hósdagur 7. apríl 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
15
Men hetta eru stig, sum vit eisini
møta seinni í lívinum. Men søgan
stendur sterkari, tá vit vísa tað við
ungdóminum, sigur hann.
Spurd um ensku orðini, nú
Málráðið hevur sett ung og málið
í føroyskum filmi á breddan, sigur
Marjun Syderbø Kjelnæs – jú, at tey
nýta ensk orð, har tey fella nátúr
liga.
– Og jú, vit eru eym um málið. Vit
høvdu ikki kunnað sagt søguna við
øðrum máli, enn hjartamálinum –
móðurmálinum, segði hon.
– Vit hava upplivað, tá handritið
verður týtt til enskt, at tað inniliga
ofta fellir burtur. So har er eitt
ljós gingið upp fyri okkum. Men
tí hábærsliga royna vit at sleppa
undan. Við at brúka málið fáa vit
tað at vaksa. Vit mugu brúka tað,
fyri at fáa málið at verða verandi
eitt brúksmál, segði hon.
Sakaris Stórá segði, at tey eru
øðiliga góð við málið.
– Upp á tann mátan, at vit vilja
brúka eitt livandi mál. Um vit ikki
brúka tað sum livandi mál, so
kunnu vit ikki brúka tað. So fáa vit
ikki ment málið. Upp á tann mátan
eru vit ógvuliga góð við málið, segði
hann.
Hugsa nógv um sociolektir
Birgir Kruse spurdi tey eisini,
hvussu umhvørvið endurspeglast
í mállinum – sjómannamál, sam
komumál, misnýtaramál – og um
tey eru tilvitað um sociolektir, sum
er ymiskleiki í málinum, alt eftir
umhvørvi, tú ert í.
– Jú, vit eru øðiliga tilvitað um
sociolekt. Sjálvt um tað er á Sand
oynni, so tosa øll ikki sum jólamað
urin, segði Sakaris Stórá skemt
andi, men legði dent á, at hetta
hava tey verið sera tilvtað um.
Marjun Syderbø Kjelnæs segði,
at tey júst vilja lýsa nakrar kon
trastir í samfelagnum, og tí mugu
tey finna orðini, sum passa til tey
ymsu umhvørvini.
– Tí eru vit sera tilvitað um
hetta í handritinum – bæði í ráu
skrivingini, men eisini tá vit í les
ingini við leikarunum skulu vita,
hvussu hetta riggar, og um tað er
sannførandi.
– Tað snýr seg eisini um at gera
eitt sindur av research, at tú alla
tíðina lurtar eftir, hvussu fólk tosa
og at fanga setningar. Hetta eri eg
ógvuliga tilvitað um í øllum tí, eg
geri – at lurta, hvussu málið verður
brúkt, segði Marjun Syderbø
Kjelnæs.
Myndir ramma inn orðini
Spurd um munin á at skriva eitt
filmsmanuskript og so at skriva
eina skaldsøgu segði hon, at har er
stórur munur.
– Orðini í filmi standa ber – um
gyrd av myndum. Í bókini skalt tú
greiða frá øllum tí, sum eygað sær
í filmi. Tá eru tað myndirnar, sum
ramma tað inn, sum verður sagt,
segði hon.
– Nógv av tí, sum verður sagt
í filminum, hevði verið skeivt at
skrivað. Tað verður nógv meira
eitt talumál heldur enn bókligt
mál, segði Sakaris Stórá.
Fyri Marjuna – sum hevur
skrivað fleiri bøkur – er tað stórur
munur á at arbeiða við einum
filmshandriti og eini bók.
– Tú skalt samstarva við so
ómetaliga nógv fólk. Her eru so
nógv, sum tú skalt fyrihalda teg
til. Sum rithøvundur, so kanst tú
sita inni í tínum skrivikamari og
skriva. Tú hevur ein ritstjóra, sum
tú hevur samband við, og sum
kemur við viðmerkingum, so fert
tú aftur inn fyri teg sjálva at skriva.
