Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. apríl 2016 · Nr. 39 24 Sosialurin STØRV Símun Skaalum er settur sum nýggjur fíggjarstjóri á Føroya Tele, og tekur við starv­inum 1. apríl 2016. Tað boðar telefyritøkan frá í dag. Símun Skaalum er ikki heilt ókendur í fyri­tøk­ uni, tí hann hevur starv­ ast á Føroya Tele síðan oktober 2012. Fyrst sum fíggjar­frøð­ingur, síðani sum markn­aðar- og pro­ dukt­stjóri og nú sum fíggj­ar­stjóri. Símun Skaalum er eis­ ini útbúgvin cand.merc. fir frá CBS í Keyp­manna­ havn. Nýggja starvs­setan­ in merk­ir harvið eisini, at Føroya Tele nú má søkja eftir ein­um nýggj­um markn­aðar- og produkt­ stjóra. Lýsingarstovan Krea held­ur áfram við síni støðugu menning. Tað seinasta árið er Krea farið frá at vera ein­ans 2 starvsfólk heilt upp til 10 starvsfólk. Nú hevur fyritøkan sett fyrstu kvinnuna í starv. 29 ára gamla Maria Dalbúð er ættað úr Gøtu og hevur nomið sær út­ búgv­ing í Dan­mark innan markn­aðar­føring og sølu. Hon og lítla familjan eru nýliga komin heim til Føroya og hava nú búsett seg á Toftum. Fremsta arbeiðsøkið hjá Mariu Dalbúð verður ráðgevning og samskipan – ser­liga innan online markn­aðar­føring. Hon fer eisini at taka sær av ritstjórn. NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Símun Skaalum nýggjur fíggjar­ stjóri í Føroya Tele Fyrsta kvinnan á Krea ARBEIÐSFORMAÐUR TIL SUMBIAR KOMMUNU Sumbiar Kommuna søkir eftir arbeiðsformanni. Arbeiðsuppgávur Undir leiðslu og beinleiðis tilvísing til borgarstjóran, fyriskipar og røkir arbeiðsformaðurin m.a. hesar uppgávur: • hevur dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av kommunalum ognum, spillivatn leiðingum, vatnleiðingum, fríðkan av økjum v.m. um hendi • hevur ábyrgdina av amboðum, maskinum, akførum og at tryggja, at øll brand- og bjargingarútgerð er dagførd. • hevur ábyrgdina av teimum tímaløntu arbeiðsfólkunum hjá kommununi. Fakligir eginleikar Vit ynskja, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv, helst sum timburmaður/snikkari. Tú skalt hava koyrikort til vanligan bil og tað er ein fyrimunur at hava koyrikort til lastbil. Persónligir eginleikar Vit ynskja, at tú ert røkin, málsøkin, fyrikomandi, hevur leiðslu royndir og gongur undan í at menna tænastustøðið, dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir. Setanarviðurskifti Starvið verður sett frá 01.07.2016 og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sumbiar kommunu tlf. 370344/225330 Umsóknir Umsóknin við avriti av møguligum viðmælum og prógvum, og upplýsing um royndir, skal vera Sumbiar kommunu, ì Kerinum 27, 970 Sumba í hendi, viðmerkt »arbeiðsformaður til Sumbiar Kommunu«, ella sumba@ sumba.fo í seinasta lagi 30.04.2016 SUMBIAR KOMMUNA Leys størv á Landssjúkrahúsinum Heilsufakfólk til sterilsentralin á Skurðgongini Umsóknarfreist 11. apríl 2016 kl. 12.00. Sjúkrarøktarfrøðingur til B6 á Medisinska deplinum Umsóknarfreist 21. Apríl 2016 kl. 12.00. Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist 11. apríl 2016 kl. 12.00. Samskipari til THS superbrúkarar og skrásertingarrøklar Umsóknarfreist 15. apríl 2016 kl. 12.00. Endurlýsing eftir sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum til psykiatrisku deild, P50 Umsóknarfreist 26. apríl 2016 kl. 12.00. Introstarv í Intern Medicin Umsóknarfreist 20.juni 2016 kl. 12.00. Summarfrítíðaravloysarar til Medisinsku deild Umsóknarfreist 29. Apríl 2016 kl. 12.00. Les meira á www.ls.fo Námsfrøðingar til Sóljugarð Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Sóljugarð, at byrja 8. August. Meiri fast at vita á okkara heimasíðu www.soljugardur.fo . Eisini ber til at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara á tlf. 794456 ella 344450. Umsóknir, saman prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. apríl, kl. 12.00 Viðmerk á brævbjávan: “Námsfrøðingur”. Sóljugarður