hósdagur 7. apríl 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
11
sínum sendingum til privatar
framleiðarar.
Almenni føroyski filmsgrunn
urin varð settur á stovn í 2014, og
tá vóru 700.000 krónur í grunn
inum. Tann upphæddin varð økt til
900.000 í 2015 og nú hevur lands
stýriskvinnan í mentamálum sagt,
at 1,5 milliónir krónur skulu setast
í Filmsgrunnin.
– Hetta eru smáar økingar,
men kortini eitt gott stig á leiðini.
Málið er tó, at grunnurin skal upp
á 5 milliónir krónur. 1,5 milliónir
krónur er ikki meiri enn nokk til
at fíggja tríggjar stuttfilmar og tað
er ov lítið, um vit skulu menna før
oyska filmsframleiðslu, sigur Jan
Berg Jørgensen.
Hann sigur, at ferð eftir ferð
vísir tað seg, at tá søkt verður um
fígging úr útlendskum grunnum,
er eitt ávíst krav til fígging úr heim
landinum ella til eginpening. Her er
tað, at ein almennur filmsgrunnur
kann gera munin.
– Tað er serliga fyrstu tíðina, at
tað er torført at fáa fígging. Tí síggja
vit, at fleiri av okkara dugnaligu
filmsfólkum hava annað starv við
síðunar av, men tað seinkar sum
vera man nógv um arbeiði, sigur
Jan Berg Jørgensen. Vónin er tí, at
stuðulin úr Filmsgrunninum skal
kunna útloysa aðrar pengar.
Útlendingar
skulu leggja lag á
Tað er eingin loyna, at Ísland í
stóran mun er fyrimyndin. Sein
astu árini er filmsvinnan í Íslandi
veruliga blóma, og íslendskir filmar
hava vunnið fleiri virðislønir á
altjóða filmsfestivalum.
Jan Berg Jørgensen greiðir frá,
at íslendska filmsvinnan byrjaði
eisini við, at filmsfólk fingu eina
lítla fígging heimanífrá, sum síðani
skapti øktan áhuga uttanlands.
Útlendskir filmsframleiðarar
komu til Íslands at gera upptøkur.
Íslendarar lærdu av sínum meiri
royndu útlendsku gestum og so
leiðis førleikamentist íslendska
filmsvinnan. Við árunum varð ein
fullfíggjað veitingarlinja skapt,
við bæði fólki og útgerð. Í síðsta
enda hevur hetta eisini verið ís
lendsku ferðavinnuni at gagni,
tá stórfilmar sum Batman ella
kendar sjónvarpsrøðir sum Game
of Thrones gera sínar upptøkur í
Íslandi.
– Vit merkja eisini ein slíkan
útlendskan áhuga fyri Føroyum.
Vit standa á gáttini til nakað størri,
men umstøðurnar eru ikki til tað
enn, sigur Jan Berg Jørgensen og
sipar millum annað til tað at fáa
útlendskar filmsframleiðarar til
Føroya at gera upptøkur.
Klippfisk hevur tí, eftir áheit
an frá Vinnumálaráðnum, arbeitt
við einum uppskoti til, hvussu
útlendskar fyritøkur kunnu lokk
ast hendan vegin. Talan er millum
annað, eftir íslendskum leisti, at
gera eina afturberingarskipan,
har ein avísur partur av teimum
útreiðslum, sum ein útlendsk fyri
tøka nýtir í Føroyum í sambandi
við upptøkur, verður teimum
afturborin.
– Vit kunnu knýta ávís krøv
at eini slíkari skipan, so sum at
føroyingar skulu vera knýttir at
framleiðsluni í Føroyum. Hetta er
uttan iva besti hátturin at menna
føroysku førleikarnar innan films
vinnuna, sigur Jan Berg Jørgensen.
Við at arbeiða tætt saman við pro
fessionellum framleiðarum vilja
føroyingar eisini mennast og at
enda vera førir fyri at standa á egn
um beinum, eins og gongdin hevur
verið aðrastaðni.
Jan Berg Jørgensen vísir á, at
allar kanningar vísa, at stuðul til
filmsvinnuna, verður vunnin aftur
upp til fýra, fimm ferðir, gjøgnum
økta virksemi í avleiddum vinnum.
– Tað eru so nógv arbeiðspláss
knýtt at eini filmsframleiðslu.
Kemur eitt størri filmsstudio til
Føroya og skal gera upptøkur,
kunnu vit vænta hundraðtals út
lendingar í Føroyum í fleiri mán
aðir, sum vil vera eitt gott íkast
hjá føroysku gistingarvinnuni.
Harumframt er tørvurin á timbur
meistarum, elektrikarum og øðrum
handverkarum stórur, um films
sett skulu byggjast. Tørvur er eisini
á kamerafólkum og ljósfólkum,
sum sleppa at arbeiða saman við
royndum og dugnaligum útlend
ingum og vónandi taka við læru frá
teimum, sigur Jan Berg Jørgensen.
Er talan um føroyska framleiðslu
er eisini tørvur á sjónleikarum,
framleiðarum, tónleikarum og
øðrum, vísir hann á.
Kringvarpið skuldi
keypt sendingar
Triðja beinið er at menna heima
marknaðin hjá føroyskum films
fólkum. Sum er hava føroysk films
fólk einans ein pall til sítt tilfar,
Kringvarp Føroya. Trupulleikin
er, at Kringvarpið framleiðir allar
sendingar sínar sjálvt. Tískil mugu
filmsfólkini taka til takkar við lýs
ingum og sjónbandaløgum.