– Í sambandi við film verður
handritið týtt til enskt, vit hava sam
band við konsulent uttanlands via
Skype. Hann kennir ikki okkara mál
og okkara viðurskifti. Tað er sum ein
ritstjóri upp á speed. Tú fært alt at
vita í dramaturgiini, hvat manglar,
hvat skal verða sterkari, hvørjum
tað er ov nógv av – og so fái eg so
ofta at vita, at teimum dámar væl
poesiina í málinum, men minna so á,
at tað er ein fimur og ikki ein bók, og
biða meg skrúva eitt sindur niður,
segði Marjun Syderbø Kjelnæs.
Tey greiddu eisini frá, at tá før
oyska filmsmálið verður flutt til
annað mál, so fer nakað av hjarta
málinum. Men so kemur okkurt
annað til sjóndar, sum tey ikki sóu
frammanundan.
Spurd um málbólk, er Marjun
ikki so fegin.
– Eg hati hatta orðið. At seta
alt í kassar og aldursbólkar. Tað er
tað sama við bókum. Høvuðsper
sónarnir í filminum eru ungir. Men
søgan snýr seg um nakað, sum vit
øll kenna okkum aftur í. Tí vil eg
siga, at filmurin er fyri øll frá tann
áringum og uppeftir. Tá vit hava
ung sum høvuðspersónar, so fái eg
eina nógv sterkari søgu, segði hon.
– Vit hava roynt at verið autent
isk við tí, sum tey ungu siga. Men
har eru eisini vaksnir persónar,
sum hava sín máta at brúka málið.
Og her hava lesingarnar verið sera
góðar fyri málið, segði hon.
– Eg lurti nógv eftir, hvussu
ung tosa. Tað veldst um, hvørjum
tú vilt røkka. Føroyamálsdeildin er
hin endin. Vit mugu ikki hava ov
nógva viðring, og tí verða vit noydd
at »fucka« eitt sindur við málinum,
segði hon.
Vóna aðra uppgávu aftaná
Spurdur um filmiskar fyrimyndir,
segði Sakaris:
– Hetta er kanska eitt sindur
nørdugt. Men John Cassavetes
var í veruleikanum ein fyrimynd
í hesum sambandi.
Hesin grikski leikstjórin hevði
tað við at savna leikarar saman og
hann skapti nógv saman við leikar
unum.
– Kanska tað er haðani hetta
komið, segði hann.
Marjun var eisini spurd, hvønn
ynskidreym hon hevur um korini
hjá rithøvundum:
– Eg kundi hugsað mær, at onk
ur kom gav mær eina ársløn og bað
meg skriva.
Birgir Kruse hevði beint framm
anundan víst á, at ungdómsskald
søgan hjá Marjuni frá 2010, »Skriva
í sandin« er mest lænta bók á Námi.
Tað kundi hon vera errin um, men
ikki so fegin um.
– Tað er ikki gott, at eingin ung
dómsskaldsøga er komin út síðani
2010, segði hon.
So vísti hon á alt tað, hon hevur
lært í tilgongdini til hendan filmin.
– Men hvat hendir, tá vit eru lið
ug? Hví ikki útnytta allar resurs
irnar, sum eru skaptir og sum vit
hava, spurdi hon.
– Eg føli, at hesi tvey árini hava
verið skúlagongd fyri meg. Eg havi
lært so nógv, og eg vóni bara, at eg
kann brúka tað aftur, tá hesin film
urin er liðugur.
Tað var rættiliga týðuligt, at
Sakaris Stórá ikki hevði hugsað
so nógv um framtíðina hjá sær, tá
hesin filmurin er liðugur.
– Ein óhugnaligur spurningur.
Filmur var nú einaferð tað, sum eg
vassaði út í, og nú eri eg komin so
langt út, at eg vænti ikki, at eg fari
at gera nakað annað. So eg má bara
finna mær eina aðra verkætlan,
segði 29 ára gamli virðislønti
filmsleikstjórin úr Skopun.
Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, og Marju Syderbø Kjelnæs,
rithøvundur, arbeiða í løtuni við filminum, »Dreymurin
og havi«, sum væntandi verður frumsýndur í februar. Á
móðurmálsdegnum, sum varð hildin í Nýggjustovu í Havn
hóskvøldið í síðstu viku, hevði Birgir Kruse, filmskønur,
prát við tey um føroyskan film og føroyskt mál í filmi
MYND: EIRIKUR LINDENSKOV