini í landinum, at tey ikki mugu fara á húsa
gang. Tí verða serlig krøv sett slíkum stovnum.
– Um vit síggja, at okkurt
ikki virkar, so vilja vit
nýta okkara ávirkan
til at fáa tað at rigga,
sigur Henrik Lind
Mynd: Álvur Haraldsen