– Lýsingarnar eru ein týdn
ingarmikil partur av føroysku
filmsvinnuni og tí mugu vit ikki
missa tann møguleikan. Føroyska
filmsvinnan hevur tørv á øðrum
beinum at standa á enn einans
filmsgrunninum. Kortini er neyð
ugt, at føroysk filmsfólk sleppa at
gera meiri og annað enn bara lýs
ingar, sigur Jan Berg Jørgensen.
– Kringvarpið átti at keypt
sendingar uttanifrá, frá øðrum
føroyskum framleiðarum, heldur
enn at framleiða alt sjálvt. Sum
nú er, leigar Kringvarpið fólk
inn í sítt vaktarskema at arbeiða
sum kamerafólk, heldur enn at
keypa lidnu vøruna frá øðrum
framleiðarum, sigur Jan Berg
Jørgensen. Hann sigur, at umber
ingin hjá Kringvarpinum fyri ikki
at útveita meiri, er at KVF hevur
besta førleikan.
– Sjálvandi hava tey tað, tá
eingin annar sleppur at royna seg.
Um Kringvarp Føroya útlutaði
ein størri part av framleiðsluni til
onnur, vildi tað økt um kappingina,
økt um førleikarnar og tí eisini økt
um dygdina á og útboðið av fram
leiddu vøruni. Gamaní vildi tað
minka um starvsfólkahópin hjá
Kringvarpinum, men tey kundu
fingið arbeiði hjá privatu framleið
arunum, sigur hann.
– Tað átti tí verið eitt krav, at
Kringvarpið skal, og ikki kann,
sum lógin sigur nú, útluta ein størri
part av síni sjónvarpsframleiðslu
til onnur, sigur Jan Berg Jørgensen.
Alt í alt heldur Jan Berg
Jørgensen, at fortreytirnar fyri
eini føroyskari filmsvinnu heilt
víst eru til staðar.
– Vit hava søgurnar, vit hava
støðini og náttúruna, sum onnur
leita eftir. Sum nú er, hava vit
eitt spírandi umhvørvi, men enn
kunnu vil ikki veruliga tosa um
eina vinnu. Tó so, spakuliga byrja
pengar at koma inn í føroyska
filmsframleiðslu, sum er eitt
stórt framstig, sigur Jan Berg
Jørgensen.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
Temasíðurnar hesa ferð snúgva seg um føroyskan film. Hvussu flyta vit okkum frá filmsframleiðslu
til filmsvinnu, hvønn leiklut hevur tað almenna og hvat rørir seg innan føroyska filmsheimin í dag.
»Vit hava søgurnar, vit hava støðini og náttúruna,
sum onnur leita eftir. Sum nú er, hava vit eitt spírandi
umhvørvi, men kunnu ikki veruliga tosa um eina vinnu«
Filmshúsið skal skapa framhaldið
»Við verandi umstøðum er sprott
in ein framleiðsluhugur, ið ger,
at vit hava fingið eitt føroyskt
filmsumhvørvi, sum er á tremur
við royndum, dugnaligum og
skapandi fólki, ið dagliga gera
stuttfilmar, dokumentarfilmar,
sjónbandaløg, lýsingar og sjónar
varpsframleiðslur. Fleiri eru sum
nema og hava nomið sær útbúgv
ing og royndir uttanlands. Og
føroysk filmsfólk eru nú før fyri
og til reiðar at skapa filmssøgu –
føroyska filmssøgu.
Tilfeingið er har, men kortini
eru karmarnir ikki mentir nóg
nógv til, at filmur kann fóta sær
sum ein verulig vinna.«
Soleiðis stendur at lesa í
álitinum, sum Klippfisk hevur
handað Vinnumálaráðnum um
eitt føroyskt filmshús.
Filmshúsið skal lyfta føroysk
an film frá tí, hann er í dag til
eina veruliga vinnu.
– Vit mugu hava ein veruligan
filmspolitikk, vit mugu vita, hvat
tað er, vit vilja. Politiski viljin til
føroyska filmsvinnu er til staðar,
men umstøðurnar mugu betrast,
sigur Jan Berg Jørgensen.
Har er Filmshúsið ein týdn
ingarmikil liður.
Filmshúsið skal stuðla films
undirvísing, filmsframleiðslu, út
breiðslu og kunning um føroysk
an film uttanlands, umframt at
Filmhúsið fær ábyrgdina fyri, at
føroyskir filmar verða tøkir hjá
føroyingum.
Filmshúsið verður eitt savn
ingarstað fyri føroyska filmsum
hvørvið, ið altíð kann leita sær
ráð og vegleiðing, koma í sam
band við útlendskar leikstjórar
og framleiðslufeløg, og skipa fyri
undirvísing av ymsum slagi, til
tøkunum og tílíkum.
Filmshúsið skal eisini vera
portrið inneftir hjá útlendsk
um framleiðarum, ið vilja hava
samband við føroysku filmsvinn
una, millum annað í samband við
upptøkur í Føroyum.
– Klippfisk skal menna ungu
talentini, síðani skal Filmshúsið
taka tey víðari, hjálpa teimum
við fígging og marknaðarføring
og fáa filmar teirra út um land
oddarnar, út á altjóða films
festivalar og kappingar, sigur
Jan Berg Jørgensen.
– Tað er týdningarmikið, at
stuðulin frá Filmsgrunninum
ikki einans verður veittur til
filmar, sum bara eru til føroyska
lokalmarknaðinum. Vit mugu
fáa føroyskan film út um land
oddarnar, so teir kunnu skapa
uppmerksemi bæði fyri føroysk
ari filmslist og Føroyum sum
heild, sigur Jan Berg Jørgensen.
DANJAL@SOSIALURIN.FO
M.a. kenda filmsrøðin »Game of Thrones«
ger sínar upptøkur í Íslandi