hósdagur 7. apríl 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
13
Føroysk filmssøga
Úr álitinum Filmsvinnupolitikkur, sum Klippfisk skrivaði í 2013:
Málið er, at í 2023 er filmsvinnan ein dynamisk
og livandi vinna í Føroyum við minst 50 heiltíðarstørvum
DANJAL AV RANA
S
øgan um filmslist í
Føroyum hevur røt
ur heilt aftur í 1926, tá
Julius Høgnesen og
Ingvald Olsen filma konga
vitjanina, men fyrstu mongu
árini er talan annars einans
um útlendskar framleiðslur
í Føroyum. Millum best
kendu eru Farornas Ö hjá
Sten Nordenskiöld, sum kom
út í 1929 og norski filmurin
Selkvinnen frá 1953.
Í 1974 kom spanski films
stjórin Miguel Hidalgo til
Føroya og framleiddi ein
ræðslufilm umframt stutt
filmarnar Rannvá, Páll Fangi
og Heystblómur.
Fyrstu føroysku fram
leiðslurnar vóru gjørdar í
seinnu helvt av áttatiárunum.
Sjónvarp Føroya var sett á
stovn í 1984 og í 1986 og 1987
framleiddi SVF tveir stutt
filmar, Alfred hjá Eir í Ólav
stovu og Stjórin er á floti hjá
Øssuri Winthereig.
Fyrsti føroyski spæli
filmurin kom í 1989. Tað er
filmurin Atlantic Rhapsody
hjá Katrini Ottarsdóttir.
Komandi árini vóru tað hon
og Ulla Boje Rasmussen, sum
myndaðu føroyska filmslist.
Ulla Boje Rasmussen gjørdi
dokumentarfilmarnar 1700
meter fra fremtiden í 1990
og Tre blink mod Vest í 1992,
meðan Katrin Ottarsdóttir
kom við næsta filmi sínum,
Maðurin, ið slapp at fara í 1995.
Stórfilmurin Barbara hjá
Nils Malmros hevði frumsýn
ing í 1997 og triði filmurin hjá
Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye
Blue Bird, kom í 1999. Hon
legði seg síðani eftir at gera
dokumentarfilmar og fram
leiddi tríggjar um føroyskar
listamenn í 2008 og 2009,
Eingin kann gera tað perfekta
um Hans Paula Olsen, Ein
regla um dagin má vera nokk
um Tórodd Poulsen og Sporini
vaksa úr orðum um Jóanes
Nielsen.
So er tað, at nýggja ættar
liðið tekur við. Komandi árini
koma Sakaris Stórá, Andrias
Høgenni, Heiðrikur á Heygum
og Anton Petersen allir við
sínum fyrstu filmum umframt
fleiri onnur, og í 2014 ger
Katrin Ottarsdóttir sín fjórða
spælifilm, Ludo.
Í 2012 verður Geytin, ár
liga kappingin fyri føroyskar
stuttfilmar,
hildin
fyri
fyrstu ferð. Fyrsti vinnarin
er Sakaris Stórá, fyri film
in Summarmorgun, meðan
Annika á Lofti fær áskoðara
virðislønina fyri filmin Mist.
Í 2013 vinna Dávur Djurhuus
fyri Terminal og Jónfinn
Stenberg fyri Munch. Í 2014
fær Heiðrikur á Heygum
bæði Geytan og áskoðara
virðislønina fyri filmin
Skuld og í 2015 fær Andrias
Høgenni Geytan fyri Stina
Karina,
meðan
Jónfinn
Stenberg fyri aðru ferð fær
áskoðaravirðislønina, hesa
ferð fyri filmin Tunnan, sum
hann hevur gjørt saman við
Jóannes Lamhauge.
Menningin í vinnuni verður
tryggjað við einum vinnu
politikki, sum ger tað lokkandi
hjá útlendskum filmsfram
leiðarum at nýta Føroyar sum
upptøkuland og hjá fyritøkum
yvirhøvur at seta pening í films
vinnuna. Í miðal verður ein
føroyskur spælifilmur í fullari
longd framleiddur um árið,
eins og tað verða framleiddir
fleiri stuttfilmar, novellufilmar
og sjónvarpsfilmar og -røðir á
hvørjum ári.
Útlendskir lýsingarfilmar og
partar av útlendskum spæli
filmum og sjónvarpsrøðum
verða regluliga framleidd her.
Føroyskir heimildarfilmar eru
á altjóða filmsfestivalum á
hvørjum ári.