týsdagur 5. apríl 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tað verður sagt um Henrik
Lind, at hann longu sum 14
ára gamal fór at handla við
partabrøvum.
Ein søga um 41 ára gamla
mannin úr Århus er, at hann
keypti partabrøv í Brøndby
fyri konfirmatiónspengar
nar. Og tá fylgdi hann eisini
partafelagskursunum á tekst
TV í sjónvarpinum og við at
lesa dagblaðið Børsen.
Tá hann í fjør fylti 40 ár
skrivaði Politiken, at hann
var góður fyri 2,7 milliardir
krónur og ein av landsins
ríkastu
íverksetarum.
Pengarnar hevur hann fyrst
og fremst tjent upp á orku
handilsfyritøk8na
Danske
Commodities,
sum
hann
stovnaði í 2004 og fleiri aðrar
íløgur, eitt nú handil við ogn
um gjøgnum íleggingarfelag
ið Lind Invest, sum hann
stovnaði í 2002.
Eftir
lokið
students
prógv frá Aarhuus Stats
gymnasium
fór
hann
í
bankalæru í Danske Bank
og steinni var hann Trainée
í ráðgeevingardeildini hjá
Jyske Bank. Tað var um hetta
mundið, at elmarknaðurin
varð liberaliseraður í Dan
mark, og tann ungi Henrik
Lind sá møguleikar har. Tað
gjørdi Jyske Bank ikki tá, og
tað fekk Henrik Lind at søkja
starv hjá EnergiDanmark,
har hann var í starvi frá 2000
til 2004.
Samstundis vaks áhugin
fyri at vera stjálvstøðugur og
í 2002 stovnaði hann ílegg
ingarfelagið Lind Invest, har
hann handlaði við virðis
brøvum og gjørdi íløgður í
bygningar at leiga út.
Í 2004 segði hann fasta
starvið frá sær og stovnaði
orkuhandilsfelagið Danske
Commodities, sum handl
ar við el, gassi og klimagóð
kenningum, og síðan gekk
sjótt framá hjá Henriki Lind,
sum verður lýstur sum hug
skotsríkur entreprenørur og
ein maður við dreivi, sum
skilir at útveita ábyrgd og
motivera starvsfólkið.
Í 2010, eftir at hann og
konan Karina høvdu fingið
tvíburar og nú høvdu trý
børn, valdi hann at lata
dagligu leiðsluna av Danske
Commodities til onnur fyri
at hava meira tíð saman
við familjuni og nógvu hug
skotunum og verkætlan
unum, sum umframt virðis
pappírs- og ognaríløgur og
stovnina av børsmeklara
felag, eisini telur sosialar
verkætlanir fyri sálarliga
sjúk og sosialt útsett fólk.
Nýggja leiðslan í Dansk
Commodities megna tó ikki
uppgávuna, og í 2014 mátti
Henrik Lind aftur taka við
leiðsluni eftir í fýra ár at hava
verið
nevndarformaður.
Danske Commodities var
við hansara egnu orðum við
at vera ferðblind og góðu
gongdini og var voski meira
starvsfólkaliga enn markn
aðarmenningini megnaði at
bera. Stjóri og fíggjarstjóri
vórðu koyrdir frá, og Henrik
Lind tók aftur ábyrgdina.
Hann framdi hópuppsagnir
og broytti virkið grundleggj
andi hettar heystið, ið hann
ongnatíð við uppliva aftur.
Sambært Politiken hevur
Henrik Lind prógvað, at
hann ikki bara meistrar
framgongd, men eisini kon
solidering.
Henrik Lind hevur seinni
sett annan stjóra og fæst nú
aftur við ymsu verkætlanir
nar og familjuna.
Tað við Brøndby var
kanska heldur ikki heilt av
tilvild. Hann spældi sum
25 ára gamal sjálvur í Dan
marksseriuni. Hann eigur
nú partabrøv í AGF og er við
í århusianska ríkmannabólk
inum, sum bjargaði fótbólts
felagnum úr búskaparliga
ódnarveðrinum á heystið í
2014.
eirikur@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
DANSKUR RÍKMAÐUR
KEYPTI PARTABRØV FYRI
KONFIRMATIÓNSPENGARNAR
Størsti privati partaeigarin í BankNordik er 41 ára gamal og úr Århus.
Hann sigst verða góður fyri nærum tríggjar milliardir krónur
Navn
Bústaður
Tittul
Dato frá
Dato til
Verandi eigarar:
Fíggingargrunnurin frá 1992 Vr/g
Tórshavn
Eigari
-
Lind Invest ApS (útlendskt felag)
Aarhus C
Eigari
04/02/2013
Fyrrverandi eigarar:
14 Sp/f
Tórshavn
Eigari
21/09/2007
22/12/2009
BankNordik P/f
Tórshavn
Eigari
20/06/2007
31/12/2007
Blábjørg Sp/f (Strikað)
Hoyvík
Eigari
05/09/2008
08/11/2010
Hilda ehf (útlendskt felag)
Reykjavík
Eigari
29/01/2010
26/03/2010
Kvettið Sp/f
Tórshavn
Eigari
20/06/2007
20/06/2007
Lagerinn Føroyar Sp/f (Strikað)
Tórshavn
Eigari
20/06/2007
26/02/2010
Pimco Global Advisors (Ireland)
Limited (útlendskt felag)
Dublin
Eigari
15/11/2010
31/12/2011
Skrínið Sp/f
Tórshavn
Eigari
20/06/2007
05/09/2008
Wellington Management Company LLP
(útlendskt felag)
Boston,
Massachusetts
Eigari
19/02/2010
31/12/2012
Tveir stórir partaeigarar í BankNordik
Í løtuni eru bara tveir stórparteigarar í BankNordik. Tað eru eigarar,
sum eiga 5 prosent ella meira og tí verða nevndir í roknskapinum.
Men tað hava verið fleiri stórir partaeigarar í bankanum.