hósdagur 7. apríl 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
14
TEMA Filmsvinna
»FUCK«
VERÐUR
STAVAÐ
»FOKK«
Móðurmálsdagur um film
EIRIKUR LINDENSKOV
Í
februar komandi verður
væntandi frumframførsla
av føroyska spælifilminum
»Dreymurin við havið« hjá
filmsleikastjóranum Sakariasi
Stórá og Marjun Syderbø Kjelnæs,
sum hevur skrivað handritið.
Enska heitið á filminum er »TBA«
(To be announced).
Á móðurmálsdegnum sum varð
hildin í barnaheiminum hjá V. U.
Hammershaimb, Nýggjustovu, í
Havn hóskvøldið í síðstu viku, var
evnið »ung og málið« við denti á
føroyskt filmsmál.
Í hesum sambandi høvdu fyri
reikararnir sett teimum báðum,
Sakaris Stórá og Marjun Syderbø
Kjelnæs, sum arbeiða við films
verkætlanini, stevnu.
Tað var Birgir Kruse, filmskønur,
sum hevði samrøðu við tey bæði í
hesum sambandi.
Tey hava arbeitt við filmsverk
ætlanini í longri tíð. Leikararnir
eru teir flestu funnir. Í øllum førum
høvuðsleikararnir. Onkrir smáir
leiklutir eru ikki komnir upp á
pláss enn, segði Sakaris Stórá.
Nógv ensk orð
Í sambandi við filmsverkætlanina,
so hava tey bæði havt lesing saman
við filmsleikarunum. Tað er, at tey
sita saman við leikarunum og lesa
manuskriptið. Tey hoyra, hvussu
leikarar klára seg í leiklutinum, og
hvussu málið virkar. Um tað skal
tillagast og so framvegis.
– Fyri meg hevur hetta verið eitt
arbeiðstól. Eg siti og lurti og við
merkir og hoyri skjótt, hvat orð
ella hvørjar orðingar, leikararnir
detta um, serliga tey ungu, og so
kunnu vit rætta og tillaga tað, segði
Marjun Syderbø Kjelnæs.
Hóast filmsupptøkurnar ikki
eru farnar í gongd enn, so vístu
tey ein pilot – eina royndarfilms
upptøku úr filminum.
– Her vóru tveir minuttir. Her
hoyrdu vit orð sum »bad ass« og
»fuck«. Hevur filmurin ein høgan
fuck-karakter? spurdir Birgir
Kruse.
– Uha... Nú føli eg tað sum
halgibrot at sita innast í stovuni
hjá Hammershaimb og royna at
vanda mær um málið, segði Marjun
Syderbø Kjelnæs við einum brosi.
– Vit royna at fáa málið so tætt
tí modernaða málinum, sum tey
ungu, her og nú, tosa. Hetta fyri
at fáa málið so veruligt, sum tað
kann vera, segði Marjun Syderbø
Kjelnæs.
Sakaris Stóra gjørdi púra greit,
at autentiteturin – tað ektaða og
veruliga – í málinum vigar meira.
– Vit hava fjernað nógv ókvæmis
orð. Men »fuck« er ein integreraður
partur av føroyska málinum, um
vit vilja tað ella ikki. Men vit hava
stavað tað »fokk«, segði hann.
»Coming of age« søga
Hóast nýggi filmurin, »Dreymurin
við havið«, og serliga arbeiðið við
honum, var til umrøðu hetta
kvøldið í Nýggjustovu, so hildu
høvundurin og leikstjórin kortini
tætt at kroppinum, havt innihald
inum í filminum viðvíkur.
– Men tað er ein ungdómsfilmur,
og helst verða allar upptøkurnar
gjørdar á Sandi. Hann snýr seg
um mótsetningar í føroyska sam
felagnum, sum eru baklandið í
filminum. Og so snýr hann seg
um tvær gentur, sum hittast. Tær
eru fullkomnir mótsetningar, men
báðar sakna tað, sum tað mótsætta
kynið hevur, greiddi Sakaris Stórá
frá.
Men hann vildi kortini ikki
kategorisera filmin sum ein ung
dómsfilm.
– Hetta er ein klassisk »coming of
age« søga. Mær dámar ikki at kalla
tað ungdómsfilmar. Tí fremmanda
heitið »coming of age« lýsir betur,
hvat filmurin er um. Tí tað er ein
klassiksur filmur, sum snýr seg um
tey stigini, vit møta í lívinum, tá vit
standa á gáttini til tað vaksna lívið
og vit skulu finna samleika okkara.
Vit royna at fáa
málið so tætt
tí modernaða
málinum, sum tey
ungu, her og nú,
tosa. Hetta fyri
at fáa málið so
veruligt, sum tað
kann vera«
Marjun Syderbø Kjelnæs
Dirvi, kærleiki og útlongsul. Tað eru lyklaorðini í nýggjum føroyskum
filmi hjá filmsleikstjóranum Sakaris Stórá og Marjun Syderbø
Kjelnæs, sum hevur skrivað handritið. Ein stór avbjóðing hevur
verið at tillagað málið til nátúrliga málið hjá teimum ungu í dag