hósdagur 7. apríl 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. APRÍL 2016
SOSIALURIN 40
10
TEMA
Føroysk filmsvinna
Men í dagsins temasíðunum
sleppa vit at kaga inn í tann
heimin, sum kanska er 10-20
ár aftanfyri onnur Norður
lond – men sum orsaka av
stríðið og brennandi eldhuga
frá fáum lyklapersónum er
komin so langt sum hann er.
Filmsvinnan er til viðgerðar
í dag, og júst hendan vend
ingin um okkara seina upp
trekk er orsøk til, at Birgir
Thor Muller sær spennandi
tíðir fyri sær. Í temasíðunum
hesaferð samanber hann
støðuna í Føroyum í dag við,
hvussu íslendski filmsheim
urin hevði tað fyri árum
síðani. Í dag vinnur íslendska
samfelagið stórar upphæddir
uppá filmsvinnu – bæði tí
tey hava ment sínar førleikar
innan øll framleiðslulið
innan filmsframleiðslu og tí,
at tey hava marknaðarført
Ísland sum eitt filmsland.
Handfara vit spírandi
føroysku filmsvinnuna rætt
nú, ja so er møguleiki fyri, at
Føroyar gerast eins væl út
viklaðar á filmsvinnuøkinum
um nøkur ár, sum Ísland er
í dag.
Men fyri tað skal bera til,
so mugu føroyskir myndug
leikar frá tí hugsunarhátti,
at stuðul til filmsvinnu er
mentanarstuðul. Tað er tað
ikki, heldur ein av ídnastu
eldsálunum innan hesa
vinnu – Jan Berg Jørgensen.
Hann sigur í temasíðunum í
dag, at samfelagið má standa
saman, tá ið umræður at
menna filmsvinnuna, og ein
háttur er, at KVF fer undir
at bjóða meira av sjónvarps
framleiðsluni út, so vit
kunnu fáa fleiri fólk við
neyðugu førleikunum innan
filmsvinnu.
Eisini á Móðurmáls
degnum 31. Mars varð kjakast
um filmsvinnu, um enn í
øðrum líki. Í temasíðunum
kanst tú lesa um hugleið
ingarnar frá filmsfólki og
málenthusiastum um tað,
sum í dag framvegis tykist
ónatúrligt – føroyskt mál í
filmssamanhangi. Einaferð
var tað óvanligt at hoyra
sangir við orðunum »eg elski
teg«. Í dag er tað púra vanligt,
og vit hava eitt frálíkt tón
leikamál. Tað fer eisini at
bera til við filmsvinnuni,
tá vit hava vant okkum við
filmar á føroyskum, held
ur millum annað ein mál
áhugaður í temasíðunum
hesaferð.
Hvussu er og ikki, so er at
vóna, at vit ikki einans venja
okkum við føroyskt mál í
filmshøpi, men at vit eisini
øll taka lógvatak til at menna
hesa vinnu, sum nakrar fáa
eldsálir hava hildið á lívið og
ment til tað, sum tað er í dag.
Tað verður mangan sagt, at í Føroyum eru vit
eini 10-20 ár aftanfyri okkara grannalond.
Tað er ein av smá-niðurgerandi vendingunum,
sum vit mangan nýta um okkum sjálvi, tá ið
okkurt ikki er akkurát so sum aðrastaðni
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Spírandi
og spennandi
filmsvinna
DANJAL AV RANA
F
yrsti føroyskt framleiddi
filmurin var Atlantic
Rhapsody hjá Katrini
Ottarsdóttir, sum hevði
frumframførslu í 1989. 10 ár seinni,
í 1999, hevði Bye Bye Blue Bird,
eisini eftir Katrin Ottarsdóttir,
frumframførslu. Tað var ikki fyrr
enn miðskeiðis í 00’unum, at ferð
tóktist av álvara at koma á før
oyska filmslist. Nú verða fleiri
føroyskir filmar, gaman í eru tað
stuttfilmar, framleiddir hvørt ár.
Til Geytan í 2014 komu 16 uppskot
inn og í 2015 vóru 21 filmar til
nevndir Ársins Geyti.
Heiðrikur av Heygum, sum fekk
Ársins Geyta í 2014 og sum er partur
av hesum nýggja ættarliðnum av
føroyskum filmsframleiðarum,
hevur áður sagt, at Klippfisk eigur
stóran part av æruni fyri at ein før
oysk filmsvinna er um at fóta sær.
Filmsútgerð gerst alsamt bílig
ari og tískil eru fleiri og fleiri ung,
sum spæla sær við upptøkutól og
framleiða styttri filmsbrot. Flestu
teirra einans til heimabrúk ella
skemt saman við vinunum, men
millum teirra finnast tey, sum
síggja eina lívsleið í hesum.
Agurk var byrjanin
Fyri 10 árum síðani tóku Jákup
Veyhe og Jan Berg Jørgensen
stig til at gagnnýta hetta tilfeingi,
gjøgnum sjónvarpssendingarnar
Agurk, sum var á skíggjanum í
2005, 2006 og 2007. Umframt hetta
skipaðu teir fyri norðurlendskum
filmsskúla summarið 2006 og 2009.
Hetta var byrjanin til Klippfisk.
– Her vóru spírarnir lagdir hjá
fleiri av teimum, sum enn í dag
framleiða filmar, og fleiri av teim
um, sum luttóku á summarskúl
unum, fóru seinni undir víðari
lestur innan filmsvinnuna, sigur
Jan Berg Jørgensen.
Tó at hann gleðist um økta virk
semi innan føroyska filmsfram
leiðslu, so er hann greiður um, at
langt er á mál, áðrenn talan er um
eina veruliga filmsvinnu í Føroy
um. Jan Berg Jørgensen sigur, at
um talan skal vera um eina veru
liga filmsvinnu í Føroyum, má
hon hava trý bein at standa á.
Fyrst hevur hon hevur tørv á ein
um væl virkandi og væl fíggjaðum
Filmsgrunni. Harnæst má vinnan
hava møguleikan at førleikamenn
ast, millum annað við at samstarva
við útlendskar filmsframleiðarar,
og síðst, men ikki minst, heldur
hann, at Kringvarp Føroya skal
útveita framleiðslu av flestu av
Skal føroysk filmsframleiðsla gerast ein filmsvinna, er
neyðugt at betra enn meiri um førleikarnar hjá føroyskum
filmsfólki. Kringvarpið skal útluta ein størri part av
sjónvarpsframleiðsluni, sigur Jan Berg Jørgensen
Jan Berg Jørgensen
Um Kringvarpið
útlutaði størri
part av fram
leiðsluni, vildi
tað økt um
kappingina, økt
um førleikarnar
og tí eisini økt
um dygdina á og
útboðið av fram
leiddu vøruni«
Á GÁTTINI
TIL NAKAÐ
STØRRI
Jan Berg Jørgensen
PRIVATMYND