Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ØLL EYSTURSÍÐAN ÚTSELD LANDSLIÐIÐ Týsdagin 6. september spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í komandi HM-undankapping, tá Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli Marjun Manuela Behrens – praktikantur Í gjár kl 10:00 vórðu tey sein­astu atgongumerkini sett til sølu, og tey vóru umleið 1000 í tali. Tá Føroyar seinast spældu móti Ungarn í oktobur í fjør, endaði tað við einum teprum 2-1 sigri til Ungarn. Tí kunnu vit vænta okkum ein spennandi og tættan dyst. Aðalskrivarin í Fót­bóltssambandinum, Virgar Hvidbro veit at siga, at fá at­gongu­merki eru eftir til dystin. – Tað er á leið 370 atgongu­ merki eftir, og tey eru øll á vestursíðuni á vøllinum. Hendan síðan hevur einki tak. Harafturímóti hevur eyst­ur­síðan tak, og tey at­ gongu­merkini eru eisini tey best umtøktu. Fótbóltssambandið kann eisini upplýsa, at tey seinastu atgongumerkini til dystin móti Portugal verða sett til sølu 2. Mai. Tey eru umleið 1100 í talið. Dysturin millum Føroyar og Portugal verður 10. oktober á Tórsvølli. sosialurin@sosialurin.fo Hondbóltskvinnurnar til HM-undankapping Nú er greitt, at Føroyar meldað lið til HM-undankappingina hjá kvinnum í hondbólti. Tað boðar Hondbóltssambandið frá Tróndur Arge Starvsnevndin hjá HSF hev­ ur tikið avgerð um at melda kvinnurnar til undan­kapp­ ingina til HM 2017, sum verð­ ur spæld í heyst. Á sumri í fjør spældu kvinn­urnar sínar fyrstu dystir nakrantíð í undan­ kapp­ing­ini til EM, og arbeitt verður nú víðari við at geva kvinn­unum støðugar og fram­hald­andi avbjóðingar. Lutakast í juni Lutakast verður í juni, og tá fáa vit at vita, hvussu spælt verður seinni í heyst. Vit vita longu nú, at tað vera bólkar við trimum ella fýra londum. Tað er síðani upp til londini í bólkinum at skipa dystirnar. EHF hevur sett seks vikuskifti í heyst av til dystirnar, men tað er eisini ein møguleiki, at londini semj­ast um at spæla allar dystir­nar á einum stað eitt viku­skifti. Andreas heldur fram Fyrireikingarnar fara av álvara í gongd eftir kapp­ ingar­lok nú í apríl. Ætlanin er at venja regluliga alt summ­arið, bæði hondbólt og krops­liga, og í tí sambandi verð­ur ein bruttohópur út­ tikin seinni í mánaðinum. Tað verður Andreas F. Hansen, sum framhaldandi ferð at standa fyri liðnum sum høvuðsvenjari. Harald Bjørgvin, sum hevur verið venj­ari saman við Andreasi, heldur tó ikki fram, men fer at taka annan leiklut í HSF. Ein hjálparvenjari verður sett­ur fyrsta dagin. Føroyar spældu fyrr í ár tveir venjingardystir móti Stóra­bretlandi og vunnu greitt. Fyrrverandi stórspælarin og rumenska legendan, Gheorghe Hagi, er stovn­ ari og venjari hjá FC Viitorul Constanța, sum eins og Dinamo Bukarest er í meistara­enda­spæl­ inum í Rumenia. Mánakvøldið møttust FC Viitorul Constanța og Dinamo Bukarst Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan í úti­ dyst­inum. Heimaliðið legði seg á odda 1-0 longu í 6. min­utti, men Romario Kortzorg javnaði til 1-1 góðar 20 minuttir seinni. Hetta var eisini støðan í hálv­leiks­steðginum. Avgerandi málið fall í 71. minutti. Tað var Valentin Lazar, sum tryggj­aði Dinamo Buka­rest 2-1-sigur, sum merkir, at teir nú eru fimm stig aftan­fyri odda­ lið­ini, Steaua Bukarest og Astra Giurgiu. Kaj Leo í Bartalsstovu fekk fyrstu 56 minuttirnar á vøllinum. Tá varð Paul Anton settur í hansara stað. trondur@sosialurin.fo Við Kaj Leo í Bartalsstovu við frá byrjan, vann Dinamo Bukarest mánakvøldið á Gheorghe Hagi og FC Viitorul Constanța Kaj Leo vann á Hagi