Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 16 TEMA Filmsvinna LANDNÁMS- TÍÐ HJÁ FILMINUM EIRIKUR LINDENSKOV F øroysk filmsmentan er ung. Føroyskur filmur er í pionerfasuni. Hetta er land­námstíðin hjá før­ oysk­um filmi. Tí er tað ikki so nógv at koma eftir, tá vit tosa um før­ oyskan film. Og tó. Tá tað kemur til málið, so kunnu øll siga, at før­ oyskur filmur er komin og hevur tikið síni fyrstu fet. Frá at grulva, er hann farin at ganga og onkur at renna. Tað segði Pætur Marjunarson Dahl frá Klippfisk á móðurmáls­ degnum í Nýggjustovu hóskvøldið í síðstu viku, tá ung og málið var evni –  við serligum atliti til før­ oyska filmsgerð. Pætur M. Dahl vísti á tað, sum onkur hevði tikið til – kanska eitt sindur keðiliga, at »man kann hóma eitt filmslistarligt stig í før­ oysk­um filmi so leingi, sum sjón­ leik­arin tigur«. – Hetta er kanska í so grovt sagt. Men nakrir sannleikar eru í tí koritni. Tí føroyskur filmur snýr seg fyrst og fremst um filmsmál, segði hann og greiddi síðani nærri frá hesum: – Filmsmál og føroyskt mál í filmi er ikki tað sama. Filmsmál er myndaskurður klipping, ljós og ljóð og so framvegis. Tað sum verð­ur talað í filminum er málið, tað føroyska málið. Og tað er ikki komi líka langt sum tað føroyska films­málið. Tað eru tað kanska nakrar grundir til, greiddi Pætur M. Dahl frá. Hann vísti á, at vit kunnu skilja millum trý øki, tá vit tosa um føroyskan film: 1. Føroyska fakmálið. Tað vil siga málið, sum vit brúka at greina og vísa føroyskan film við. Tað sum ofta liggur í skúlanum. 2. Føroyskt filmsmál. Er tað nakað ávíst føroyskt filmsmál? Er tað nakar leikstjóri, sum brúkar ljóð ella ljós upp á ein ávísan máta? Ávirk­ar føroyska landslagið til dømis føroyskan filmslist á sama hátt, sum tað ávirkar myndlist og yrkingar og bókementir? Er tað ein klippi­rytma at finna í føroyskum filmi, sum er aldurnar í Føroyum, sum geva eitt ávíst klipp? Er nøkur klippi­rytma til føroyska dansin? 3. Føroyska málið í filminum. Tað sum verður talað. Grovt sagt er før­oyskur filmur ikki komin har til enn. Vit eru ikki farin tilvitað í nakað kjak um tað sum so. Vit tosa heldur um myndirnar, um teknikk­in, ljósið og ljóðið. Líkist hetta tí, sum vit síggja í útlondum? Nær hava vit teir somu tónarnar í mynd­unum? Málið er enn sekun­ dert. Men tað kann broytast. Og orsøkina til tað helt Pætur M. Dahl verða púra greiða: – Vit eru ikki komin har til enn. Tað er tað lættasta svarið. Har eru bara nøkur teknisk og faklig viðurskifti, sum skulu liggja upp á pláss, áðrenn vit koma hartil. Pætur M. Dahl nevndi eisini, at aðrar týðandi orsøkir eru, at leik­ stjórar í Føroyum eru ungir enn. – Tað eru ungfólk, sum gera film­ar til ungfólk. Tað hevur sínar máls­ligur avleiðingar, og tað kenna vit eisini aftur frá eitt nú tónleiki, har málið ikki hevur tað sama flog­ ið, sum annað bókentamál hevur. Hann vísti á, at innan film er tað mangan so, at tað málsliga fylg­ir einum ávísum stíli hjá leik­ stjór­anum. – At leikstjórin setir síni fingra­ merki á málið sjálvt. Vit kunnu taka eitt nú Heiðrik á Heygum sum eitt dømi. Hann hevur eina stóra persónligheit, sum speglast aftur í dialoginum hjá honum í film­ inum. Hann vil hava tað so rátt, sum hann vil hava tað. Tú hoyrir, at tað er Heiðrikuir, sum tosar aftan­ fyri. Tað merkir eisini málið, segði Pætur M. Dahl. Síðani vísti hann á, at ein onnur einføld viðurskifti so sum, at vit als ikki útbúgva leikstjórar í Føroyum. – Fólk fáa sína útbúgving í eitt nú Danmark, Noreg ella Ong­landi. Onkur kanska í Kekkia ella Pól­ landi. Har royna tey sum ung­ir leik­stjórar at tillaga set estetikk­ ina –  fagurfrøðina, sum er tí tí land­inum. Vit vilja helst líkjast teim­um, sum vit arbeiða saman við, og so sigur tú farvæl til málið, segði Pætur M. Dahl millum annað. Hann segði eisini, at á hendan hátt, so missir tú sambandið við tann málsliga partin av at gera film. – Hetta er so opinlýst og sjálv­ sagt. Men tað góða er, at teir allar flestu leikstjórarnir søkja altíð aftur til Føroyar. Tí teir vita væl, at her er søgan. Teir læra av okk­ ara granna­londum, sum eitt nú Íslandi, har tey langt síðani hava funn­ið út av, at tær bestu søgur­ nar, sum tey hava at bjóða, tær finn­ast úti á bóndagørðunum, ella í skúr­inum ella á gøtuni beint uttan fyri hurðina. Tey nýtast ikki at brúka øll hesi altjóða evnini sum yvir­gang og annað, tí tað er tann simpla, tann einfalda søgan, sum fungerar á filmi. Pætur M. Dahl vísir á, at films­ gerð er eitt ógvuliga stórt toymis­ arbeiði. – Tað er eitt stórt apparat, sum fer í gongd, tá ein rættiligur filmur skal gerast. Har eru klipparar, foto­ grafar, ljóðfólk, ljósfólk, sceno­graf­ ar, og har eru eg veit ikki hvussu nógv fólk. Øll hesi fólkini skulu virka saman í eini stórari konsert fyri at hetta skal kunna fungera, segði hann. Filmsmál og føroyskt mál í filmi er ikki tað sama. Filmsmál er myndaskurður klipping, ljós og ljóð og so fram­vegis. Tað sum verður talað í filminum er málið, tað føroyska málið. Og tað er ikki komi líka langt sum tað føroyska films­málið« Pætur M. Dahl Føroyskur filmur er trilvandi við føroyska málinum. Men tað var popptónleikurin eisini í sínari tíð. Tað ljóðaði løgið at syngja »eg elski teg« á føroyskum. Men tað ger tað ikki í dag. Vit hava eitt gott føroyskt mál í popptónleiki. Tað fáa vit eisini í filmi, segði Pætur M. Dahl frá Klippfisk á móðurmálsdegnum Pætur M. Dahl frá Klippfisk