Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 STØRV Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38, Fuglafjørður Tel 668000, info@fuglafjordur.fo www.fuglafjordur.fo Framsøkin leiðari til Mentanarhúsið í Fuglafirði Starvsfólk til Kunningarstovuna í Fuglafirði FUGLAFJARÐAR KOMMUNA STØRV LEYS AT SØKJA Í FUGLAFJARÐAR KOMMUNU Fuglafjørður søkir eftir árædnum leiðara til Mentanarhúsið, sum hevur dirvi at ganga nýggjar leiðir. Arbeiðsuppgávur Sum mentanarliga miðstøðin í Fuglafirði hevur Mentanarhúsið alstóran týdning fyri fólkið og trivnaðin í býnum. Men týdningurin av Mentanarhúsinum merkist eisini um landið alt. Mentanar- húsið speglar fólkið, ið her býr, bjóðar tilvitskuni av, hýsir listini og tónleikinum og gongur á odda innan mentan og undirhald, gaman og álvara. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal fyrst og fremst brenna fyri avbjóðingini. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal tora at stinga út í kortið, at finna uppá og at vísa okkum tað, vit ikki vistu, vit høvdu brúk fyri. Leiðarin í Mentanarhúsinum skal skapa eitt livandi, mennandi umhvørvi, har forvitni fær rúmd og skapanarhugurin livir. Men leiðarin í Mentanarhúsinum skal, samstundis, sum stóru tankarnir verða fostraðir, duga at ansa væl eftir hús- inum, syrgja fyri, at tiltøkini rigga, at ljósið lýsir og hátalararnir virka. Førleikar Royndir og úrslit at vísa á, tá tað snýr seg um at bróta upp úr nýggjum, eru ein fyrimunur á sama hátt, sum ein útbúgv- ing innan mentanarliga økið vigar tungt. Evni og áræði at ganga nýggju leiðirnar, eitt jaligt og inspirerandi sinnalag og sterkir samskiftiseginleikar eru eisini millum eginleikarnar, sóknast verður eftir. Eitt gott eyga, góð oyru og praktiskar hendur gera tað ikki verri, helst saman við leiðslu- og fyrisitingarligum roynd- um. Neyðugt er, at umsøkjarar eru sterkir í bæði føroyskum og útlendskum máli í talu og skrift, hava sterkar teldu- førleikar og hava eitt kreativt háttalag, sum inniber vitan og forvitni um nýggju miðla- og samskiftishættirnar. Tilvísing Leiðarin í Mentanarhúsinum vísir til leiðaran á Mentanarøkinum. Kunningarstovan í Fuglafirðir søkir eftir einum fyrikomandi og ágrýtnum starvs- fólki, sum hevur neyðuga áræðið at mynda ferðavinnuna. Arbeiðsuppgávur Kunningarstovan í Fuglafirði hevur til endamáls at menna og kunna um ferða- vinnumøguleikarnar í Eysturoynni. Saman við Kunningarstovuni í Runavík og øðrum ferðavinnuaktørum í oynni er endamálið at samskipa ferðavinnutiltøk, útferðir, ávirka ferðasmiðir og at verða ein kveikjandi miðstøð í lokaløkinum. Arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum fevna um at veita vitjandi eina góða tænastu, røkja munnligt og skrivligt samskifti, røkja og menna heimasíður, samskipa tiltøk og røkja samstarv við Visit Faroe Islands og aðrar ferðavinnu- veitarar. Ein týdningarmikil partur av arbeiðinum er at hugsa út um vanahugsanina fyri at menna og seta í gongd nýggj tiltøk, sum betra um trivnaðin, samstundis sum tey draga áhuga og fólk til Fuglafjarðar. Førleikar Røttu umsøkjararnir mugu gjarna hava viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, sølu, marknaðarføring ella líknandi, men tað er ikki ein treyt. Tað er tó eitt krav, at umsøkjarar hava hug at standa á odda og mynda ferðavinnuna í nær- umhvørvinum, samstundis sum sterkir málsligir førleikar viga tungt. Eitt gott hugflog og ein sterkur vilji at føra góðu hugskotini á mál standa eisini ovaliga á listanum yvir ynsktar eginleikar. Tilvísing Starvsfólkið á Kunningarstovuni vísir til leiðaran á Mentanarøkinum. Hálvtíðarstarv til Mentanarøkið Fuglafjarðar Kommuna søkir eftir íbirt- ara at starvast hálva tíð á Mentanar- økinum í Fuglafirði. Arbeiðsuppgávur Mentanarøkið í Fuglafjarðar Kommunu hevur til endamáls at lýsa kommununa sum eitt spennandi, nýskapandi og mentanarríkt stað at liva og virka í. Mentanarøkið skal tryggja, at ferðafólk, borgarar, vinna og áhugabólkar fáa bestu tænastuna, sum støðugt verður ment. Setningurin hjá Mentanarøkinum krevur starvsfólk, sum hava eitt altjóða útsýni og ein kveikjandi atburð. Vit vilja hugsa skeivu tankarnar, sum vísa okkum nýggjar leiðir til trivnað og framburð í kommununi. Starvið er hálva tíð. Førleikar Vit leita eftir einum nýggjum starvsfólki, sum hevur eina sterka tilvitan um ment- an og altjóða rák innan mentanarøkið. Tað er ynskiligt, at tú hevur royndir við stuðulsgrunnum og hevur eitt sterkt og vælskipað netverk, har relatiónirnar kunnu hjálpa okkum at flyta neyðugu fjøllini. Neyðugt er, at umsøkjarar eru sterkir í bæði føroyskum og útlendskum máli í talu og skrift, hava sterkar telduførleikar og hava eitt kreativt háttalag. Tilvísing Íbirtarin á Mentanarøkinum vísir til leiðaran á Mentanarøkinum. Nærri kunning Fleiri upplýsingar um størvini, umframt undirliggjandi tilfar, fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, á telefon 238014, leiðaran á Mentanarøkinum, ella til býráðsskrivaran Jákup Frants Larsen, telefon 238002. Umráðandi er, at umsøkjararnir eru sinnaðir at arbeiða í ymsum toymum. Kommunan skilar sær rætt til at velja ímill- um innkomnar umsóknir, ella onga at velja. Løn og setanarviðurskifti Størvini verða lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir saman við viðkomandi prógvum og viðmælum skulu sendast til Fuglafjarðar Kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður. Freist Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasti lagi 22. apríl 2016. K R E A