hósdagur 7. apríl 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
17
– Men har er ein persónur, sum
ikki rættiliga hevur finnið sítt
pláss. og tað er tann, sum skrivar
handritið. Ritbøvundurin. Og tá so
leikstjórarnir arbeiða aðrastaðni,
sbrúka teir eisini rithøvundar á
staðnum. Teir eru danir, pólakkar,
onglendingar og so framvegis. Tí
fáa tey av sær sjálvum samband og
arbeiða við útlendskum tekstum. Tí
brúgvin, sum skal koma í Føroyum
til bókmentir, tónleik osfr er ikki
til. Og sjálvandi er hon ikki tað, tí
at filmsmentanin er so ung!
Pætur Dahl segði, at tað er ikki
tí, at okkurt er galið, ella at ávísar
forðingar eru.
– Hetta er bara ikki hent enn. Og
serliga brúgvin til føroysku leik
listina, sum hevur verið ígjøgnum
alt hetta. Uppgerðin við móður
málið er ein kobling, sum fer at
koma.
Eitt annað, sum hann vísti á var,
at næstan allir filmar eru nýskriv
aðir.
– So ta eru ikki tillagingar ella
adoptiónir frá eitt nú bókmentum,
sum vit fáast við. Tað er heilt órtrú
liga gott í sær sjálvum. Men tá tú
ikki hevur høvundan upp á pláss
áðrenn, so verður tað ofta leik
stjórin, sum skrivar handritið. Og
hann skal helst ikki skriva leikritið,
tí hann skla gera filmin og hevur
ikki fortreytrnar at gera sær ómak
við einum handriti.
Hvat skal man so gera?
Pætur M. Dahl er ikki vísir í, at vit
skulu gera nakað við at orða mál
politikk ella annað viðvíkjandi
filmi. Hann heldur, at ein mál
politikkur má koma sum kjakevni
ella við at gera tað til ein part av
ummælum av føroyskum filmum.
Tað at vit hugsa um málið.
Hann vísti á, at her sum altíð,
liggur eisini ein stór ábygrd á út
búgvingarskipanini, at vit duga at
nýta film í undirvísing og at undir
vísa í at gera film.
– At hava tað sum part av læru
greinini føroyskum er upplagt. Tí
har kunnu vit samantvinna tað við
føroyska málið – og royna at gera
film á føroyskum máli.
Pætur Dahl bar saman við, tá
popptónleikur var nýggjur í Føroy
um. Tá vóru somu trupulleikar, at
riggaði ikki at syngja »eg elski teg«.
Men tað riggaði at syngja »I lovy
You«.
– Men har eru vit komin fram
um hatta. Vit hava skorið ringastu
klisje'irnar burtur, og vit hava eitt
føroyskt mál, su riggar fínt í popp
tónleiki.
– Tað kemur eisini at rigga í
føroyskum filmi. Tað er bara ein
spurningur um tíð.
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
»Góða samkoma
Eg fari at ynskja tykkum at vera
vælkomnum her í Nýggjustovu,
eitt av elstu húsunum í Havnini
– til málfundar í barnaheimi V.U.
Hammershaimbs. Eitt tiltak, sum
fleiri partar hava samstarvað um
at fáa í lag, Málráðið, Mentamála
ráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya
Fólkaháskúli, Kringvarp Føroya
og Bókadeild Føroya Lærara
felags.
Móðurmálið er hjartamálið, tí
við persónliga móðurmálinum
fáa vit sagt júst tað, sum liggur
okkum á sinni. Vit hugsa kanska
ikki um tað í gerandisdegnum,
men verða mint á tað, tá ið vit
skulu siga okkara hjartans mein
ing á fremmandamáli – tá eru vit
skerdir fuglar.
Styrkin í móðurmálinum er, at
tað er fólksins mál, og tí skal tiltak
av hesum slag eisini forankrast í
fólksligum umhvørvi, so vit øll
kenna ognarskap til tað. Tað
kunnu vit siga í hesum førinum,
har so nógvir ymsir partar taka
saman hendur og taka lut.
Siktið við Móðurmálsdegnum
er at varpa ljós á málið í øllum sín
um brigdum. Tað er gott at kjak
ast um málið, og dagurin í dag
kann minna okkum á týdningin
av málinum og vit fáa høvi at
kjakast um málið, tess støðu og
menning. Málið er allastaðni, og
vit brúka tað alla tíðina. Málið er
– og skal vera – livandi, broytiligt
og fjølbroytt.
Málið og málsligt margfeldni
er eitt hitt fínasta fólkaræðisliga
amboðið – livandi orðið, sum
gevur okkum evnini til at reflek
tera, argumentera, analysera og
konkludera, ja, málið skapar okk
ara veruleika og mennir sostatt
bæði land, fólk og felagsskap.
