Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 Sosialurin Jóhan Mortensen Várharra hevur ikki verið kargur við øll­ um sínum gáv­um til okkum før­oy­ ing­ar. Ein av hesum gávum er okkara hummari (Nephros norwegicus) sum uttan iva er millum heimsins bestu, tá um smakk og góðsku ræðu. Hálovaður av okkum, sum unnast at fáa hendir á honum, og so øllum útlendingum, sum koma hendavegin og sum sleppa at royna hann. Hummarin hevur verið borð­reiddur og marknaðarførdur gjøgnum árini av m.a. Meinhardi Jensen, sála, Birgir Enni, Marna Simonsen, Gutta Winther, Solea, Poul Rustin, KOKS og fleiri við teim­um, og er hann sera týðandi partur av okkara gastronomiska sam­leika. Áður var tað ein ávís roynd við troli, men í dag er bert loyvt at veiða við rúsum, og eru tað umleið 50 loyvir. Fyrr varð friðað fyri veiðu í summarhálvuni, nú verður roynt alt árið. Veiðan liggur um 70-80 tons árliga. Skilamaðurin Knút Nólsøe, sáli, var millum teir fyrstu, sum í størri mun í 1970-unum byrjaði at fáast við og kunna um hetta okk­ ara tilfangi. Eisini royndi hann at seta stóran hummara (Homarus gammarus) út, sum hann fekk úr Hetlandi. Men royndin eydnaðist ikki, allarhelst av tí at sjógvur okk­ ara tá var ov kaldur. Nú er munandi lýggjari og er onki at ivast í, at stóri hummarin hevur livilíkindir á okk­ ara leiðum. Størsta hóttanin móti hummara­ stovninum og øllum skeljadjórum í dag er ótálmaða alingin og øll tann dálkingin og ilttrotið, sum stendst av henni og av øllum lúsa­eitrinum, sum verður nýtt og spaku­liga for­ kem­ur øllum skelja­verum. Før­ oy­ar verða fátakari tá humm­ara­ stovnurin er týndur. Gleðiligt er kortini, at øll, sum dáma hummara, nú hava høvi at royna eitt spennandi kvøld á matstovuni Barbaru fríggjakvøldið 8. apríl, tá hummari burturav er á skránni. Hummaravinir ! Regin Eikhólm Málfelagið Hóast vit her á klett­unum altíð hava snakkað før­ oyskt, hava havt skrivt­málið í 170 ár og eitt Málráð í 3 ár, so røkist tó enn onki fyri at móðurmálið verður legaliserað og skrásett sum eitt funktionelt sam­ skiftismál. Ulla Clausén, “Nyord i färöiskan” Man kann spyrja seg sjálvan: Hvat bagir føroyskum málpolitikki? Eitt eintýðugt svar finst valla, men í doktorritgerðini hjá tí svenska mál­ granskaranum, Ullu Clausén, Lund, um “Nyord i färöiskan”, sum kom út í bók Í 1978, gevur hon okkum eina ábending um, hvussu hon sær uppá tað málsliga sundurlyndið í føroynginum, við tað at hon býtur føroyingar upp í 4 málpolitiskar bólkar: Flokkur 1. Puristar: Tey sum eru afturlítandi og taka støði í tí sum var og sjálv-eksperimenterandi menna sítt egna mál. Flokkur 2. Nationalistar: Tey sum hjúkla um verandi mál uttan fremmanda ávirkan. Flokkur 3. Pragmatikarar: Tey sum vilja eina meiri fría og funk­tionella tilgongd til málið sum samskiftismiðil uttan etym­ ologiskar avmarkingar. Flokkur 4. Internationalistar: Tey sum ongan áhuga hava fyri tí serføroyska, og ynskja at føroyskt skal vera opið fyri ávirkan uttaní­ frá. Samanbera vit manningina í Málráðnum við Ullu Clausén’sa uppbýtið, so er niðurstøðan greið: 8 av teimum 11 limunum um­boða flokk 1 og 2 og eru (smb. U.C.) national-puristar, bert 3 um­boða flokk 3 og eru (smb. U.C.) prag­ matikarar, meðan ongin umboðar flokk 4. Vit hava sostatt ein greiðan meiriluta av national-puristum í Málráðnum við afturlítandi málsl­ igum sjónarringi, men tey umboða minni enn 30% av føroyingum (smb. 2 kanningar í 2014). Tann national-puristiska at­ferð­ in kemur serliga til sjóndar í teirra handfaring av stavraðnum, har tey skerja stavraðið við fimm úr móðurmáls-alfabetinum aktivum bókstavum nevnliga: c, q, w, x og z. C, Q, W, X og Z í fólkanøvnum hjá Hagstovuni Sambært Hagstovuni vóru í 2014 skrásett 48.653 fólk í Føroyum við 20.877 ymiskum nøvnum ( 1. og 2. navnið er ein eind og eftirnavnið er ein eind ). Niðanfyristandandi vísir hvussu ofta teir skerdu bók­ stavarnir c, q, w, x og z koma fyri í teimum skrásettu nøvnunum hjá Hagstovuni: 6.023 nøvn høvdu “c“ í navn­in­ um, 51 høvdu “q“ í navninum, 1082 høvdu “w“ í navninum, 187 høvdu “x“ í navninum og 1266 høvdu “z“ í navn­inum. Flest øll eru føroyingar sum bera hesi - mangan aldargomlu - nøvn og sum nú standa fyri eini mál-etniskari útreinsan. Henda - non dialog – imam atferð hjá meiri­ lutanum í Málráðnum er kanska ein ávegis Sharia-mál-lóg, ið skal slóða fyri einum anakronistiskum føroyskum málkalifatið? Ólóglig skerjing av stavraðnum Skerjingin av stavraðnum spennir ikki bert bein fyri aldargomlum fólkanøvnum í Føroyum, men spennir eisini bein fyri allari menning av føroyskum yrkismáli ella fakmáli, og ger tað ómøguligt at fáa skrásett móðurmálið sum eitt funktionelt samskiftismál. Sum er kunnu vit ikki so frætt sum stava til okkara nýggjasta skúlamiðdepil: “Glasir Tórshavn College”, og tað er at bíta høvdið av allari skomm! Skerjingin av Móðurmáls- alfa­betinum við c, q, w, x og z er bein­leiðis í andsøgn við við­merk­ ing­arnar til § 5 Stk. 4 í lógina fyri Mál­ráðið. Har stendur millum annað: “at tað er umráðandi at hava eitt væl ment yrkismál, so at sam­svar er millum málið, sum fólk í ávísari vinnu nýta, og so tey orð, sum eitt nú orðabøkur mæla fólki til at brúka.” Umframt at national-purist­ iski meirlutin í Málráðnum ynsk­ir at beina fyri aldargomlu fólka­ nøvnunum í Føroyum, so forðar hann eisini fyri einum relevantum yrkismáli, og tað er beinleiðis í stríð vil lógina – altso ólógligt. Sambært Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, er stav­raðið ikki ein málfrøðiligur spurn­ingur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttu­virði heldur enn um ideo­log­ iskar sannføringar. Trý ára eftirmeting av Málráðnum Vón er tó fyri framman, tí í lógini fyri Málráðið stendur í §10 stk. 3.: “Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan,..”. Áttinda januar í ár vóru trý ár liðin síðani Málráðið bleiv sett, so nú bíða vit spent eftir “eftirmetingini” av Málráðnum, sum landsstýriskvinnan í menta­ mál­um fer at leggja fyri Løgtingið. Vónandi hevur landsstýris­ kvinnan omanfyristandandi í huga, tá ið trý ára eftirmetingin av Mál­ ráðnum verður skrivað. 05.04.2016 Skerjingin av stavraðnum er í stríð við lógina fyri Málráðið og útihýsir 6.023 nøvnum við C VIÐMERKING Skilamaðurin Knút Nólsøe, sáli, var millum teir fyrstu, sum í størri mun í 1970-unum byrjaði at fáast við og kunna um hetta ok­kara tilfangi