Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 18 MÓTI KANSKA SÆST HESIN Á ÓLAVSØKU At broyta og tilevna klassiska føroyska búnan av nýggjum, er eitt rák, sum vit helst mugu venja okkum við. Á hvørjum ári eru øðrvísi føroyskir búnar at síggja á Ólavsøku og aðrar tíðir við, og í ár kanst tú kanska síggja hendan, tá tú fert at spáka oman og niðan eftir Áarvegnum. Ein føroyskur búni úr súkkluslangum er nú til taks BARBARA HOLM T ey arbeiðsleysu í Klaks­ vík hava nú gjøgn­um ALS fingið møgu­leikan, at hava eina endur­ nýtslu verkstovu, har tey kunnu snikkað ymiskt saman við tí fyri eyga, at sýna vørurnar fram. Og í Klaksvík í hesum døgum er ein ser­støk framsýning, har millum annað hesin kjólin sæst. Tað eru Anna Svøðstein og Hasla Olsen, sum hava tilevnað kjólan, sum fyri tað mesta er úr súkklu­lutum. Átta súkklur eru nýttar til hendan kjólan, og 16 slangur, sum eru settar saman, límaðar, kliptar til og at enda seymaðar saman á Seglvirkinum á Skála. Bristi er gjørt úr súkkluslangu, sum er klipt og seymað saman. Troyggjan er úr íslendskum tógvi, og rundan um er eitt band, sum eisini er tilevnað úr súkkluslangu. Mallurnar eru úr súkklulutum, og stimin er frá hondbremsu. Beltið er tilevnað úr súkkluslangu og tann­hjólum og um hálsin eru smáir eykalutir úr súkkluni settir sam­an til eina hálsketur. Tað sama er galdandi fyri armbandið. – Vit eru væl nøgdar við úrs­ litið, og halda kjólan vera vakran, sigur Anna Svøðstein. Størsta avbjóðingin hev­ur verið, at fáa allar súkklu­slang­ ur­nar at passa saman og síðani seym­aðar saman. Eingin van­ lig seymi­maskina kann festa slangur­nar, og tí var neyðugt at líma fyrst og síðani biðja um hjálp frá Segl­virk­inum á Skála. Nú er kjólin lið­ugur og til framsýningar í Klaks­vík. Men stendur tað til Onnu Svøðstein og Haslu Olsen, so er hetta ikki síðstu fer, at før­ oyski súkklu-slangu búnin, verð­ ur at síggja. – Tað kann meira enn so henda seg, at hesin kjólin fer á rundferð til ymiskar framsýningar. Og um onkur hevur hug at fara í hann á Ólavsøku, so er tað neyvan nakar trupulleiki, sigur Anna Svøðstein. Serstøk framsýning í Klaksvík Tað kann meira enn so henda seg, at hesin kjólin fer á rundferð til ymiskar fram­ sýningar. Og um onkur hevur hug at fara í hann á Ólavsøku, so er tað neyvan nakar trupul­ leiki« PRIVATMYNDIR