Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. apríl 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016 SOSIALURIN 40 12 TEMA Filmsvinna – Tá eg vaks upp í Íslandi vóru eingir íslendskir filmar, men tað byrjaði so á sama hátt sum í Føroyum, sigur Birgir Thor Møller FILMSSTUÐUL SKAPAR ARBEIÐS- PLÁSS Føroyskir politikkarar mugu skilja, at filmsstuðul ikki er sum annar mentanarstuðul, men at peningurin kemur aftur í landskassan, sigur Birgir Thor Møller Birgir Thor Møller DANJAL AV RANA B irgir Thor Møller hevur í fleiri ár skipa fyri før­ oysk­um filmsdøgum, bæði í Keypmannahavn og í Føroyum. – Eingin ivi er um, at seinastu fimm árini eru føroysku filmarnir vórnir fleiri og fleiri í tali, og ikki minst betri og betri, sigur hann. Hann sigur, at støðan hjá før­ oysku filmsframleiðarum minnir nógv um støðuna, sum íslendska films­vinnan var í. – Tá eg vaks upp í Íslandi vóru eingir íslendskir filmar, men tað byrjaði so á sama hátt sum í Før­oy­ um. Onkur gjørdi nakrar stutt­film­ ar og dokumentarfilmar, onkr­ir út­ lendingar gjørdu onkrar upp­tøk­ur í Íslandi. Síðani kom ein lítil grunn­ ur, og við tíðini vaks films­fram­ leiðslan til tríggjar spæli­film­ar um árið, greiðir Birgir Thor Møller frá. Hann sigur, at tá vóru fá, ið høvdu nakra veruliga trúgv upp á, at hetta fór at eydnast. Men fleiri og fleiri pengar komu inn og eitt al­tjóða samstarv vaks. – Í dag framleiða íslendingar seks spælifilmar um árið, um­ framt at fleiri stórar útlendskar fram­leiðsl­ur vitja Ísland. Alt hetta skapar arbeiðspláss hjá íslend­ing­ um og inntøkur fyri íslendska sam­ felagið, sigur Birgir Thor Møller. Hann heldur, at tað er týdn­ ingar­mikið, at fólk skilur, at talan er ikki einans um stuðul til mentan, tá talan er um filmsstuðul, men eis­ ini um vinnustuðul. Peningurin, sum verður settur í filmsvinnuna, verð­ur borin aftur fleirfalt. – Filmsfígging skapar arbeiðs­ pláss, tað er so einfalt, og hetta mugu føroyskir politikkarar skilja, um føroyskur filmur skal hava eina fram­tíð, sigur Birgir Thor Møller. Føroyskur filmur er tó eisini ein týdningarmikil mentanarberi, bæði hvat mentan og máli við­- víkur. – Tað er ómetaliga torført at ímynda sær eitt samfelag, sum ikki hevur sína egnu filmsmentan. At síggja filmar á sínum egna máli, um sína egnu mentan, sína egnu søgu og sagnir, er týdningarmikið hjá einum fólki. Tí er neyðugt, at før­oyska samfelagið megnar at halda upp á tað unga, kreativa films­umhvørvi, sum er sprottið í Føroyum, sigur hann. – Eingin ivi er um, at tit í Før­ oy­um, eins og í Íslandi, hava ómetaliga nógv dugnalig og kreativ fólk. Vandin er, at um tey ikki hava umstøðurnar at gera sína list í Føroyum, flyta tey í staðin til Keyp­manna­havn. Vilja tit hava eitt ungt og spennandi samfelag, mugu tit eisini hava eina føroyska films­fram­leiðslu, sigur Birgir Thor Møller. DANJAL@SOSIALURIN.FO Filmsfígging skapar arbeiðs­ pláss, tað er so einfalt, og hetta mugu føroyskir politikk­arar skilja um føroyskur filmur skal hava eina fram­tíð« PRIVATMYND