Kringvarpið hevur júst í hes
um døgum tvær nýggjar sendi
røðir um málið. Í útvarpinum
sendingarnar Máltíð, og sjón
varpinum við røðini »O móður
mál«, sum báðar eru sendingar,
sum fólk taka til sín, tí er nakað,
sum upptekur okkum her á landi,
so er tað málspurningurin. Tað er
gleðiligt, at almenni kringvarps
stovnurin á henda hátt røkir
sína public service-skyldu við at
upplýsa (deiligt orð: upp-LÝSA)
okkum.
Á Móðurmálsdegnum ber so
til at velja okkurt evni at fara í
dýpdina við, og í ár er yvirskipaða
evnið á Móðurmálsdegnum »ung
og móðurmálið«. Eg gleði meg at
lurta eftir tí, sum er á skránni í
kvøld í hesum sambandi.
Tey ungu ganga ofta undan og
taka nýggj rák til sín, tey bróta
slóð og seta dagsskrá. Tí hevur
tað stóran týdning at lurta eftir
teimum ungu og møta teimum
har tey eru, eisini málsliga.
Her kann verða nevnt, at
eitt hitt fyrsta, sum eg tók stig
til, tá ið eg tók við sum lands
stýriskvinna, var at fara undir
eina heildarætlan um málsliga
menning hjá børnum, herundir
eitt landsumfatandi átak fyri
børn, foreldur, stovnar og skúlar,
barnabókasøvn, forløg, útbúgv
ingarstøð og onnur, sum varða
av børnum og málsligu menn
ing barnanna. Enn er hetta á
fyrireikingarstøðið, men eg gleði
meg at koma rættiliga til verka í
»málinum.«
Tí børnini skulu stimbrast
málsliga, ikki minst í dag, har
samskifti í stóran mun er ein
vegis og ikki tvívegis, bæði hjá
børnum og vaksnum. Mál er eitt
sosialt fyribrigdi. Vit læra mál í
samspæli við onnur. Børn læra
mál við at hoyra mál, og tá tey
sjálvi fáa møguleikar at brúka
málið, og tá tey sjálvi eru virkin
í einum sosialum samanhangi.
Gransking vísir, at málslig menn
ing ávirkast positivt tess meira
børnini tosa, og tá tey fáa møgu
leika at seta orð á sínar hugsanir
(Gjems 2008).
Gerandissamrøðan hevur av
gerandi týdning, men fær lítið
pláss í gransking, hóast gerandis
samrøðan er 80-90 % av samrøð
unum í barnagørðunum. Hetta er
eisini áhugavert at greina nærri.
Ti tað er í gerandissamrøðum at
børn læra um tað, sum er rundan
um tey, um galdandi virðir, hvat
verður væntað av teimum, og
hvussu vit skulu fyrihalda okk
um til hvønn annan (Gjems 2008).
Sum land og fólk hava vit
eina stóra uppgávu; vit hava
eitt lítið mál, og vit eru fáment;
í mínum hugaheimi er hetta
meiri ein spurningur um okkara
samleika sum einstaklingar og
fólkaræðisligur felagsskapur, at
geva okkara børnum ein máls
ligan førning, sum kann vera
bulurin undir okkara menn
ing sum virkin menniskju, sum
upplýstir medborgarar, heldur
enn ein spurningur um tjóð
skap. Og har eru vit tíbetur so
ymisk, og friður verið við tí. Tí
tá ið samanumkemur eru vit øll
samd um, at eitt væl ment og
fjølbroytt móðurmál er darrandi
hjartastrongurin millum okkum
menniskju, og lat okkum í felag
fegnast um tað í dag.
Við hesum orðum fari eg at
nýta høvi til at takka tykkum
øllum fyri at vera komin á gátt
í barnaheimi skriftfaðirs okkara,
sum Eirikur Lindenskov so vin
sælt hevur latið upp fyri okkum.
Eg vil eisini nýta høvi at takka
øllum, sum hava skipað fyri og
sum luttaka í tiltakinum í kvøld.
(Nám, Kringvarpið, Sosialurin,
Bókadeild Føroya Lærarafelags,
Føroya fólkaháskúli, Klippfisk)
Gott móðurmálskvøld og takk
fyri!«
– Tí við persónliga móðurmálinum fáa vit sagt júst tað, sum liggur
okkum á sinni, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
á Móðurmálsdegnum 31. mars í Nýggjustovu í Havn
Móðurmálið er hjartamálið
– Føroyskir filmsleikstjórar
hava lært, at tær bestu
søgurnar eru tær, sum
vit finna beint uttan
fyri hjá okkum sjálvum,
sigur Pætur Marjunarson
Dahl frá Klippfisk
– Vit hugsa kanska ikki um móðurmálið í gerandisdegnum. Men vit verða
mint á tað, tá ið vit skulu skiga okkara hjartans meining á fremmandamáli
– tá eru vit skerdir fuglar, segði Rigmor Dam á Móðurmálsdegnum
MYND: EIRIKUR LINDENSKOV
MYND: EIRIKUR LINDENSKOV