týsdagur 5. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39
22
Sosialurin
STØRV
Klima sóknast eftir einum
verkætlanarleiðara við ábyrgd
fyri CTS verkætlanum, og sum
saman við góðum starvfelagum
skal verða við til at menna
fyritøkuna.
Uppgávur tínar verða millum
annað, at
• prosjektera
• tekna
• gera dokumentatión
• eftirlit.
Vit vænta, at tú
• hevur áræði og ynskir at
gera mun
• hevur góð samskipanar-
og samstarvsevni
• hevur útbúgving sum t.d. el-
innleggjari, maskinmeistari ella
tilsvarandi, gjarna við eini hand-
verksútbúgving
• dugir væl at samskifta munnliga
og skrivliga á føroyskum og
norðurlendskum
• hevur teldukunnleika
• royndir sum prosjektleiðari er
ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða
• Eitt spennandi starv hjá Klima, ið
er leiðandi innan CTS í Føroyum,
góðar menningarmøguleikar í
arbeiðinum og leypandi uppstið-
an av teknisku førleikunum innan
okkara øki. Tú fært gott rásarúm
við ábyrgd, saman við góðum
starvfeløgum.
• Lønar- og setanartreytir verða
avtalaðar samsvarandi royndum
og førleikum.
Nærri kunning
Meir fæst at vita um starvið við
at venda sær til Jens Kristian
Haraldsen á telefon 233 555.
Umsókn
Umsøkn saman við viðkomandi
skjølum, s.s. CV, prógvum og
viðmælum, skal sendast til
klima@klima.fo.
Umsóknarfreist er 20. apríl 2016.
søkir verkætlanarleiðara
Klima hevur síðan 2004 veitt skipanir og tænastur innan CTS. Eftir at hava byrja í smáðum, hava vit gjørt
nógvar stórar skipanir. Nevnast kunna Skúlin á Løgmannabreyt og Skúlin á Argjahamri, Klaksvíkar sjúkrahús,
nýggja høvðussæti hjá BankNordik, nýggi tænastubyggninguri og terminalurin hjá Vága Flogvan o.a. Í ver-
andi løtu eru vit m.a. í gongd ið Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn og nýggju, stóru byggingina á Bakka
hjá Bakkafrost, Tekniskaskúla í Klaksvík. Í dag starvast 9 fólk hjá Klima.
Torkilsvegur 15 / 360 Sandavágur
Tel 333 555 / klima@klima.fo
Nú eitt av okkara royndastu starvsfólkum er
komið um pensjónsaldur, og so smátt ynskir
at lækka flogið, hava vit tørv á øðrum virkis-
fýsnum persóni í hetta starv. Talan er nevni-
liga um forkvinnu/mann fyri síðsta liðið í
framleiðslu okkara.
Um arbeiðið
Framleiðslan á Vest Pack er í trimum stigum:
1. Framleiðsla av plastfilmi, 2. Prent á plast-
film og 3. Liðugtgerð av t.d. posum (fram-
leiðsluhøllin). Starvsfólkini í framleiðsluhøll-
ini eru í tøttum samstarvi við allar partar av
framleiðsluni á Vest Pack.
Forkvinnan/maðurin stendur fyri dagligu
framleiðsluni í framleiðsluhøllini, saman við
framleiðsluleiðaranum, og hevur dagligu
ábyrgdina av framleiðsluni har.
Forkvinnan/maðurin luttekur eisini í dagligu
framleiðsluni. Tað arbeiða í løtuni 4 fólk í
framleiðsluhøllini.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
- Góð og støðug arbeiðsviðurskifti
- Góðar starvsfelagar
Vit vænta
- Ein persón, ið vil taka ábyrgd
- Ein persón við góðum
førleikum at samstarva
- Ein persón, ið er nærlagdur
og sjálvstøðugur
Lønin
Løn sambart royndum og
førleikum.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívs-
gongdarlýsing kann sendast
sum t-postur til
christian@vestpack.fo.
Umsóknin skal vera okkum í
hendi í seinasta lagi 22. apríl
2016.
Nærri kunning
Fleiri upplýsingar um starvið
fáast við at venda sær til
Christian Danielsen, stjóra,
á telefon 23 61 20, ella
christian@vestpack.fo.
Vest Pack hevur síðan byrjan verið framleiðari av plasti og plast vørum, bæði til privatu húsarhøldini, og til vinnuna. Vest Pack hevur seinastu
árini ment seg til ein av størstu veitarunum av pakkitilfari til føroysku vinnuna, og ynskir at veita kundunum eina heildarloysn innan pakkitilfar.
Vest Pack hevur egna framleiðslu av plasti og etikettum, sum eisini er ISO 9000 góðkend. Í løtuni starvast 21 fólk hjá Vest Pack.
P/f Vest Pack, Fjarðarvegur 10, 350 Vestmanna, Tel 424107, vestpack@vestpack.fo
www.vestpack.fo
... meira enn pakkitilfar
søkir
starvfólk til framleiðsluna